Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Minningarorð um Odmar Joensen 1933 – 2015 22. apríl í ár máttu vit aftur sanna, at skjótt er at fara. Babba, sum hóast høgan ald­ur var bæði frísk­ ur og raskur, skuldi nú heim til tann Harra, hann altíð setti sítt álit á. Hann var dagin fyri farin at draga garn, og fekk tá ein hjarta­ til­burð. Hann kom á lands­sjúkra­ húsið, og tá vit um kvøldið søgdu góða nátt og fóru norður til Kolla­ fjarð­ar at sova, sá hann út til at hava tað gott, og at hetta nokk skuldi ganga. Men so skuldi ikki verða. Hann fall í óvit um morg­ unin, og seint týs­kvøldið 22. apríl and­aðist hann. Babba var ein takksamur mað­ ur, eisini tá hann lá í sjúkrasongini. Hann fortaldi sjúkrasystrini, at hetta var fyrstu ferð, at hann lá í eini sjúkrasong síðan hann var sjey ára gamal. So hann hevði nógv at takka fyri. Babba var føddur 8. sep­temb­ er 1933. Foreldur hans­ara vóru Marius Frederik (Malli) Joen­sen í Kollafirði og Hansina (fødd Mikkel­sen) úr Gøtu. Hann var næstyngstur av seks syskjum, og einasti drong­ur. Tvær tær elstu, Kala og Petra eru eisini farnar, so eftir á lívi eru Poula, Jóna og Hanna. Babba sigldi á sínum ungu árum, og var bæði í Grønlandi og Íslandi, og ofta hoyrdi tú hann tosa um hesa tíð. Hann hevði eisini taxabil og lastbil, men tað bleiv í Hunds­ara­ botni, hansara lívs­starv bleiv. Tá hann sum 72 ára gamal legði frá sær, hevði hann arbeitt har í meira enn 40 ár. Babba og mamma giftust í 1964 og hetta árið bleiv eisini fyrsta barnið føtt, Hans Kári, sum einans fekk 24 ár her á foldum. Marner bleiv føddur í 1965 og Dagfinn í 1969. Síðan gingu 11 ár, áðrenn Oddvør kom. Hetta var eisini einasta genta, so vit vóru øll sera stolt av hesi lítlu gentu, og ikki minst babba, sum tá var 46 ár. Nú eru sjey abba­ børn. Í kirkjuni var babba klokk­ari og í missiónshúsinum vóru hann og mamma eisini sera aktiv. Mamma byrjaði at ar­beiða sum heimahjálp mitt í 70-unum, og nógv av hesum fólkum, ið hon passaði, blivu meir og minni sum familja. Ofta var babba og hjálpti, tá okkurt skuldi gerast. Hetta var eisini galdandi, tá sam­býlið læt upp. Nú tá eg siti og skrivi minn­ ingarorð á sjálvum val­deg­num, renna mær í hug orð hansara. Hann segði: »Um tað ikki verða nógv­ar vinstrastemmur hesa­ferð, so veit eg einki«. Hann fylgdi væl við og gekk høgt upp í rættvísi og samhaldsfesti. Nógv góð minnir situr ein eft­ ir við, t.d. allar túrarnar inn á Skálafjørðin at sigla kapp. Føroyska bátinum var hann sera áhug­aður í, og hann fylgdi væl við byggja­rínum hjá Kaj Hammer, nú hann bygdi ein teinæring. Hann var eisini við til at seta á stovn bátafelag í Kolla­firði. Her møtast teir hvønn leygarmorgum. Eg havi onkuntíð fyrr nevnt Galatarbrævið 5,22 Hetta vers sig­ ur mær nógv, og fær meg at hugsa um for­eldur míni, ið hava livað eftir hesum orðum. »Men ávøkstur andans er: Kær­ leiki, gleði, friður, lang­móð, mildi, góðvild, trú­skap­ur, spakføri, frá­ hald.« Her í Líðuni er saknurin stórur, nú vit minnast okk­ara elskaða mann, pápa, svigar­pápa og abba, Odmar Joensen. Familjunnar vegna, Dagfinn Kvøða til kenningar Gullbrúdleyp Fríggjadagin 4. september høvdu hjúnini Havgerð og Aksel Niclas­ sen í Miðvági gullbrúdleyp. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við degnum. 85 ára føðingardagur Leygardagin tann 12. september verður Petur Danielsen í Hósvík 85 ár. Dagurin verður hildin frá kl. 13.00 heima hjá dóttrini á Giljavegi 40 í Hósvík. Øll eru hjartaliga væl­ komin. 80 ára føðingardagur Nú eg fylli 80 ár, haldi eg føð­ingar­ dag leygardagin 19. september í Meinig­heitshúsinum á Skála frá kl 17. Eg gleði meg at síggja familju, vinir og kenningar. Kærar heilsanir Tórfinnur Hansen 80 ára føðingardagur 12. okt. verður Denhard Hansen 80 ár. Dagurin verður hildin 10.okt. frá kl. 17-20 í hølinum hjá Frelsunarherinum. Tey ið ynskja at heilsa uppá Denhard eru vælkomin at siga frá á tlf. 315212 innan 1.okt. 70 ára føðingardagur Tað er við gleði, at eg bjóði familju, vinum og kenningum í mín 70-ára føðingardag mikudagin 23.09.2015. Dagurin verður hildin heima á Heyga­vegi 15 frá kl 10.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Andras Joensen, Klaskvík 60 ára føðingardagur Týsdagin 22. september verður Erla Berghamar í Havn 60 ár. Opið hús verður í Oasuni í Hoyvík leygardagin 19. september millum kl. 12 og 17. Tey, ið hava hug at vera við henda dagin, verða biðin um at siga frá í seinasta lagi mánadagin 14. september á tlf. 224095, á Face­book ella við at skriva til erla@ritstovan.fo