Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. SEPTEMBER 2015 SOSIALURIN 104 4 Flogvøllurin í København hevur í summar havt mestu ferðsluna nakrantíð T á ið føroyingar flúgva av landinum, lendur størsti parturin av teimum á flogvøllinum í Kastrup í Danmark. Københavns Lufthavn er millum stóru flogvøllirnar í Europa og tann størsti flogvøllurin í norðurlondum, og í summar var ferðslan har størri, enn hon nakrantíð áður hevur verið. Í juni, juli og august ferðaðust 7,8 milliónir fólk ígjøgnum flogvøllin í Kastrup, og tað er besta summarið í næsta 90 ára longu søguni hjá flogvøllinum. Størsti einstaki mánaðin var august, tá ið 2,6 milliónir fólk fóru um flogvøllin í Kastrup – tað var ein vøkstur upp á 5,5 prosent samanborið við sama mánað í fjør. Av teimum 2,6 milliónunum, sum ferðaðust um Kastrup í august, fóru tey flestu til ein flogvøll í Europa. Bert 275.000 fólk vóru í Kastrup ávegis til eitt land uttan fyri Europa. Ein nýggj kanning er komin til ta niðurstøðu, at tað eru 3.040 milliardir trø á jørðini, og harvið verður staðfest, at tað eru munandi fleiri trø á jørðini, enn hildið hevur verið. Aðrar metingar hava viljað verið við, at 400 milliardir trø vóru á jørðini, men nýggja metingin sigur, at tað eru 422 trø fyri hvønn persón í heiminum. Nýggja kanningin hevur gjørt munandi meira umfatandi metingar, enn aðrar kanningar hava gjørt, og tí verður hildið, at nýggju tølini eru meira eftirfarandi enn tey gomlu. Kanningin kemur eisini fram til, at jørðin hevur mist næstan helmingin av sínum trøum gjøgngum tíðina, og í løtuni minkar talið á trøum við 10 milliardum um árið. Høvuðsorsøkirnar til hetta eru búsetingar og dyrking av jørð. ST hevur ført eina kampanju um at fáa fólk og felagsskapir at planta nýggj trø, og nú er málið, at komandi tíðina skulu ein milliard nýggj trø plantast kring heimin. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 10-15 m/s 8-15 m/s 5-10 m/s 10-13 m/s 8-13 m/s 10-15 m/s 8-13 m/s av útsynningi, í støð um upp í 15 m/s. Turt og nakað av sól. Hitin millum 10 og 13 stig. 8-13 m/s av útsynningi, í støðu upp í 15 m/s. Turt og skýggjað, men onkrir sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig. Um kvøldið 10-15 m/s av landsynningi og útsynningi, skýggjað og regn eitt skifti. Hitin um 10 stig. 10-15 m/s av útsynningi, minkandi niður í 5-10 m/s av suðri. Mest turt og møguleiki fyri sól. Hitin um 10 stig. Um náttina 5-10 m/s av útsynningi og eystri, turt og skýggjað. Hitin milum 7 og 10 stig. Mánadagur 2-7 m/s av norði og landnyðringi. Turt og møguleiki fyri sólk. Hitin milum 10 og 13 stig. Um náttina 5-10 m/s av norði, skýggjað og sum frálíður regn. Hitin millum 7 og 10 stig. Týsdagur 5-10 m/s av ymsum ættum. Um náttina 10-15 m/s av landsynningi. Mest skýggjað og regn ein part av tíðini. Hitin um 10 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Hví hava vit politiskar flokkar, hví hava vit ikki bara einstaklinga val? Tað snýr seg bara um eins egna ego álíkaval.« Sæð á Facebook: »Kanska átti Jørgen at latið Janus stýripinnin, áðrenn alt flogið er farið.« Seinastu vikurnar hevur stóri streymurin av flóttafólki úr ófriðarliga Sýria verið ovast á breddanum í samfelagskjakinum. Hóast bert ein minni partur av hesum fólkum royna at sleppa til Europa, hevur talið av flóttafólkum úr Sýria verið óvanliga høgt. Europeisku stjórnirnar hava roynt at fyrihildið seg til avbjóðingina, og tey mest afturhaldandi londini hava eisini muga broytt síni sjónarmið og hava tikið ímóti flóttafólkum. Nógv vilja sleppa til Týskland og í norðurlondum er Svøríki best umtókt. Enn hava Føroyar ikki tikið ímóti flóttum, men tað eru tey, ið tosa fyri, at Føroyar eisini eiga at taka sín part. fólk ið er flýtt (t.d. av politiskum orsøkum) Nýtt Sjálvsstýrið tekur seg aftur frá samgongusamráðingunum, tí flokkurin er ikki samdur við ætlanum innan fiskivinnu og hjúnarbandslóg. Onnur sym­foni­ i­n hjá tóna­skald­ inum Sunnleifi Rasmussen, The Earth Anew, verður frum­ fram­førd í konsert­hús­ in­um í Helsinki í Finlandi. 100 kilo av rúsevnum verða funnin í einum húsvogni umborð á Norrønu á Seyðisfjørðinum. Jákup Mikkelsen skal taka sær av effoliðnum hjá ÍF, tað sum eftir er av kappingini. Annika Olsen boðar frá, at hon fer úr Fólka­ flokkinum, tí henn­ara sjónar­ mið sleppa ikki fram at í flokkinum. Gitt verður, at hon skiftir til Framsókn. »Flóttafólk« Trongligt í Kastrup 3000 milliardir trø eftir á jørðini MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt fólk fara at starvast í nýggja høvuðssætinum hjá BandNordik á Onarvegi í Havn. Nýggi bygningurin verður tikin í brúk í næstu viku 150 MANGT OG HVAT Visti tú? At 95% av flóttarfólkunum úr Sýria verða hýst í Libanon, Turkalandi, Jordan, Irak og Egyptalandi. GRANSKING: FLOGFERÐSLA: Tað hevur verið trongligt í Kastrup í summar ST ætlar at planta eina milliard nýggj trø komandi tíðina POLFOTO