Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. september 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. september 2015 · Nr. 105 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Politikkur Edmund Joensen bleiv eisini løgmaður 15. september Eirikur Lindenskov Tá løgtingið í morgin fer at velja nýggjan løgmann, verður tað ikki fyrstu ferð, at valið verður 15. september. Tað var tað eisini í 1994, tá Edmund Joensen varð valdur til løgmann. Løgtingsvalið í 1994 var hildið 7. juli, tá Lasse Klein sleit samgonguna millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldis­ flokkin og Sjálvstýrisflokkin. Illa gekk at skipa sam­ gongu, og tvey samgongu­ skjøl vórðu skrivað. Fyrst eitt millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýris­ flokkin. Tað var eisini undirskrivað. Men tá tey fóru at býta málsøkini kom ósemja, sum endaði við, at hendan samgongan bleiv av ongum. Síðani varð samgonga skipað millum Sambands­ flokkin, sum varð størsti flokkur á valinu, Javnaðar­ flokkin, sum var stóri taparin á valinum  – flokkurin mist fimm av tíggju tingsessum, nýggju Verkamanna­fylki­n­g­ ina og Sjálvstýrisflokkin. Samgongan var komin í pottin, og ætlanin var at velja løgmann 14. september. Men av tí at Javnaðar­flokk­ urin ikki var liðugur við inn­ anhýsistelvinga um lands­ stýrissessir, var ikki klárt at kalla tingið saman fyrr enn 15. september, tá Edmund Joensen varð valdur til løg­ mann, og landsstýrið mann­ að. Hetta var samstundis seinsatu ferð, at løgtingið valdi landsstýrisfólk. Tí nýggja stýrisskipanin, sum kom í gildi í hesum val­ skeiðinum, ásetti, at løg­ maður skuldi tilnevna lands­ stýrisfólkini, sum hevur verið gjørt síðani. Aksel verður trettandi løgmaðurin Tá Aksel V. Johannesen í morgin verður valdur til løgmann, verður hann tann 13. løgmaðurin í Føroyum síðani heimastýrislógina. Løgmansembætið sum landsstýrisformaður kom við heimastýrislógini í 1948. Andras Samuelsen úr Sam­ bandsflokkinum var fyrsti løgmaður. Sambands­flokk­ur­ in hevur havt fimm løgmenn tilsamans: • Andras Samuelsen 1948-50 • Kristian Djurhuus 1950-59 og 1968-70 • Pauli Ellefsen 1981-85 • Edmund Joensen 1994-98 • Kaj Leo Holm Johannesen 2008-2015 Aksel V. Johannesen verð­ur fimti løgmaður Javnaðar­ floksins. • Petur Mohr Dam 1959-63 og 1967-68 • Atli P. Dam 1970-81 og 1985- 89 og 1991-93 • Marita Petersen 1993-94 • Jóannes Eidesgaard 2004- 2008 • Aksel V. Johannesen 2015- Fólkaflokkurin hevur tríggj­ ar ferðir havt løgmann: • Hákun Djurhuus 1963-67 • Jógvan Sundstein 1989-91 • Anfinn Kallsberg 1998-2004 Tjóðveldi er einasti av størru flokkunum, sum enn ongantíð hevur havt løgmann. Átta fólk í nýggja landsstýrið Málsøkini eru nú býtt millum flokkarnar, sum í morgin fara at kjósa sær síni landsstýrisfólk. Enn eru ikki nøvn sett á, hvør skal í landsstýrið. Sum in.fo skilir tað, fara allir tríggir flokkarnir at kjósa síni landsstýrisfólk í morgin. Greitt er, at Aksel V. Johannesen verður løg­ maður. Umframt løg­ mann, so fær Javnað­ar­ flokkurin trý aðalráð. Tey eru: Almannaráðið Mentamálaráðið Innlendismálaráðið Tjóðveldi fær trý aðalráð. Tey eru: Fíggjarmálaráðið Fiskimálaráðið Heilsumálaráðið Framsókn fær eitt ráð: Vinnumálaráðið, sum eis­ini skal umsita uttan­ríkismál