Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Fyri aðru ferð fall tað Poul Michelsen í lut at seta Løg­ tingið eftir eitt val, tí hann er elsti tingmaðurin. Tað var eisini hátíðar­dag­ ur yvir tinginum, tá ið nýggj og fyrrverandi tingfólk og lands­stýrisfólk hittust til fyrsta tingfundin eftir valið 1. september. Poujl Michelsen, Fram­ sókn, skipaði fyri, at val­brøv­ ini hjá teimum nývaldu vóru eftirkannað. Tað var eisini hann, sum bað um uppskot til nýggjan ting­formann. Vegna nýskipaðu sam­ gong­una var tað sam­ ráð­ingar­leiðarin Aksel V. Johanne­sen, sum skeyt upp, at Páll á Reynatúgvu, Tjóð­ veldi, varð valdur til nýggjan for­mann. Uppskotið fall í góða jørð, tí tað var eitt einmlælt Løgting, sumv aldi nýggja ting­formannin. Nýggi tingformaðurin boð­aði so frá,a t hann hevði fingið eitt skriv frá sam­gong­ uni um, at hon fegin vildi hava, at Aksel V. Johannesen, varð valdur til løgmann. Tí skeyt løgtingsformaðurin upp, at tingið valdi Aksel V. Johanne­sen til løgmann. Tá ið atkvøtt var, vísti tað seg, at nýggi løgmaðurin fekk 22 av teimum 33 atkvøð­ unum. Tað vil siga, at Fólka­ flokk­urin og Sam­bands­ flokk­urin atkvøddu ikki fyri løg­manni. Landsstýrið Løgtingið er okkara tjóðar­ ting. Tað er valt av teimum um­leið 35.000, sum hava valrætt. Tingið velir so løg­ mann, men tað velir ikki lands­stýrisfólkini. Tað ger løgmaður og tað gongur formliga fyri seg í Tinganesi. Í gjár hevði Aksel V. Johannesen tó valt, at nýta høvi til í tingsalinum at kunn­gera, hvønn hann fór at tilnevna, sum lands­stýris­ fólk. Fyri Javnaðarflokkin eru tað Eyðgunn Samuelsen, al­ manna­mál, Henrik Old, inn­ lendis­mál og Rigmor Dam, menta­mál. Fyri Tjóðveldi eru tað Høgni Hoydal, fiskivinnumál, Kristina Háfoss, fíggjarmál og Sirið Stenberg, Helsumál. Fyri Framsókn umsitir Poul Michelsen vinnumál og uttan­ríkismál. Nógv fólk Óvanliga nógv fólk var til staðar í Løgtinginum hendan hátíaðrdagin. Nógv tingfólk vóru í føroyskum klæðum og á áskoðaraplássunum sóust mong av teirra nærmastu. Stemningurin var rættu­ liga góður, men tað kom helst eitt sindur óvart á, tá ið Sonja Jógvansdóttir alment boðaði frá, at hon longu í dag fer at bera Løgtinginum eitt uppskot um broytingar í hjúnar­bandslógini. Samgonguskjalið er ómeta­liga veikt orðað um júst hetta mál, so onki er at ivast í, at hetta er ein gerð, sum ger heilt klárt, at undir sam­ráðingunum um sam­ gongu­skjal, hevur Sonja Jógvandóttir ikki fingið nakrar sømdir. Hennara fremsta mál und­ir valstríðnum var júst at broyta hjúnarbandslógina, so fólk av sama kyni kundu ganga í skrásett parlag. post@sosialurin.fo Nýggjur løgmaður valdur og landsstýrið mannað Hátíðardámur í Løgtinginum, tá ið løgting og landsstýrið vóru mannað. Aksel V. Johannesen er nýggjur løgmaður landsstýrið mannað Myndir: Álvur Haraldsen