hósdagur 17. september 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
4
Fólkatalið í Føroyum setur met,
men tvey øki hava afturgongd
1. august í ár kom fólkatalið í Føroyum fyri
fyrstu ferð upp um 49.000 fólk. Hagstova
Føroya gjørdi fólkatalið upp til at verða 49.
179 fólk, og hetta er met.
Seinasta 12-mánaðir tíðarskeiðið vaks
fólkatalið við 539 fólkum og svarar til 1,1
prosent.
Flestu økini í landinum uppliva
framgongd í fólkatalinum. Norðoyggjar,
Eysturoy, Streymoy, Tórshavnarøkið og
Sandoy hava øll havt fólkavøkstur seinasta
árið – millum 0,9 og 1,6 prosent.
Vága sýsla og Suðuroyar sýsla hava
havt afturgongd í fólkatalinum seinasta
árið. Í Vágum gjørdust tey tvey fólk færri,
og í Suðuroy minkaði fólkatalið við 44
fólkum.
Tá ið tað kemur til kommunurnar,
hevur Sunda kommuna havt størst
framgongd. Har vaks
fólkatalið við 4,1
prosentum. Sands
kommuna vaks við
3,4 prosentum.
Ummælari á tíðarritinum Gaffa
er stórliga hugtikin av nýggjum
útgávum hjá Eivør Pálsdóttir
Eivør Pálsdóttir er nú aktuell við
tveimum nýggjum útgávum. Fyrr í ár
kom enskmælta útgávan Bridges og nú
kemur føroysktmælta Slør. Útgávur
eru nær skyldar, tí tær eru gjørdar í
sama tíðarskeiði og partur av somu
sangskrivaratilgongd.
Tíðarritið Gaffa, sum skrivar um og
ummælir tónleik, hevur lurtað eftir báðum
útgávunum hjá Eivør, og har er eingin ivi.
Útgávurnar fáa báðar sera gott skoðsmál,
og í báðum førum letur Gaffa 5 stjørnur í
ummælinum.
Har Bridges er ljós og langtandi,
er Slør meira rá og reflekterandi.
Bridges ber dám av
heimlongsli, vinskapi og
kærleika. Plátan viðger
brúgvarnar okkara
millum; sambond millum
menniskju, støð og tingini,
ið vit ávirkast av. Slør ber
hinvegin brá av útlongsli
og tráan eftir frælsi. Eitt
slør kann vera súmbol uppá markið
millum hitt núverandi og tað farna, og
eitt brúðarslør verður ofta sæð sum eitt
súmbol uppá eydnu og yvirgeving.
Eivør er sostatt í einum produktivum
og kreativum tíðarskeiði og hevur stóra
viðgongd í m.a. Týsklandi, har hon hevur
spælt yvir 50 konsertir í 2015. Í næstu viku
fer hon við bólki á konsertferð í Danmark.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Eg eri stórliga bangin fyri at
Sonja hevur gjørt sjálvmál í
fyrsta minutti av dystinum«
Sæð á Facebook:
»Um tú ivast í, hvat tú skalt
gera við títt lív; ivast so bara
í frið og náðum, inntil tú ikki
ivast longur«
Hesa vikuna er nýggj samgonga endaliga skipað og
staðfest í løgtinginum, har Aksel V. Johannesen varð
valdur til løgmann, og sjey landsstýrisfólk vóru sett.
Á fyrsti degi hjá nýggju samgonguni, datt burtur
av undirtøkuni, tí Sonja Jógvansdóttir tók seg úr
Javnaðarflokkinum. Hon var misnøgd við, at tað ikki
varð nevnt í samgonguskjalinum, at hjúnabandslógin
skuldi broytast. Hon segði seg tó framvegis stuðla
samgonguni, sum harvið varðveitti meirilutan.
Samgongan fekk aftur meiriluta, tá ið Annika Olsen,
sum fór úr Fólkaflokkinum, hósdagin fór upp í
Framsókn.
(stjm.) stjórnarflokkar, landsstýrisflokkar
B36 vinnur føroya–
±meistaraheitið í
mansfótbólti
Aksel V. Johannesen
verður valdur til løgmann.
Nýtt landsstýri við sjey
fólkum verður mannað.
Janus Petersen fer
úr starvinum sum
stjóri í BankNordik.
Árni Ellefsen tekur
fyribils við.
Páll á
Reynatúgvu
verður valdur til
løgtingsformann.
Matvørurisarnir
P/F Poul Hansen
og SP/F Haraldsen
leggja handlarnar
saman í eitt felag.
Sonja Jógvansdóttir
meldar seg úr
Javnaðarflokkinum,
júst sum samgonga
er skipað.
Annika Olsen fer
upp í Framsókn
Sámal Erik Hentze er
nýggjur venjari í Víkingi.
»Samgonga«
Vágar og Suðuroy minka
Eivør gevur gásarhold
Mest
nýtta
orðið
hesa
vikuna
...uppá ein minutt
fólk búðu í Føroyum
1. august. Hetta er
tað mesta nakrantíð
49.179
mangt og hvat
Visti tú?
at 45 sessir eru í teimum
7 høvuðsnevndunum í
løgtinginum
Fimm stjørnur
Fólkatalið
Eivør er aktuell við
tveimum útgávum í ár
Fólkatalið í Føroyum hevur havt fittan vøkstur seinasta árið og setur nú met