týsdagur 15. september 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Tað er ikki at gera ov nógv
av at siga, at ein ávísur ótti
hevur verið í fiskivinnuni
í seinastuni, nú Javnaðar
flokkurin, Tjóðveldi og Fram
sókn hava arbeit við at skipa
samgongu.
Retorikkurin í farna val
skeiði var ógvuliga harðligur
og kundi bent á, at komu
hesir flokkar í samgongu,
so fór fiskivinnan at verða
kollvelt áðrenn 1.januar 2018.
– Men eg má siga, at eg
dugi væl at síggja fleiri
positivar tankar í tí, sum
stendur í samgonguskjal
inum,
sigur
formaðurin
í
Føroya
Reiðarafelag,
Annfinn Olsen.
– Sum tað fyriliggur nú, so
haldi eg ikki hetta er nøkur
fastlæsing, men at hetta
heldur letur upp fyri fleiri
skilagóðum loysnum leggur
hann afturat.
Formaðurin í Reiðara
felagnum hevur lagt til
merkis, at í samgonguskjal
inum stendur, at allar broyt
ingar skulu gerast við einari
skiftistíð, so tey sum longu
nú eru í vinnuni sleppa
at tillaga sítt virksemi til
nýggju skipanina.
Ongin uppboðssøla
Formaðurin í Reiðarafelag
num hevur eisini lagt til
merkis, at orðið uppboðssøla
als ikki stendur í samgongu
skjalinum.
Heldur
ikki
verður tosað nakað um lang
tíðarloyvir.
– Hetta eru tveir av pol
unum, sum hava elvt til nógv
stríð og nógvan ótta í vinn
uni. Tey eru als ikki at síggja
í samgonguskjalinum.
Hinvegin stendur greitt,
at vinnan skal virka eftir
marknaðartreytum, so tað
er helst meira, hvat nevndin
sum skal koma við uppskot
um kemur til, um vit fáa eina
fiskivinnu við uppboðssølu
ella ei.
Uppsjóvarflotin
Øll vita, at hesi seinnu árini
er tað uppsjóvarflotin, sum
klárar seg serliga væl. Hvørt
skip forvinnur pening.
– Men vit eiga sjálvandi
ikki at gloyma, at hetta
kemst av, at vit í júst hesi
vinnuni hava rationalserað
nógv. Skipini eru nógv færri
og effektivari í dag enn fyri
árum síðani, men tað krevst
eisini umv it skulu kappast
við aðrar, sigur Annfinn
Olsen.
Hann vísir á, at hetta
sama als ikki er hent í botn
fiskaflotanum.
Millum
partrolararnar
eru nakrar rationaliseringar
hendar, men serliga í línu
flotanum
eru
vit
sigld
afturút.
Okkara skip eru gomul og
dýr, sammet við norsk skip.
Har er eisini línuflotin for
nýggjaður og klárar seg væl
í dag.
Í
samgonguskjalinum
verður útróðrarflotin eisini
nevndur. Í samgonguskjal
inum verður nevnt, at serliga
skipan kann gerast fyri út
róðrarflotan.
Útróðrarflotin er uma t
fara í søguna. Bert fáir veru
ligir útróðrarmenn eru eftir
og skulu teir framhaldandi
yvirliva, so er neyðugt, at
okkurt verður gjørt.
Samanumtikið
er
for
maðurin í Føroya Reiðara
felag
meira
bjartskygdur
um, at tað ber til at gera eina
nýskipan, sum allir kunnu
iva við.
– Sum eg fái burturúr,
so er ikki talan um nakra
fastlæsing. Har eru nógvir
positivir tankar, sum vit lætt
eiga at fáa okkurt skilagott
burtur úr, sigur formaðurin
í Føroya Reiðarafelag.
post@sosialurin.fo
sær positivt út
á fleiri økjum
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag sær fleiri skilagóðar tankar í samgonguskjalinum
Reiðarafelagið
– Samgonguskjalið er í hvussu so er ikki nøkur fastlæsing, sigur Annfinn Olsen, formaður í Føroya Reiðarafelag