Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. september 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. september 2015 · Nr. 103 20 Sosialurin Føroya mynda­kalendari 2016 Tú kanst bíleggja hann á tlf. 341800 LANDSGRANNSKOÐANIN søkir eftir avloysara Í sambandi við at ein av okkara grannskoðarum fer í farloyvi, verður eitt starv leyst at seta frá 1. november 2015 ella eftir avtalu. Starvstíðin er fyribils til 30. juni 2016. Arbeiðið á stovninum er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt og fevnur um at grannskoða almennar stovnar og skipanir. Til fyrimunar er, um tú: hevur hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap ella aðra viðkomandi útbúgving hevur royndir innan almenna ella privata umsiting hevur góð samstarvsevni, og dugir væl at samskifta við stovnar og starvsfelagar hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at skriva og hevur málsligan kunnleika, serliga í føroyskum. Lønar- og setanarviðurskifti: Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til: Landsgrannskoðanina Traðagøta 43 Postrúm 2053 165 Argir ella í telduposti til: postur@lg.fo. Freistin at søkja starvið er 14. september 2015. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 355100 ella 226301. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði. Tú kanst fáa meira at vita um Landsgrannskoðanina á heimasíðu okkara: www.lg.fo. LANDSGRANNSKOÐANIN er ein óheftur stovnur undir Løgtinginum, sum virkar sambært Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 ”um grannskoðan av landsroknskapinum v.m.” Frá SøluRásini 2015 Vit vilja her bjóða tær/tykkum við á sølustevnuna hjá okkum í ítróttarhøllini á Skála vikuskiftið 7 og 8 november. Kostnaðurin er 500 kr fermeturin (einki mvg aftrat). Tit fáa ókeypis mat báðar dagarnar. Stevnan hevur verið hvørt ár síðan 1998 og hevur verið sera væl vitjað. Jólini eru tá ikki langt burtur og hugsað verður um jólagávurnar og jólastásið. Møguleiki er at sýna fram, hvat hvør einstakur handil hevur at selja. Eisini kunnu t.d. tveir framsýnarar deila bás saman. Vinaliga sig frá sum skjótast, um áhugi er til tess. Skála Ítróttarfelag – Skála Róðrarfelag – StÍF og Strálan tlf 216500 stralan@stralan.fo Parkeringsansari í Tórshavn Eitt fast starv og eitt farloyvisstarv sum parkeringsansari í Tórshavnar kommunu eru leys at søkja. Fasta starvið er til setan frá 1. oktober 2015. Farloyvisstarvið er til setan frá 1. november 2015 til og við 31. august 2016. Møguleiki er fyri leingjan. Størvini eru lønt sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið á lønarflokki 2, stig 1. Arbeiði kann verða lagt til rættis millum kl. 08.00 og 22.00, og vaktargjøld verða latin fyri arbeiði eftir kl. 17 yrkadagar og um vikuskifti. Ein treyt fyri at fáa størvini er, at umsøkjarar kunnu trygdargóðkennast!!! Umsøkjarar skulu í minsta lagi vera 25 ára gamlir og hava góða heilsu. Fleiri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at ringja á Politistøðina í Havn, tlf.nr. 351448, og spyrja eftir Katrin Poulsen. Umsóknin skal sendast sum teldupostur til FO-personalekontor@politi.dk ella sum bræv til Føroya Landfúta, Yviri við Strond 17, Postboks 3018, Tórshavn í seinasta lagi 25. september 2015. John Kølbæk fúti Sosialurin 341800 Jørð til sølu í Fuglafirði matr.nr. 185a, Fuglafjørður Hervið verður jørð í Fuglafirði lýst til sølu. Talan er um ognina matr.nr. 185a, Fuglafjørður, sum er jørð deild í tvey stykkir á 13.448 fermetrar og 4.633 fermetrar, tilsamans 18.081 fermetrar. Til jørðina eru 2 gyllin í Innandalshaga (matr.nr. 872) 16 áseyðir og 1 áseyður í Fjalli. Minsta boð er sett til kr. 180.000,00. Jørðin verður boðin út við áheitan um at geva tilboð og øll boð, undir sum yvir prísuppskotinum, verða løgd fyri seljara til støðutakan. Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja millum innkomin boð, herundir eisini at vraka øll boð. Áhugað kunnu venda sær til: Mimi Steintórsdóttir, adv., tlf. 506030 ella t-post ms@lawfirm.fo Poulinu Jacobsen, tlf. 203060 ella t-post pj@lawfirm.fo Sí meira á heimasíðu okkara www.lawfirm.fo AdvokATFelAgIð vIð STrond 4 YvIrI vIð STrond 4 bokS 359 · 110 TórSHAvn TlF. 203040, FAx. 203041 e-MAIl: lAwFIrM@lAwFIrM.Fo www.lAwFIrM.Fo