týsdagur 15. september 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. september 2015 · Nr. 106
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
strongman
Tróndur Arge
Um vikuskiftið var altjóða
»strongman«
kapping
í
høllini á Hálsi, har fleiri av
sterkastu monnum í heim
inum luttóku. Millum teirra
var føroya sterkasti maður,
Bjarni Nielsen. Hann gjørdi
bart og bleiv nummar tvey
í samlaði kappingini – bara
eitt hálvt stig aftanfyri vinn
aran.
Eg eri ótrúliga væl nøgdur.
Eg rakk øllum mínum málum
í
hesi
kappingini,
sigur
Bjarni Nielsen, sum endaði
frammanfyri
Žydrūnas
Savickas, eisini nevndur Big
Z, ið er heimsins sterkasti
maður.
Vinnari
av
kappingini
bleiv Eddie Hall úr Onglandi.
Endaði frammanfyri hetjuna,
Big Z. Í sterkmansheiminum
verður tosað um, at litaviski
Žydrūnas Savickas kanska er
sterkasti maður nakrantíð.
Hann hevur nógvar fjepp
arar kring allan heimin, og
millum aðrar sterkmans lut
takarar.
Tí kom tað óvart á Bjarna
Nielsen, at hann í kapping
kundi endað frammanfyri
Big Z.
Tað er løgið, at enda
frammanfyri eina av sínum
hetjum.
Tað
er
ótrúliga
stuttligt, men samstundis
løgið, sigur Bjarni Nielsen, ið
ikki er í iva um, at Žydrūnas
Savickas er væl sterkari enn
Bjarni sjálvur.
Hann
tóktist
hava
trupulleikar við takinum,
tí hann tapti bæði øvilsini,
tá hann skuldi brúka takið,
sigur Bjarni Nielsen víðari.
Bjarni Nielsen var í sep
tember í 2014 í altjóða kapp
ing í Litava, sum Žydrūnas
Savickas skipaði fyri.
Eg havi møtt honum fyrr.
Hann er ein róligur og skila
góður maður. Eg haldi, at
hann er tann besti nakaran
tíð, sigur Bjarni Nielsen um
Big Z, sum endaði á fjórða
plássi.
Rakk øllum málunum
Bjarni Nielsen hevði sett
sær trý mál fyri kappingina
sjálva. Hann rakk teimum
øllum.
Fyrsta mál vr, at eg ikki
skuldi enda aftast. Síðani
skuldi eg vinna eitt av øvils
unum. Tað kláraði eg eisini.
Triðja málið var, at blíva
nummar eitt av norður
lendingunum. Tað rakk eg
eisini, sigur ein fegin Bjarni
Nielsen.
Umframt at seta sær
nøkur mál fyri kappingina,
so vónaði Bjarni eisini at
fáa fótin innanfyri í altjóða
sterkmans kappingunum.
Eg vónaði at fáa fótin
innum. Tað eydnaðist eisini,
tí Laurence Shahlaei spurdi
meg, um eg hevði hug at
koma til onkra kapping í
Bretlandi. Eg segði við hann,
at hann skuldi bara siga
mær nær og hvar, so skal eg
nokk møta upp, sigur Bjarni
Nielsen.
Ongantíð verið
so væl fyri
Áhaldandi venjing síðani
2012 hevur gjørt, at Bjarni
Nielsen
er
sterkari
enn
nakrantíð. Hann hevur sett
sær fyri, at hann vil røkka
altjóða hæddum. Í løtuni
peikar pílurin rættan veg.
Eg havi vant síðani 2012
og havi ikki havt nakran
álvarsligan skaða. Eg eri betri
fyri nú enn nakrantíð, sigur
føroya sterkasti maður.
Hann hevur luttikið á
fleiri
kappingum
seinnu
árini. Tær royndirnar gera
eisini mun, leggur Bjarni
Nielsen afturat.
Mett verður, at áleið
1.000 fólk vóru í høllin. tey
stuðlaðu alt tey vóru ment.
Tað fegnast Bjarni eisini um.
Tað er ótrúliga stuttligt
at kappast, tá fólk eru so
Vann á
heimsins
sterkasta
manni
Bjarni Nielsen bleiv nummar tvey, eitt hálvt stig frá fyrsta plássinum,
í altjóða sterkmanskappingini í høllini á Hálsi um vikuskiftið.
Millum annað endaði hann frammanfyri stóru hetjuna, Žydrūnas
Savickas, sum verður mettur sum heimsins sterkasti maður
Bjarni Nielsen: