týsdagur 15. september 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
– Eg eri sera ótolin og vil
hava tingini at henda skjótt
– helst her og nú.
Nývaldi landsstýrismað
urin við innlendismálum,
Henrik Old, dylur ikki fyri,
at hann bæði er bráður og
ótolin, men hann hevur eis
ini eina greiða forkláring
uppá, hví tað er so.
Í mong ár hevur hann
siglt sum skipari og tá er
mangan neyðugt at taka
skjótar avgerðir.
– Tá ber sjáldan til at bíða.
Avgerðirnar mugu takast, so
tingini kunnu henda, sigur
hann.
Tá ið Aksel V. Johanne
sen, løgmaður, valdi at seta
Henrik Old sum landsstýris
mann, so visti hann væl, at
hann fær ein mann við sera
drúgvum royndum, bæði úr
politikki og úr vinnulívinum.
Henrik Old var fyrstu
ferð valdur á ting í 1984.
Burtursæð frá tíðarskeið
num frá 2008 til 2011 hevur
samanhangandi
sitið
í
Løgtinginum. Hann hevur
røkt fleiri nevndarsessir, og
hann hevur eisini verið for
maður í nevndum, umframt
at hann hevur veirð formað
ur í Útnorðurráðnum.
Strandferðslan
Javnaðarflokkurin
fekk
tríggjar tingmenn valdar
í
Suðuroynni.
Umframt
Henrik Old vóru Kristin
Michelsen og Bjarni Hammer
valdir.
Beinanvegin hetta var
kent fór tos í gongd um,
hvat nú fer at henda við
Strandferðsluni,
tí
fleiri
lyftiur vóru í valstríðnum
givin um sambandið millum
Suðuroynna og restina av
Føroyum.
Nú er landsstýrismaðurin
so settur, sum eisini hevur
Stgrandferðsluna
sum
málsøki.
– Tað er sjálvandi lætt
ast fyrst at tosa um Strand
ferðsluna, sigur Henrik Old,
tá ið hann verður spurdur
um, hvørjar raðfestingar
tankar hann hevur gjørt sær
nú hann fer í Tinganes.
Hann vil ikki beinleiðis
raðfesta enn, hvat fer at
henda.
– Eg fari sjálvandi fyrst og
fremst at lurta meg fram til,
hvat tað er, tey sum bruka
Smyril vilja hava. Tað ber
ikki til at gera nakað, sum
fólkið ikki vil hava.
Hann vísir á, at ein fund
ur er í kvøld í Hovi um
hvat brúkararnir av Smyrli
ynskja. Hvussu tey kundu
hugsa sær, at hann skal sigla.
– Tí umframt ferðafólkini,
so er tað eisini vinnulívið í
Suðuroynni, sum hevur tørv
á farmaflutningi, sum passar
til avskipignarnar, leggur
nývaldi landsstýrismaðurin
afturat.
Eisini ferðavinnan hevur
tørv á betri sambandi til
Suðuroyar. Í tí sambandi
nevnir Henrik Old eisini,
at tað er sjáldan bussar við
ferðafólki koma til Suður
oyar, tí prísurin at fáa ein
buss við til Suðuroyar er so
høgur.
Í sambandið við, tá ið
Smyril leggur at í Havn, so
heldur hann at viðurskiftini
eru vánalig og ofta hættislig,
tá ið farmur og ferðafólk
koma í land í senn í sama
stað.
– Har ætli eg at seta meg í
samband við býráðið í Havn
og vita um vit ikki kunnu
finna eina betri loysn, sigur
hann.
Tunnlar og Landsverk
Stóri
almenni
stovnurin
Landsverk
hoyrir
eisini
undir landsstýrismannin við
innlendismálum.
– Tað ræður um at tryggja
hendan stovnin, so ró fæst
kring hann so hann fær gjørt
sítt arbeiðið, sigur Henrik
Old.
Hann vísir á, at seinnu
árini hevur tað haltað álvar
sliga við viðlíkahaldi hjá tí
almenna – bæði við bygning
um og vegum og lendingum.
Tað er sum tað er lættari
at fáa pening til nýgerð enn
til viðlíkahald.
– Her noyðast vit at seta
meira pening av, so tingini
ikki forfella. Hendir tað, so
verður upptakið so mikið
nógv størri og dýrari, sigur
hann.
Nývaldi landsstýrismað
urin sigur, at tað higartil
hevur gingið so væl at gera
Viðareiðistunnilin, at hann
verður liðugur fyrr enn
ætlað.
– Tí vænti eg eisini, at vit
kunnu fara undir Hvalbiar-
tunnilin fyrr enn ætlað. Tað
er neyðuugt fyri alt vinnulív
í Hvalba, at tunnilin verður
gjørdur tíðarhóskandi.
Tað hevur fleiri ferðir
verið
havt
á
lofti
um
Hvalbiartunnilin
ella
tunnlarnir Norður um Fjall
skulu
gerast
fyrst,
men
eftir hvat nýggi landsstýris
maðurin sigur, so verður
Hvalbiartunnilin
gjørdur
fyrst.
Arbeiðsmarknaðarmál
Nývaldi landsstýrismaðurin
hevur eisini eitt annað máls
øki afturatsær, sum kann
hava stóra ávirkan á ger
andisdagin
hjá
mongum
føroyingum.
Arbeiðsmarknaðurin
hevur nógv ymiskt, men tað
sum liggur fremst hjá Hnerik
Old er barnsburðarfarloyvi.
– Eg havi havt óteljandi
røður frá tingsins røðarapalli
um
barnsburðarfarloyvi.
Tað ætli er mær at fáa longt.
Málið er til eitt ár, men
kanska verður tað gjørt í
tveimum stigum, sigur hann.
Hann
undirstrikar,
at
allar
ábøtur
sum
hann
nevnir,
sjálvandi
eru
tengdar at fíggjarstøðuni hjá
landinum.
Bráður sum fáur
Landsstýrismaürin við innlendismálum og harvið eisini samferðslu, Henrik
Old, Javnaðarflokkurin, vil hava tingini at henda skjótt
Nýggjur landsstýrismaður
Henrik Old
Mynd: Álvur Haraldsen