týsdagur 15. september 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Meðan
Javnaðarflokkurin,
Tjóðveldi
og
Framsókn
sótu í andstøðu funnust
flokkarnir hvassliga at, at
onki var gjørt fyri at broyta
fiskivinnuskipanina.
Flokkarnir
funnust
eisini at, at ongar veruligar
samráðingar vóru millum
samgongu og andstøðu um
tær broytingar, sum skulu
gerast at koma í gildi 1.
januar 2018.
Nú
eru
flokkarnir
sjálvir farnir í samgongu
og eftir tí, sums tendur í
samgonguskjalinum, so skal
arbeiðast skjótt við nýskipan
av fiskivinnuni nú.
So
skjótt
ein
landsstýrismaður
(Høgni
Hoydal, red.) er valdur, skal
hann seta eina nevnd, sum
skal gera tilmæli til politisku
skipanina
um,
hvussu
fiskivinnan skal skipast.
Nenvndin um skal koma
við uppskotum skal mannast
við arbeiðsfólki við fakligum
førleikum og vinnuligum
royndum.
Arbeiðið hjá nevndini skal
byggjast á hesar aðalreglur:
• Allur fiskiskapur skal
vera lívfrøðiliga, búskap
arliga og samfelagsliga
burðardyggur.
• Livandi fiskiríkidømið
í føroyskum sjógvi og
tað, sum Føroyar hava
samráðst seg til í av
talum við onnur lond,
skal framhaldandi vera
fólksins ogn og kann ikki
gerast ogn hjá privatum
feløgum ella einstakling
um ella fara á útlendskar
hendur.
• Fiskirættindi skulu vera
á føroyskum hondum.
• Farast skal frá privatari
sølu av loyvum og fiski
rættindum.
• Farast skal frá politiskari
útluting av fiskirættind
um til eina marknaðar
grundaða skipan.
• Veiddur fiskur skal vera
atkomiligur hjá virkjum
á landi at bjóða uppá.
• Veiðan og alt av fiskinum
eigur at verða fingið til
lands og í størstan mun
virðisøkt í Føroyum.
• Bert feløg, sum hava
føroyskar eigarar, eru
skrásett í Føroyum, rinda
skatt í Føroyum og sum
rinda manningini hýru
sambært føroyskum
sáttmála, kunnu bjóða
seg fram í føroyskari
fiskiveiði.
• Serlig skipan kann ger
ast fyri útróðrarflotan.
Sagt verður í samgonguskjal
inum, at eitt uppskot um
nýggja skipan skal leggjast
fyri tingið í seiansta lagi á
ólavsøku næsta ár.
Tað verður í samgongu
skjalinum
lagdur
stórur
dentur á, at broytingarnar
í fiskivinnuskipanini skulu
gerast skynsamt og at alt
skal fara fram í einari skiftis
tíð, so núverandi aktørar
kunnu tillaga seg broyttu
skipanini.
Samgongan ætlar ikki at
trumfa sína skipan ígjøgn
um, men tilmælini skulu
leggjast fyri allar flokkar.
Politiskar samráðingar mill
um flokkarnar skulu borga
fyri, at ein varandi semja
verður gjørd um fiskivinn
una.
Botnfiskurin
Botnfiskastovnarnir eru sera
illa fyri og heimaflotin hevur
havt tað ómetaliga tungt
hesi seinastu árini. Ongantíð
hevur verið so lítið at fáa
sum kreppuárini í farnu
øld.
Fyri at lætta um trýstið á
botnfiskastovnarnar undir
Føroyum skal okkurt gerast.
Í
samgonguskjalinum
verður nevnt, at beinanvegin
verður farið undir at arbeiða
við at gera býtisavtalur við
grannalondini, so til ber at
fáa størri kvotur av botnfiski
aðrastaðni, sum heimaflotin
so kann troyta.
Marknaðartreytir
Sum nevnt í einum av aðal
reglunum, so ætlar sam
gongan at forða fyri, at tað
skal bera til at spekulera við
loyvum.
Í framtíðini fer ikki at
bera til at selja og keypa fiski
rættindi privat. Í veruleik
anum verður øll fyrisitingin
av lógini um vinnuligan
fiskiskap eftirmett.
Nú skulu loyvir ikki long
ur lutast út, men tey skulu
seljast frá tí almenna og alt
skal gerast eftir marknaðar
treytum. Loyvini skulu eisini
latast eftir teimum virðum,
sum marknaðurin setir tey
til.
Hvussu
hetta
verður
gjørt, skal nevndin sum sett
verður, eisini koma við upp
skoti um.
Kjarnan
í
føroyskum
vinnupolitikki skal vera, at
føroyska tilfeingið verður
gagnnýtt so gott sum til ber.
Uppskotið um nýskipan
skal leggjast fyri í seinasta
lagi á ólavsøku næsta ár.
post@sosialurin.fo
Samgongan fer at gera
nýskipan til fiskivinnuna
Tað fer at taka longri tíð enn tey flestu væntaðu, men nýggja samgongan
hevur sett sær fyri at broyta fiskivinnuskipanina
nýskipan
Botnfiskaflotin hevur tað tungt, so ætlanin
er at býta uppsjóvarfisk við botnfiskakvotur
hjá grannalondum okkara
Uppsjóvarvinnan gongur væl í løtuni, men ætlanin er, at onnur eisini skulu sleppa framat tilfeinginum