Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Fýra politiskir flokkar hava seinastu dagarnar sitið saman og skriva eitt sam­ ongu­skjal, sum skal vera polit­iska grundarlagið undir ein­ari nýggjari samgongu í Løg­ting­inum. Aksel V. Johanne­sen, for­ maður í Javnaðar­flokkinum, er samráðingarleiðari. Um­ framt at Javnaðarflokkurin er størsti flokkur, so fekk Aksel V. Johannesen nógv flestar persónligar atkvøður á valinum 1. september. Aksel V. Johannesen sig­ ur, at eftir ætlan so liggur ein samgonguskjal klárt í kvøld. Flokkarnir eru komnir langt við samráðingunum, men kortini eru nakrir sná­vingar­ steinar eftir. Hann vildi ikki siga nakað um, hvørjir hesir snávignar­ stein­arnir eru, men tað skuldi verið undarligt um ikki ríkis­felagsskapurin og ný­skip­anin av fiskivinnuni er tveir av teimum. Skriviarbeiði Tað skal gerast eitt stórt skrivi­arbeiði áðrenn eitt sam­gongu­skjal fyriliggur. Flokkarnir skulu í høvuðs­heitum semjast um ein politikk og so skal sam­ gongu­skjalið orðast soleiðis, at allir flokkar taka undir við skjalinum. Fyrst verður arbeitt í bólk­ um, men so móti enda­num skal alt savnast og skrivast á ein slíkan hátt, at flokkarnir kenna teirra egnu sjónarmið aftur í samgonguskjalinum. Seinnapartin í gjár vóru flokkarnir komnir so langt, at farið var undir at skriva sam­gonguskjalið sjálvt. Umboð fyri teir fýra flokk­arnir sótu tá í Løg­ting­ inum og arbeiddu víðari við teimum málum, sum ikki var komið á mál við tá. Umframt Aksel V. Johanne­sen, so umboðaðí eis­ini Eyðgunn Samuelsen Javn­aðar­flokkin. Fyri Tjóð­veldi vóru tað Høgni Hoydal, formaður, og Sirið Sten­berg. Fyri Framsókn vóru tað tey bæði Poul Michel­sen, formaður, og Hanna Jensen og fyri Nýtt Sjálv­stýri vóru tað Jógvan Skorheim, formaður, og Kári P. Højgaard. Forðingarnar Tá ið samgonguskjøl verða gjørd millum flokkar, so eru tað sjálvandi fleiri mál, sum flokkarnir ikki eru samdir um. Teir báðir stóru flokkarnir í hesi møguligu samgonguni – Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi – eru als ikki samdir um, hvussu viður­ skift­ini millum Føroyar og Dan­mark eiga at vera. Meðan Tjóðveldi er ein loys­ingarflokkur, sum í val­skránni sigur, at fólka­ at­kvøða eigur at vera ume ina føroyska grundlóg í sep­ tember næsta ár, so er Javn­ aðar­flokkurin ein sam­ríkis­ flokkur. Hesin spurningurin skal loysast í einum samgongu­ skjalið – so ella so. Helst skal annar av flokkunum boyggja seg eitt sindur, men tað ber eis­ini til at skriva seg úr trupul­leikunum í eina tíð. Erin ananr stórur spurn­ ingur er, hvussu fiskivinnan skal skipast eftir 31.desember 2017. Her er skilnaðurin mill­ um Javnaðaflokkin og Tjoð­ veldi neyvan so stórur, men kanska heldur millum hes­ar báðar flokkarnar og Fram­ sókn. Harafturat hevur Nýtt Sjálvstýri eina aðra áskoðan á, hvussu fiskiskapurin skal skipast. Ein deadline er fyri, nær ein nýggj lóg skal koma í gildi, so júst nýskipan av fiski­vinnuni hastar. Her verð­ur helst ein kós løgd, so sam­gongan ger sær eitt al­ment mál at arbeiða fram­ ímóti. Málsøkir og fólk Málsøkini eru ikki enn býtt millum flokkarnar. Tað kann viðhvørt vera trupult, meðan tað viðhvørt gongur lættari. Og tá ið tað er gjørt, so skulu persónar setast á at umsita málsøkini. Hetta er ógvuliga per­són­ ligt fyri politikarar, sum allir sum ein eru í politikki fyri at vinna sær ávirkan. Tað er heldur ikki nøk­ur lopyna, at sum lands­stýris­ maður hevur tú munandi størri ávirkan í gerandis­deg­ num enn tú hevur sum limur í okkara tjóðartingi. Mong eru vinarbondini innanfloks, sum eru slitanði, tá ið stríð hevur veirð um, hvør skal átaka sær um­boð­ an­ina fyri flokkin í lands­ stýr­inum. Tingfundur verður klokk­ an 10 týsdagin og tá vænt­ar Aksel V. Johannesen, sam­ ráð­ingar­leið­ari at komið er á mál við sam­gongu­sam­ráð­ ing­unum. Nú nærkast truplu spurningarnir Higartil hava samráðingarnar um nýggja samgongu gingið væl, sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari samgongusamráðingar Á fundinum í gjár vóru frá vinstru: Poul Michelsen og Hanna Jensen, Framsókn, Sirið Stenberg og Høgni Hoydal, Tyjóðveldi, Eygunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, og Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri Aksel V. Johannesen leiðir samgongusamráðingarnar Myndir: Álvur Haraldsen