týsdagur 15. september 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bergun Kass
Kristen og homo.
Soleiðis er heitið á
heimasíðu og krist–
num felagsskapi hjá
samkyndum í Dan–
mark.
Har sært tú persónsfrá–greið–
ingar, – um teirra lív, frá tí tey
varnaðust at tey vóru øðrvísi, til
tey, gjøgnum sorg, ørkymlan, stríð
og mótburð, góðkendu seg sum
øðrvísi og funnu frið við Guð, seg
sjálvi og partvís onnur.
Felags fyri bólkin er, at tey
stríðast fyri rættinum til kærleika
og rættinum til parlag.
Almenn uppgáva hevur altíð
verið, at stuðlað øllum fólki ‘til–
nærmelsvís’ vanligum viðurskift–
um, við atliti til lívsdygd.
Tí kann man, í kjalarvørrinum
av løgtingsvalinum – har hetta
evnið um samkynd tóktist at fylla
nógv – spyrja, hví so lítið bleiv
gjørt burturúr, av miðlum og
øðrum,at lýsa málið uppbyggjandi
og skipað – og finna partvís hini, ið
av átrúnarligum orsøkum eru ímóti
samkyndum parlagi.
Blaðgreinir og viðmerkingar
á Facebook áttu at havt verið
virðiligar, við atliti til, at tað eru
menniskju av holdi og blóði,
familjulagnur og lívsdygd hjá ein–
staklingum, tað snýr seg um.
Tolsemi skal ganga báðar vegir,
men gott hevði verið at funnið útav,
ella havt eitt útgangsstøði - í hvønn
mun fólk hava rannsakað evnið ella
um hvussu bíblian verður tulkað.
Niðanfyri tulking hjá Troels
Engberg-Pedersen, professari í NT
ved Københavns Universitets teo–
logiske fakultet.
Brot úr hugleiðing.
Skilsmisse er forbudt. Nuvel: Hvor–
dan vil moderne, konservative
kristne så forholde sig til det for–
bud? Det har de vel efterhånden
vænnet sig til at se mindre tungt
på. Hvorfor er det så lige nu så
galt med homoseksualitet, når
Matthæusteksten oven i købet slet
ikke handler om det?
Så er det, man må spørge de
konservative, som ønsker at støtte
deres argument mod kristenhomo–
seksualitet på Paulus, om de også
er parate til at købe hele pakken?
Eller på en lidt anden måde: Hvis
de ikke vil følge Paulus vedr.
seksuel lystfølelse i ægteskabet,
med hvilken begrundelse vil de så
påberåbe sig Paulus lige præcis
vedr. homoseksuel praksis?
Det handler her om≠ logik
og redelighed i fortolkningen og
anvendelsen af skriften. I forhold til
Paulus om seksualitet er der kun to
muligheder. Enten erklærer man sig
enig i det, der er Paulus' egentlige
påstand: Seksualitet er som såd–
an af det onde, fordi det leder væk
fra rettetheden mod Kristus (jf. 1
Kor. 7,32-34); derfor må den kristne
(uanset seksuel observans) leve i
total seksuel afholdenhed, altså i
cølibat. Eller også opgiver man at
forankre nogen som helst holdning
til menneskets seksualitet i Paulus.
Og så kan man heller ikke længere
bruge ham direkte i en kristen
argumentation
vedr.
homo–
seksualitet.
--
Hevði ynskt, at miðlar og fólk og
bólkar ímóti samkyndum par–
løgum, bjóðaðu inn til viðgerð,
og m.a. bjóðaðu ‘kristen og homo’
ella monnum sum Troels Engberg
Pedersen, til uppbyggjandi kunning
ella kjak um evnið.
Tað hevði tænt sakini virðiliga.
Øll greinin her -http://politiken.
dk/debat/kroniken/ECE130168/
kristendom-og-homoseksualitet/
Og www.kristenoghomo.dk
‘Kristen og homo’ og Troels Engberg-Pedersen
kjak
Bárður Nielsen
næstformaður í
Sambandsflokkinum
Javnaðarflokkurin
hevur
goldið
ein
sera høgan prís fyri
løgmanssessin
í
nýggja
landsstýr–
inum. Tað fer at
ávirka politikkin hjá samonguni
millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi
og Framsókn tann vegin, at full–
veldisflokkarnir fara at seta polit–
isku dagsskránna.
Hetta er myndin, nú málsøki eru
býtt, og partur av politikkinum er
vorðin kendur.
Við
teimum
upplýsingum,
ið eru tøkar, er greitt, at Javn–
aðarflokkurin hevur fingið ein
amputeraðan løgmanssess uttan
uttanlandsmál, ið eru avreidd til
Framsókn. Samstundis er greitt, at
Tjóðveldi skal umsita týðandi máls–
økini fíggjarmál og fiskivinnumál.
Eisini er komið í ljósmála, at
nýggja landsstýrið ætlar at fremja
útreiðslukrevjandi
yvirtøkur
og samstundis fastfrysta Ríkis–
veitingina og harvið reelt minka
inntøkur Føroya í komandi árum.
Álvarligt er eisini, at landsstýrið
ætlar at seta í gildi eina grundlóg
fyri Føroyar, sum kann væntast at
vera í stríð við ríkisgrundlógina.
Sum heild boðar hetta alt
frá
einum
afturhaldssinnaðum
fullveldislandsstýri.
Víðgondu
kreftirnar fara at niðurlaða Ríkis–
felagsskapin og skapa konfliktir
millum Føroyar og Danmark. Tað
er sera undrunarvert, at Javn–
aðarflokkurin, ið pástendur at vera
samríkisflokkur, hevur sett seg á
odda fyri einum fullveldissinnaðum
landsstýri.
Væntast kann, at vinnulív og
fíggjargeiri skulu brúkast sum
okkurt slag av politiskum spæli-
plássi. Søguliga sæst, at tá ið full-
veldisflokkar
koma
til
valdið,
minka teir inntøkurnar og økja
útreiðslurnar og seta harvið væl–
ferðina í vanda.
Sambandsflokkurin
ávarar
staðiliga ímóti politikkinum hjá
samgonguni og fer í andstøðu
at stríðast ímóti fullveldispoli–
tikkinum. Har, ið tað ber til, vil
Sambandsflokkurin tó eisini sam–
starva við samgonguna um mál,
ið kunnu vera til fyrimuns fyri
Føroyar og føroyingar.
Vandakós: Javnaðarflokkurin
letur fullveldisflokkum valdið
Føroyingar noyðast at búgva seg til afturstig við víðgongdum loysingarpolitikki, nú
fullveldisflokkar skulu umsita uttanlands-, fíggjar- og fiskivinnumál í nýggja landsstýrinum
Tønnes Mikkelsen
Mangir leikir eru í drúgvum
talvi. Orðatakið verður mangan
brúkt í politikki. Í løtuni síggja
vit umbýttar finnur renna runt
í Evropa sum meyrur. Eldur er
í túgvuni. Men eingin tosar um
hvørjir, ið telva.
Fyrr
í
Føroyum
høvdu
teir
4-manns talv. Men i Miðeystri líkist
tað meira einum 8-manns talvi, sum
fer fram:
• U.S.A. kontra Russland
• Sunnimuslimar kontra
shiamuslimum
• Iran kontra Saudi Arabia
• Ísrael kontra muslimska heimin
• Fleiri X kontra Y kundi lætt
sloppið við á listanum:
• Vápnaídnaðurin, Turkíið,
kurdar, kristin, fíggjarheimurin,
oljuíðnaðurin o.s.fr.
• At hjálpa flóttafólk er sum at
geva pínutablettir fyri tannapínu
- symptom viðgerð. Sjúkan sjálv
verður ikki viðgjørd.
• Hvør er tað, sum heldur bálið
í Miðeystri í gongd? Og hví?
Eisini øll vit í Evropa eru finnur
í hesum talvi.
• Eru tað allir amerikanarar, sum
standa aftanfyri? Allir russarar?
Allir sunnimuslimar? Allir shia–
muslimar o.s.fr.? Nei, tað eru bert
smáir bólkar í hvørjum av teim
stóru bólkunum, sum eru við í
talvinum.
• Hvørjir eru hesi smáir bólkarnir
- hetta fortelja tíðindafólk einki
um. Ístaðin geva tey okkum
dagligt syrgiligar søgur um ein–
staklingar, og fáa okkum at øtast
og fáa okkara kenslur upp á kók.
So eru vit upptikin! - og talvið
kann halda áfram. Og brennievni
halda fram at verða kastað á
bálið.
Um nakað er til sum eitur heims–
opinión, so eigur hon at finna fram
til brennivargarnar og tvinga teir
til okkurt slag av samráðingarborði.
Tað hevði hjálpt fløttunum.
Talvið í Miðeystri