Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 18. september 2015 Sonja Jógvans­dóttir hev­ur mist trú­ virð­ið við at telvað seg út um alla pol­it­ iska ávirkan Avgerðin hjá Sonju Jógvansdóttir at venda samgongu og Javnaðarflokki bakið boðar ikki frá góðum metingarevnum. Ein pol­it­ik­ari, sum handlar soleiðis í sinnismuni er óbúgvin og hevur ikki gott politiskt handalag. Tá alt kemur til alt man hetta vera tað býtt­ asta og mest ó­um­hugs­aða politiska stigið, sum nak­ar pol­it­ik­ari hevur tikið. Tað er áhugavert, at Sonja Jógvansdóttir hev­ur ver­ið upp á tal til lands­stýrissess. Men at Aksel V. Johannesen hevur ivast – og hevur vrakað hana – hevu­r eftir øllum at døma ver­ið ein klók og skilagóð avgerð. Tí Sonja Jógvans­ dótt­ir hevur eftir at hava sitið ein tíma í løg­ting­i­num prógv­að, at hon ikki er før fyri at røkja ein landsstýrissess. Hon hevur fingið vald, sum hon bað um. Hon er komin í samgongu, sum vil tað sama, sum hon ynskti. Men hon slítur samstarvið, tí at okk­urt ikki gongur eftir hennara høvdi. Tað er bara soleiðis, at tá tú fæst við pol­i­ tikk, so eru nógvir fótonglar og nógv niðurløg, sum tú mást lata tær lynda. Tú vinnur eisini sigr­ar. Men teir vinnur tú við at samstarva. Við at lurta eftir øðr­um hugsanum. Við at mýkja ó­semjur. Ja, stutt og greitt við at føra pol­itikk. Sonja Jógvansdóttir var longu í Javn­að­ar­ flokk­i­num seinast í nítiárunum. Hon kennir flokk­in inn­an­ífrá, og hon eig­ur at vita, hvussu spæl­i­regl­arnar eru. Ein persónur kann ikki bara taka sær vald. Jú, tað er rætt, at summi larma meira enn onn­ur. Men vilt tú náa pol­it­ isk­ úrslit, so mást tú samstarva, tú mást geva teg við hvørt. Tú vinn­ur, og tú tapir. Tú ert ong­an­tíð einaráðandi. Og tað ringasta av øllum er at handla í óðum verk­um. Tað er tað, sum Sonja Jógvansdóttir hev­ur gjørt. Politikkur er seianstu árini vorðin ógv­u­liga ego­sentr­eraður. Vit hildu, at Sonja Jógv­ans­ dót­tir vildi broyta hetta. Men hon hevur nú sett seg í fokus – og uttan fyri alla pol­it­iska á­virk­an. Hon lívgar fórdómarnar ímóti teim­ um samkyndu og LGBT-rørsluni og um, at LGBT'arar ikki virða fólka­ræð­is­ligar tilgogndir. Málið um at samkynd skulu kunna giftast kann nú loysast uttan, at Sonja Jógvansdóttir hevur ávirkan á tað. Vit hava sjáldan – fyri ikki at siga ong­an­ tíð – sæð eina so tolluta pol­it­iska handling, har ein persónur við yvir 1.000 atkvøðum telvar seg út í eina oyðimarkargongd uttan nakra sum helst rella pol­itiska ávirkan. – Húsini hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, eru í Maritugøtu og Atlagøtu Í Hoyvík eru nógvar løgmansgøtur. Fram við høvuðsgøtuni, Løgmannabreyt, eita síðu­gøt­ ur­nar eftir fyrrverandi løgmonnum. Men treytin fyri at verða uppkallaður er, at løgmaðurin er deyður. Tí vóru bara fýra tær fyrstu uppkallaður eftir løgmonnum eft­ir heimastýrislógina: Andrasi Samuelsen, Krist­iani Djurhuus, Petur Mohr Dam og Hák­ uni Djurhuus. Síðani fóru tey aftur í miðøld at finna gaml­ar løgmenn sum Gilla, Ísak, Torkil og aðrar. Men so doyði Marita Petersen – og so varð hon upp­kallað. Í Maritugøtu búgva nógv­ar familjur. Ein teirra er familjan hjá Aks­el V. Johannesen, løgmanni. Men fyri at tað ikki skal vera lygn, so hev­ur familjan hjá løgmanni løgmansgøtur til tríggj­ar síður. Hann býr í endaraðhúsi, sum hev­ur tvær síður til Maritugøtu. Triðja síðan vend­ir móti Atlagøtu, sum er nevnd eftir Atla P. Dam, løgmanni, sum Tórshavnar kommuna virdi so lítið, at hann fekk eina gøtu, sum eingin hevur adressu í – og sum eingin fer at hava adressu í . Hóast hann er tann løgmaður, sum hevur sitið nógv longst, so varð bara ein lítil vegastubba uppkallaður eftir honum. Men soleiðis hevur Aksel V. Johannsen løg­mans­gøt­ur til tríggjar síður, sum eru upp­ kall­að­ar eftir undanfólkum hansara í Javn­að­ar­flokk­i­ num, Maritu Petersen og Atla P. Dam. So tað sigur seg kanska sjálvt, at Aksel skuldi verða løgmaður... Fyri fyrstu ferð hava vit ein politiskan flokk á tingi, sum bara er umboðaður av kvinnum Sambandsflokkurin hevur onga. Miðflokkurin hevur ogna, og Sjálvstýrisflokkurin hevur onga. Men Framsókn hevur bara kvinna – heilar tríggjar í tali – í sínum tingbólki á Føroya Løgtingið hetta valskeiðið. Á valinum var Poul Michelsen fyrstvaldur við 669 atkvøðum. Næstvald var Hanna Jensen við 201 atkvøðu. Síðani Poul Michelsen er farin í landsstýrið, hevur Ruth Vang tikið sæti fyri hann við 169 atkvøðum. Men so kom Annika Olsen í flokkin. Hon varð vald fyri Fólkaflokkin við 961 atkvøðum, næstan líka nógv sum hini trý tilsamans. Tað er ikki hent áður, at ein flokkur bara er umboðaður við kvinnum á Føroya Løgtingi. Nú hevur Sonja als ongan týdning Fyrsti føroyski kvinnuflokkurin fyrsti løgmaður í hoyvík framsókn Ignoransa ella vantandi vitan? Les eisini blaðið á telefonini Flótt á flótta Høgni Djurhuus afturumafturum síða 40 Flóttafólk – raka tey okkum? Gunvør Balle tíðargrein síða 26-27 Visti tú? At fólkatalið í Før­oy­ um 1. august í ár var 49.179, og at hetta er met? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Løgmaður umgyrdur av løgmonnum Danska tíðindastovan Ritzau í Føroyum, sum ger seg klóka upp á føroyskan politikk »Den nu tidligere lagmand Kaj Erik Holm fra Sambandspartiet udskrev valg før tid, da en undersøgelse viste, at han havde talt usandt«