hósdagur 17. september 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
6
persónssøga
Tá nevndin í BankNordik varð skift út í mars í ár var tað byrjanin
til endan hjá Janusi Petersen. – Tú kanst siga, at tað var eitt
slag av uppreistri móti mínum ætlanum og tí, sum undanfarna
nevnd og leiðsla hava staðið á odda fyri seinastu árini, sigur
Janus Petersen, fyrrverandi forstjóri í BankNordik. Ósemjan
millum nevndina og forstjóran botnaði í framtíðar menningini
av bankanum. Forstjórin hevði ikki strategiina í búkinum,
og tað var orsøkin, sigur Stine Bosse, nevndarforkvinna
Uppreistur
móti nevnd
og stjóra
Janus Petersen
Barbara Holm
M
ikudagin
frættist,
at forstjórin í Bank
N o rd i k ,
Ja n u s
Petersen, er farin úr
starvinum eftir 10 ár í forstjórasess
inum, og 21 ár sum stjóri í bankanum.
– Tað er sjálvandi keðiligt at fara
frá í einum slíkum tíðarskeiði, tá ið tú
verður lagdur undir kritikk fyri tað tú
gert, sigur Janus Petersen.
Men 56 ára gamli bankamaðurin
er spentur. Við sera nógvum roynd
um innan bankaheimin er hann
bjartskygdur um framtíðina, og
sannførdur um, at nú var rætta tíðin
at takka fyri seg.
– Tað er rættiliga vanligt júst í
mínum aldri, at man velur at skifta
karrieru, um man ætlar sær tað. Um
bara tvey ár hevði tað verið dekan
ov seint at byrjað okkurt nýtt, sigur
Janus Petersen. Men hví varð hendan
avgerðin tikin, og hvat er ósemjan
millum nevndina og forstjóran um?
Tað byrjaði á aðalfundi í marsmánaði
í ár.
Nevndin skift út
Tann 25. mars í ár var dagurin, tá ið
árligi aðalfundurin hjá BankNordik
varð hildin. Hendan dagin varð
nevndin í bankanum skift út – øll
sum hon var.
Nývald vóru Stine Bosse, Rúni
Vang Poulsen, Súsanna Poulsen
og Jógvan Jespersen sum bankans
aðalfundarvaldu nevndarlimir, og
aftrat teimum vórðu Kenneth M.
Samuelsen og Tórhallur Poulsen
valdir sum bankans starvsfólka-
valdu nevndarlimir.
Síðan hendan aðalfundin hevur
slatur gingið um, at tað bert var
spurningur um tíð, áðrenn forstjórin
eisini fekk sekkin.
Janus Petersen hevur verið vit
andi um eygleiðingarnar úr ymsum
pørtum av samfelagnum og er helst
samdur í, at skiftið av nevndini
helst var eitt slag av uppreistri móti
honum.
Spurd um tað hevur verið tørvur
á at rudda upp í BankNordik sigur
Stine Bosse við finans.dk:
– Tað haldi eg, man má siga. Vit
høvdu aðalfund í vár, og tá varð ein
nýggj nevnd vald, og tað hevur helst
verið ein eftirspurningur eftir, at
okkurt nýtt skuldi henda, so skulu vit
ikki bara siga tað upp á tann mátan.
Tó gingu fleiri mánaðir, uttan at
nøkur fráboðan kom um, at forstjórin
skuldi fara úr starvi. Inntil mikudagin
16. september.
– Tú kanst siga, at tað hava verið
nógvar tingingar aftur og fram
Eg havi í mínum
starvi verið fram
skygdur og roynt
at bygt eina
sterka fyritøku,
sum tað føroyska
samfelagið kann
vera errið av«
»Vit eru ikki samd, og tá eg eri
56 ára gamal, so havi eg ikki mett
tað rætt at nýta orku upp á at
leggja eina framtíðarætlan,
sum ikki øll eru eins spent uppá«
Myndir: Álvur Haraldsen
Framhald á næstu síðu