Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað var Jóannes Eidesgaard, fyrr­ ver­andi formaður Javn­að­ar­floks­ins sum í eini tíðargrein í Sosialinum – eft­ir at hann var givin í politikki – mælti eftir­manni sínum at skipa eina alt­er­nativa samgongu mill­ um Javn­að­ar­flokkin, Tjóðveldi og Fram­sókn – at hann fór at skipa blokk­politikk, sum eingin annar hig­ar­til hevur megnað. Tá vit tosa um blokkpolitikk, sum vit kenna úr okkara grannalondum, so merk­ir tað, at ávísir flokkar draga somu línu. Í Bretlandi og í Danmark tosa vist um reyðan og bláan vong. Í okkara heimliga – og við hvørt fýradim­en­si­o­nella politikki – eru lit­ ir­nir ikki altíð so greiðir at fáa eyga á. Men andstøðan seinastu fýra árini hev­ur staðið meira saman, enn and­ støðu­flokk­ar plaga at gera. Samgonguflokkarnir farnu fýra ár­ini – serliga Fólkaflokkurin og Sam­bands­flokk­ur­in, hava eisini stað­ið sum ein stór­ur og sterkur blokk­ur, sum vildi fremja nakrar stór­ar broytar, kosta hvat tað kosta vildi. Tað eydnaðist at broyta skatta­ lóg­ina, með­an tað ikki eydnaðist at broyta komm­unu­bygn­að­in, at fremja eina pen­sjóns­ný­skip­an ella at fremja eina fiskivinnunýskipan. Tað varð harður ágangur á sam­ gong­una longu frá fyrsta degi, tá tað kom fyri ein dag, at samgongan bara vildi lætta um skattatrýstið hjá hægru inntøkunum. Hetta var gjørt so mikið tíðliga í val­skeiðinum, at tað fór kanska ikki at merkjast á valinum – havandi í huga, hvussu stutt pol­itiska minnið hjá velj­ar­u­num vanliga er. Men velj­ arakanningar vístu tíðliga, at fólk­ið ikki vildi sum samgongona, og tað vísti fólkið eisini á valinum 1. sep­ tem­ber. Útskiftingin er sera stór. Ong­ an­tíð áður er ein samgonga varpað út so­leið­is, at eingin av flokkunum í fyrru sam­gonguni heldur fram í tí nýggju samgonguni. Men ta støðuna hava vit hesaferð. Andstøðan hevur stað­ið saman – og stendur nú saman sum ein samgonga. Spurningur verður, hvussu sam­ an­hald­ið fer at verða mill­um Fólka­ flokk­in og Sam­bands­flokk­in, og um valið av nýggj­um formanni fer at føra Sam­bands­flokk­in inn aft­ur á gomlu sambands­leið­ina, sum Ed­ mund Jo­en­sen hev­ur stað­ið fyri. Tað sum hann kallar sosial-liberalu leið­ina. Alt eftir, hvussu politiska handa­ lag­ið hjá Aksel V. Johannesen verður, nú hann situr á evstu rók, fáa vit at síggja, um hesin blokkurin mill­um Javn­að­ar­flokk­in, Tjóð­veldi og Fram­ sókn fer at halda – og um ein nýggj pol­it­isk kós nú er sett út í kortið. Fólkið vildi broytingar í landsins leiðslu, og fólkið fekk broytingar. Kanska hetta var tað, sum skuldi til fyri at fáa broytingar Nú líkist tað blokkpolitikki Letur ­fullveld­ is­flokk­ um valdið Bárður Nielsen Kjak síða 20 Kristin og sam­ kynd Bergunn Kass kjak Síða 20 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tað rínur og hvínur hjá sam­ bands­monn­um í hesum døg­ um, sum ynskja sær tann veru­leika, at tað er ein full­ veld­is­samgonga, sum skipað er mill­um Javnaðarflokkin, Tjóð­veldi og Framsókn. Fyrstur var fyrrverandi for­maður Sambandsfloksins, Ed­mund Joensen. Næstur hon­um komandi formaður Sam­bands­floksins, Bárur Niel­sen, og síðani kom vrak­ aði tingmaðurin, Helgi Abra­ ham­sen. Boðskapurin er tann sami. Javn­að­ar­flokkurin hevur svik­ ið sínar veljarar og lumpað fyrr­verandi sambandsveljarar at velja samríkisflokkin Javn­ að­ar­flokkin, sum kortini – tá alt kemur til alt – er ein full­ veld­is­flokkur. So herligt, tá tú heldur, at tú kanst definera veruleikan. Tað er í øllum førum nógv nemm­ari. Ed­mund-vongurin í Sam­ bands­flokk­i­num var for­ nerm­að­ur við Kaj Leo, tí hann dropp­aði Javnaðarflokkin og valdi Fólkaflokkin í 2011. Ed­ mund hevur skrivað nógvar grein­ar og eina heila bók um tað. Og tað passar eisini, at tað var skeivur taktikkur hjá Kaj Leo. Tað vísir valúrslitið nú. Fólk­ið vildið ikki hava borg­ ar­ligu sam­gong­una, og sam­ bands­velj­ar­ar vildu heldur ikki hava, at Fólka­flokk­ur­in skuldi ráða í Sam­bands­flokk­ i­num. Sum hann hevur gjørt sein­asta skeiðið. Tí skilja vit væl frustr­a­ti­ ón­ina hjá fyrrverandi og kom­ andi formanni Sam­bands­ floks­ins. – Men grenjið nú ikki for nógv, so fer trúvirðið. Royni tit bara at byggja Sam­bands­ flokk­in uppaftur, so kanska aðr­ir tíma tykkum næstu ferð! ;-) Frustreraðir sambandsmenn Nýggja tingkvinnan hjá Javn­að­ar­flokk­inum for solo longu fyrsta dagin, hon møtti á tingi. Við útvarpið beint eftir ting­fund­in segði hon, at hon alt fyri eitt fór at leggja upp­ skot­ið um at broyta hjún­a­ bands­lógina fram fyri tingið. Framløga er á skránni fyri tingfundin hósdagin, og tá verð­ur uppskotið hjá henni eft­ir øllum at døma lagt fyri ting­ið. Ilt er at meta um, hvørt hetta er ein provokatión, ella um tað er talan um pol­itiskt handverk, sum er av handa­ hógv­ið merkt, tí talan er um eitt sera eldfimt mál. Tað er okkurt, sum bendir á, at Sonja Jógv­ans­dótt­ir ikki hev­ur flokk­in og sam­ gong­una aft­an fyri seg – og kanska merkir tað, at hon er í stríð við tey um hetta mál. Sambært tí, sum higartil er kom­ið fram, so ætlar sam­ gong­an ikki at binda fólk nið­ ur í hes­um máli, so sum fleiri aðr­ar sam­gongur hava gjørt. Tað tyk­ist tó at vera greitt, at um ikki full, so rætti­liga breið semja er í sam­gong­uni um at fáa hetta mál­ið framt. Tí kann tað verða vágið av Sonju Jógv­ans­dótt­ir at fara í sjálv­drátti. Tað boð­ar ikki frá góð­um politiskum tevi – tí tað er so skjótt, at »pol­ itikk­ur kemur í málið«, sum vit plaga at siga – sum merk­ ir, at alt møgu­ligt annað fær týdn­ing, sum einki hevur við veru­liga málið at gera. Hevði samgongan havt sett hjúna­bands­lógina í sam­ gongu­skjal­ið, so var talan um eitt sam­gong­u­mál. Og hevði sam­gong­an tá ikki verið 100 pro­sent samd, so hevði málið fall­ið – tí soleiðis virkar pol­i­ tikk­ur í verki á tingi. Hevði andstøðan – ella part­ar av andstøðuni verið part­ur av málinum og følt ogn­ar­skap í málinum, so hevði tað nógv betri møgu­ leik­ar at verið samtykt. Politiskt vit og skil og tev sig­ur okk­um tí, at Sonja Jógv­ans­dótt­ir heldur átti at tosað við nøk­ur onn­ur ting­ fólk – úr øll­um sam­gongu­ flokk­u­num og úr Sam­bands­ flokk­i­num. Hevði hon fingið uppstillarar úr teim­um trim­ um sam­gongu­flokk­u­num sam­an við eitt nú ting­fólk­um úr Sam­bands­flokk­i­num, so varð mál­ið heilt víst samtykt. Men við at fara út solo – at fara í sjálvdrátti, so kann mál­ið fella, og vit kunnu øll stað­festa for­dóm­ar­nar ímóti pol­it­isku skipanini, sum ikki vil øll­um javnrættindi. Politikkur er at vilja broyt­ing­ar. Men eitt slíkt mál skal mýkj­ast og ikki knallast fram á ting­borð í óðum verk­ um. So­leiðis kann Sonja Jógv­ ans­dótt­ir gera teim­um sam­ kyndu eina bjarnatænastu við at fara fram í sjálvdrátti. Sonja koyrir longu solo