týsdagur 8. september 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
– Eg gangi sterkt út frá, at nýggj
samgonga er skipað, tá løgtingið
kemur saman í seinasta lagi týs
dagin.
Tað segði Aksel V. Johannsen,
samráðingarleiðari við útvarpið í
gjár. Hann letur væl at samráðing
argongdini, sum vit kortini ikki hava
frætt so nógv um.
Sum tað skilst, so arbeiða teir
fýra flokkarnir seg í gjøgnum eitt
uppskot til samgonguskjal, sum
verður orðað, so hvørt flokkarnir
semjast um ymsu málsøkini.
Síðan skal tað samlaða sam
gonguskjalið gjøgnumskrivast og
góðkennast av øllum pørtum. Sam
bært Aksel V. Johannesen, so kann
samgonguskjalið verða liðugt í dag,
mikudag, og so verður klárt at fara
undir málsøkjabýtið.
Men ongar samráðingar uttan
snávingarsteinar. Soleiðis er tað
altíð, og soleiðis eigur tað at vera.
Í øllum førum í Føroyum, tí vit
hava ikki siðvenju, at flokkar
frammanundan leggja ráð saman
soleiðis, at klárt er at skipa stjórn
eftir valið.
Vit sóu eisini í Danmark í summ
ar, at tað bar heldur ikki til at skipa
eina borgarliga meirlutastjórn, hóast
fólkið hevði valt og givið borgarligu
flokkunum meirilutan.
Boðskapurin frá føroysku veljar
unum var greiður – at andstøðan nú
eigur at skipa samgongu. Tí liggur
ein ábyrgd á í øllum førum Aksel V.
Johannesen, Høgna Hoydal og Poul
Michelsen at finna semju um eitt
stjórnargrundarlag.
Nevnt hevur veirð fleiri ferð
ir, at stórnarviðurskiftini eru ein
snávingarsteinur, tí at Javnaðar
flokkurin vil ikki so langt, sum Tjó
ðveldi og Framsókn. Uttan iva er
tað rætt. Men her áliggur eisini ein
skylda hjá Tjóðveldi og Framsókn
at virða nátúrliga afturhaldni hjá
Javnaðarflokkinum á hesum øki.
Tað er eingin ivi um, at bæði fiski
vinnunýskipanin og tað at fáa skil á
búskapinum er týðand grundarlag
undir øllum framhaldandi rakstri
av hesum samfelagnum. Tað vita teir
tríggir, og tí kunnu allir grundgeva
fyri, hví tað verður valt fram um
tjóðskaparligar proklameringar.
Tað er hugvekjandi at hoyra nú, at
150 milliónir vanta í til tess, at javn
vág skal vera á fíggjarlógini næsta
ár. Serliga eftir at Jørgen Niclasen –
saman við stjóranum á Gjaldstovuni,
í valstríðnum fekk fólk at halda, at
vit longu hava yvirskot, og at málið
um javnvág í 2016 longu var rokkið.
Men politikkur er skitin – vita
vit, og politikarar gera alt fyri at yv
irliva.
Virðini eru í landinum. Spurning
urin er bara, hvussu tað mest rætt
vísa býtið kann gerast. Higartil er
vøksturin fallin nøkrum fáum ríkum
í lut. Tað ber ikki til. Tað er skyldan
hjá nýggja landsstýrinum at fáa
skil á hesum viðurskiftum fyrst og
fremst.
Tað snýr seg fyrst og fremst
at fáa skila á búskapinum
ein skylda at semjast
Kaj
Leo und
angongu
maður
Zakarias Wang
Kjak síða 14
Hjún
arbandi
og løggilt
parlag
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Nú skulu ferða
fólk við Smyrli
hava ávirkan á,
hvussu Smyril
skal sigla.
Strandferðslan
bjóðar nú brúkar
um til fundar at
siga sína hugsan
Strandferðslan hevur tillag
að manningarviðurskiftini
umborð soleiðis, at Smyril
kann nú sigla frá klokkan 06
á morgni til klokkan 23:30 á
kvøldið hvønn dag í árinum.
Tískil metir Strandferðsl
an, at nú er eitt gott høvi at
vita, hvat fyri ferðaætlan við
Smyril tænir pendlaranum,
ítróttinum, vinnuni og ikki
minst ferðavinnuni best.
Í hesum sambandi verður
almennur fundur í Skúla
deplinum í Hovi mikukvøldið
16. septembur klokkan 19, har
øll eru hjartaliga vælkomin
at lurta, spyrja og gera sína
ávirkan galdandi.
Hilmar Eliasen, stjóri, Jens
Petur Brattalíð, samferðslu
leiðari, og Jóhan Petur Abra
hamsen,
rakstrarleiðari,
manna panelið.
Fólkið skal leggja
ferðaætlan
Lukas Graham var so hugtik
in av Føroyum og føroysku
áhoyrarunum í summar, at
hann nú kemur aftur til Før
oya at hava útgávukonsert
24. oktober hevur poppbólk
urin Lukas Graham konsert í
høllini á Hálsi í Havn.
Tað er bert ein mánaði lið
in, síðani Lukas Graham sein
ast var í Føroyum. Bólkurin
spældi á Summar Festivali
num og fekk framúr skoðs
mál fyri sína framførslu.
Nógv vilja verða við, at kon
sertin hjá Lukas Graham er
tann besta, sum nakrantíð
hevur verið á Summar Festi
valinum – og í øllum førum
tykjast fólk samd um, at hon
var millum tær allarbestu.
Á Summar Festivalinum
segði sangarin og profilurin
í bólkinum Lukas Graham
Forchhammer, at hann ætl
aði sær aftur til Føroya at
vitja og spæla í heyst, og
síðani hevur hann eisini
fingið nógvar áheitanir úr
Føroyum um at koma aftur
hendan
vegin
at
spæla.
Fryntligi poppsangarin ætl
ar ikki at svíkja sítt lyfti, og
hann hevur nú sett ein kon
sert í Føroyum á skránna.
Lukas Graham, sum hev
ur fingið plátusáttmála í
USA, gav í summar út nýggja
útgávu, og í november er
bólkurin á útgávukonsert
kring Danmark.
Flestu konsertirnar eru
ella eru við at verða útseld
ar, og Lukas Graham hev
ur megnað tað, sum onnur
donsk nøvn ikki megnað.
Bólkurin hevur selt stóru
høllina Forum út og hevur
sett eykakonsert á skránna
har – eisini hon er við at
verða útseld.
Konsertferðin byrjar tó í
Føroyum, og leygarkvøldið
24. oktober spælir Lukas Gra
ham í høllini á Hálsi í Havn.
Í mesta lagi 1800 atgongu
merki verða seld til kon
sertina, og sum áhugin fyri
Lukas Graham hevur verið
millum føroyingar, kundi tað
væl hent, at konsertin varð
útseld eftir stuttari tíð.
Forsølan verður í fyrstu
syftu hjá Vodafone í Havn
og Runavík, og sølan byrjar
mikudagin kl. 16.00.
Lukas Graham aftur til Føroya
Lukas Graham kann upplivast í høllini á Hálsi leygarkvøldið 24. oktober
Regin Eikhólm
Kjak Síða 22