hósdagur 10. september 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
11. september 2015
Vit velja tey fittastu, klókastu og rík
astu flóttafólkini at koma til Føroya
Tað var áhugavert at fylgja kjakinum um
flóttafólk í sjónvarpinum hetta kvøldið.
Evnið var flóttafólkatrupulleikin í Evropa,
sum fyri okkum at síggja serliga er komin til
sjóndar í Danmark, nú túsundtals flóttafólk
floyma um markið úr Týsklandi – flóttafólk,
sum eins og jødarnir undir krígnum eru á
veg gjøgnum Danmark til tað lovaða landið,
Svøríki. Undir krígnum flýddu tey úr Danmark
undan nazistum, sum høvdu tikið valdið í
Danmark. Nú rýma tey undan flóttafólkafígg
indaligum politikarum, sum fólkið í Danmark
hevur valt at stjórna landinum – júst tí tey ikki
vilja hava flóttafólk í Danmark.
Sambært kjakinum í sjónvarpinum, so
skulu vit føroyingar eisini hjálpa. Men vit eiga
ikki at hjálpa øllum – ella at »opna slúsurnar«,
varð sagt.
Tí vit kunnu velja okkum nøkur flóttafólk
burturúr. Tú fekst okkurt flash-bach til træla
tíðina í Amerika, tá danir og aðrir evropar
stjólu fólk úr Afrika og seldu tey í Amerika. Tí í
rámasta álvara varð tosað um, at vit skulu velja
okkum tey fólk, sum vit vilja hava til Føroya
– og bara hjálpa teimum. Tað kunnu vera tey
penastu, tey ríkastu, tey klókastu – ella kanska
tey kristnu heldur enn muslimarnar, sum bara
taka dráp og harðskap og vesaldóm við sær til
Evropa.
Vit mugu ásanna, at retorikkurin er broytt
ur nógv seinastu árini. Spolaðu vit 30 ár aftur
í tíðina, so høvdu vit ikki sæð mun á retorikki
num hjá Helle Thorning-Schmidt í dag og
Mogens Glistrup tá.
Næstrakærleikin, sum vit lærdu um í
sunnudagsskúlanum, hevur fingið heilt
annan týdning. Miskunsami samárubúgvin
hevur eisini fingið heilt annan týdning. Tí
dagsins samáriubúgvi hevði fyrst kannað, um
maðurin, sum fall í ránsmannahendur, hevði
pengar. Um hann dugdi føroyskt, og um hann
trúði upp á sama gud sum vit, áðrenn hann
hjálpti honum.
Tað er lítið kristiligt, og tað er ikki serliga
miskunnarsamt. Meðan sunnudagsskúlin
lærdi okkum, at vit skuldu gera sum samáriu
búgvin, so tykist fatanin nú at vera, at vit
skulu gera sum presturin og levitturin – lata
tann neyðstadda liggja, til onkur annar kemur
framvið, sum kanska tímir at hjálpa.
Um vit skulu kalla okkum eitt kristið fólk,
so skuldu vit heldur gjørt sum
Jesus beyð, og sum samáriu
búgvin framdi í verki.
– Lítil ivi er um, at Javnaðarflokkur
in, ið sigur seg vera samríkisflokk,
nú er í ferð við at avreiða ríkisfel
agsskapin
Tað staðfestir Edmund Joensen, nývaldur
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hann
hevur eygleitt samráðingarnar
um nýggja samgongu. Men
Edmund Joensen staðfestir,
at Aksel V. Johannesen er
undir stórum trýsti frá
Tjóðveldi og Framsókn.
Hann heldur trýstið
vera so stórt, at hann
longu er farin at tosa í
Christiansborg-sjargong um
»løftebrud«, tí at Aksel skal
vera blivin fullveld
ismaður.
– Alternativið hjá Javnaðarflokkinum
er at skipa eina trygga samgongu saman
við Sambandsflokkinum. Vit eru ein ver
uligur ríkisfelagsskapsflokkur, og vit vilja
økja útflutningsvirði Føroya við munandi
betri ES-marknaðaratgongd, sigur Edmund
Joensen, sum eftir øllum at døma longu
hevur gloymt høgrasnaringina hjá Sam
bandsflokkinum, sum hann sjálvur
fleiri ferðir hevur skeldað Kaj Leo fyri.
Tað er eisini tí, at veljararnir vendu
Sambandsflokkinum bakið og valdu
andstøðuna av stjórna ladninum.
Edmund hevur skrivað eina heila
bók, har hann lýsir, hvussu illa Kaj Leo
er farin við flokkinum, sum ikki er at
kenna aftur.
Kanska Aksel hugsar tað sama sum
Edmund hevur skrivað og sagt – og
kanska Edmund hevur gloymt tað?
Skorheim hevði farið niður í løn
Sambært hinum, sum sita og samráðast um
nýggja samgongu, so passar tað als ikki, at
hjúnabandslógin hevur verið eitt kardinalpunkt
undir samráðingunum.
Jógvan Skorheim hevur sagt við fleiri
miðlar, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og
Framsókn ætla at kollvelta alla fiskivinnuna,
og at teir havnaðu einum uppskoti frá
Nýggja Sjálvstýrinum um at skipa fyri eini
fólkaatkvøðu um hjúnabandslógina.
– Hatta er tað reina tvætl, siga fleiri
av fólkunum, sum hava verið við til
samráðingarnar.
Tey siga seg als ikki kenna tað aftur, sum
Jógvan Skorheim hevur borið fram í miðlunum.
Skuldi Skorheim í samgonu, so skuldi hann
eisini í landsstýrið – og harvið mátti hann latið
borgarstjórasessin frá sær, og farið niður í løn.
Sum løgtingsmaður og borgarstjóri kann
hann hugna sær við
90.000 krónum í løn
um mánaðin, hóast
tey samkyndu kanska
sleppa at giftast.
Eru vit sum presturin og levitturin?
Skorheim pellar
um hjúnabandið
vil endurskapa sambandið
praktiska loysnin
»kært barn har mange navne«
Les eisini blaðið
á telefonini
Ætlar tú at musl
imar skulu yvir
taka Føroyar?...
Heini í Skorini
síða 21
Gastro-ferðavinna
er í stórum vøkstri
Johan Mortensen
síða 32
Visti tú?
At 36.458 veljarar
vóru á løgtingsvali
num í síðstu viku?
Tað er 88,8%
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Edmund longu gloymt sosiala
profilin sum hann saknaði?
Helgi Abrahamsen, fyrrverandi løgtingsmaður
»Næsta óvæntaða útmeldingin verður helst, at
Fólkaflokkurin hevur broytt navn til »Flóttafólka
flokkurin«, nú fleiri rýma úr flokkinum.«