Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. september 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106 22 Sosialurin Sjóvinna Vilmund Jacobsen Tá havrannsóknarskipið Magnus Heinason kom aftur av Føroyabanka mána­ kvøld­ið, høvdu teir stívliga 30 stórar toskar, umframt nakað av hýsu, upsa og høggu­slokki. Hóast hetta er lítil veiða eftir royndina á Banka­num, kemur hon væl við hjá mat­ stovuni Barbaru í Gongini í Havn, har borðreitt verður seinni í heyst við saltaðum føroyabankatoski. Týsmorgunin varð fisk­ urin skipaður upp á Ísbryggj­ uni á Vestaru Vág í Havn og koyrdur heim í Gongina. Klokkan 10.30 týs­morg­ unin fóru tveir royndir menn, Ingvar Joensen, stjóri í Tav­uni í Leirvík og vinmaður hans­ara, Ólavur Sjúrðarberg, at flaka­skera og flekja hesar ediligu fiskar – hvør størri og vakr­ari enn annar. Báðir eru teir royndir í leikum við knívinum, og tað krevur sín mann at avhøvda og skera hesar stóru og feitu fiskar, har teir størstu viga eini 20-30 pund hvør. Ingvar og Ólavur flaktu og skóru fiskarnar til flak, og tá hetta var fingið frá hond­ ini, varð fiskurin saltaður á traditionellan før­oysk­an hátt á einum av etableraðu før­oysku saltfiska­virkj­ unum. Køksleiðarin í Áarstovu, Jóhan Joensen, segði, at fiskurin verður ikki salt­ sproy­taður, men saltaður og við­gjørdur, soleiðis sum gamalt hevur verið í Føroy­ um at gera. Bacalao-kvøld Tað verður matstovan Barbara, sum er í Gongini og beint hinumegin túnið hjá Áarstovu, ið fer at borðreiða salt­fiskin í heyst. Køksleiðarin í Áarstovu veit at siga, at skipað verður fyri Bacalao-kvøldi í Barbaru fríggjakvøldið 13. november - og helst eisini leygarkvøldið 14. november í ár. – Magnus Heinason ger vanliga tveir slíkar túrar um árið, ein vártúr og ein heyst­ túr, og um várið plaga vit at skipa fyri Føroya­banka- kvøldi, ið eru sera væl um­ tókt, bæði av føroyingum og út­lend­ingum. Hann vísir á, at eitt er, at útlendingar, sum eru í Før­ oyum, dáma væl hesi kvøld­ ini og ikki minst óføra góða fiskin, men áhugin millum før­oy­ingar er ikki minni. – Tað er eingin trupulleiki at fylla matstovurnar í Gong­ ini við føroyingum, leggur Jóhan Joensen aftrat. Feitur fiskur Ingvar Joensen, sum hevur fingist við fisk tað mesta av sínum lívi, sigur, at toskurin, sum Magnus Heinason fekk henda túrin, er bæði stórur og feitur. – Einki bendir á, at toskur á Bankanum ikki fær nóg mikið at eta, og tí er tað ikki so lítið undrunarvert, at vøkst­ur ikki er í toska­stovn­ inum, nú Bankin hevur verið friðaður í so nógv fylgj­andi ár. Tað má væl vera eitt hvørt annað í nátt­úr­uni á Bank­ anum, ið ikki er til vildar, sigur royndi fiska­virkis­mað­ urin úr Leirvík. vilmund@sosialurin.fo Skóru bankatosk í Áarstovu Tað verður matstovan Barbara, sum fer at borðreiða saltfisk – virkaðan á traditionellan føroyskan hátt – seinni í heyst Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg flekja og skera flak úr bankatoski. Føroyabankatoskurin verður borðreiddur í matstovuni Barbara hin 13. november á bacalao-kvøldi Myndir: Vilmund Jacobsen Hetta eru stórir og ediligir fiskar, veiddir á Føroyabanka. Teir størstu liggja um eini 20-30 pund hvør