hósdagur 17. september 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
8
seinastu tíðina um, hvat rættast er
at gera. Vit hava arbeitt við at tillaga
strategiina síðani mars, og hava eisini
sett tiltøk í verk – millum annað hava
vit sett íslendska tryggingarfelagið
Vørð til sølu, tí tað er ein einsamøll
fyritøka, sum ikki passar inn í heild
ina í bankanum. Í sambandi við
hetta arbeiðið gjørdust vit samd um,
at okkara vegir skulu skiljast, sigur
Janus Petersen, sum ikki vil greiða
nærri frá tí tilgongd, sum hevur verið
síðan nevndarskiftið.
Í samrøðu við eitt nú finans.dk
hevur nevndarforkvinnan, Stine
Bosse, sagt, at nevndin og forstjórin
vóru ósamd um framtíðarætlanirnar
hjá bankanum. Og júst tað er orsøkin,
sambært Janusi Petersen. Tá nevndin
varð send til hús í mars mánaði, var
tað eitt slag av uppreistri móti tí
strategi, sum undanfarna nevnd og
fráfarandi forstjórin hava staðið á
odda fyri.
– Tað er eingin ivi um, at Janus er
faðir at tí strategi, sum bankin hevur
havt. Vit hava kjakast um, hvussu
framtíðarstrategiin skal vera, og út
frá teimum samrøðunum, vit hava
havt, eru vit samd um, at her steðgar
samstarvið.(..) Tað er ein púra vanlig
avleiðing av, at vit hava ymiskar
metingar um, hvat er rætt at gera
strategiskt, sigur Stine Bosse við
donsku heimasíðuna.
Grundleggjandi ósamd
um framtíðina
Hóast Janus Petersen hevur verið
ein stórur partur av tí strategi, sum
bankin hevur ment síðan nevndin
varð skift út fyrr í ár, so eru nakrar
grundleggjandi ósemjur, sum hava
elvt til, at fyrrverandi forstjórin leitar
aðrar vegir.
– Tú kanst siga, at grundleggjandi
ósemjan snúði seg um, hvussu tú
sært upp á BankNordik. Eg havi
seinastu árini arbeitt við einum longri
tíðarhorisonti fyri hvussu bankin
skal menna seg, sigur Janus Petersen.
Tær langtíðarætlanirnar, sum
hava verið lagdar fyri dagin, hava
bundið kapital í bankanum. Og tá
pengarnir hava verið brúktir upp á
íløgur at menna bankavirksemi, so
hevur tað merkt, at partaeigararnir
tey seinastu árini bert hava fingið
sera lítið í vinningsbýti, meðan virk
semið hevur verið bygt upp. Og tað er
her, at hundurin er grivin.
– Nýggja nevndin boðaði alment
frá, at partaeigararnir skuldu hava
størri vinningsbýti. Hetta var sera
jaligt, og partabrævakursurin er eis
ini bøttur nógv seinastu tíðina. So
vit vóru grundleggjandi samd um
strategiska rætningin, men kanska
ikki í øllum lutum, sigur Janus Peter
sen, hvørs strategi hevur verið at nýta
kapital til at byggja bankan upp til
eina enn størri fyritøku upp á longri
sikt.
Tá ið nýggja nevndin kom til,
vórðu langtíðarætlanirnar hjá bank
anum, sum vórðu stungnar út í kort
ið, endurskoðaðar, og bankin er nú
fyri stórum broytingum í mun til
upprunaætlanina.
– Tað, sum í veruleikanum er hent
í hesum er, at nýggja nevndin hevði
eina aðra ætlan fyri bankan enn
undanfarna nevndin. Og bankin
varð tí útsettur fyri broytingum, sum
man ikki hevði væntað, sigur Janus
Petersen.
Nýggja strategiin er at
avmarkað fyritøkuna
Ein liður í nýggju strategiini, sum
nevndin hevur sett út í kortið í hesum
sambandi er, at vinnuliga virksemið
í Danmark og tryggingarfelagið í
Íslandi skulu niðurleggjast. Hetta tí,
at so verður peningur leysgivin til
parteigararnar.
– Eg havi verið við til at gjørt
strategiina, og eg ivist ikki í, at hon
eisini fer at vera góð fyri fyritøkuna,
sigur Janus Petersen.
Hann er tó ikki heilt samdur í per
spektivinum, men ásannar, at tað er
bert ein spurningur um, hvussu tú
velur at menna bankan framyvir.
– Eg havi í mínum starvi verið
framskygdur og roynt at bygt eina
sterka fyritøku, sum tað føroyska
samfelagið kann vera errið av. Og
summi eru samd í mínari strategi
og onnur ikki. Men eg eri errin av
mínari tíð sum forstjóri, sigur Janus
Petersen.
Hóast nýggja nevndin hevur
lagt aðrar ætlanir fyri dagin, so er
Janus Petersen sannførdur um, at
BankNordik eisini framyvir fer at
menna seg tann rætta vegin.
– Tað er lagt grundarlag fyri, at
BankNordik kann menna seg til
eina enn sterkari fyritøku, enn hon
er í dag. Og tað trúgvi eg framvegis
fer at henda, sigur Janus Petersen.
Samanumtikið eru ein persónlig
og ein faklig orsøk til, at andlitið hjá
BankNordik seinastu 10 árini takkar
fyri seg. Á tí persónliga vonginum
hevur Janus Petersen leingi spælt
sær við tankanum um at royna aðrar
leiðir, og nú stevið ikki var av tí allar
besta, nýtti hann høvið at fara undir
at royna seg á øðrum frontum. Á tí
fakliga økinum er orsøkin, at tað er
ein balansa millum vinningsbýti og
at vaksa um fyritøkuna, og júst hvar
tann balansan er, eru partaeigarar og
fyrrverandi forstjórin ikki samd um.
– Eg vildi heldur vaksa um fyritøk
una, men hetta er so bara ein annar
máti at gera tað uppá, vísur Janus
Petersen á.
Hann afturvísir, at hann skal hava
verið koyrdur úr starvinum.
– Tað er ikki bara hetta málið snýr
seg um. Vit eru ikki samd, og tá eg
eri 56 ára gamal, so havi eg ikki mett
tað rætt at nýta orku upp á at leggja
eina framtíðarætlan, sum ikki øll eru
eins spent uppá. So vil eg heldur gera
nakað annað, sigur hann.
Men júst hvat framtíðin hevur at
bjóða er enn óvist.
– Eg líði onga neyð, so eg fari at
nýta komandi tíðina til at síggja, hvat
framtíðin hevur at bjóða mær. Tað er
sera spennandi tíðir fyri framman,
sigur ein glaður Janus Petersen, sum
eftir 10 ár í almenna rúminum nú ikki
longur er talsmaður fyri BankNordik.
barbara@sosialurin.fo
BankNordik heldur fram
í strategiskum sporskifti
»Tað er sjálvandi
keðiligt at fara
frá í einum
slíkum tíðar
skeiði, tá ið tú
verður lagdur
undir kritikk fyri
tað tú gert«
Nýggjar leiðreglur frá Fíggjareftir
litinum eru ávegis, og bankin metir
tørv vera á at minka um váðan á
vinnumarknaðinum. Árni Ellefsen
verður fyribils settur í starv sum
forstjóri eftir Janus Petersen, sum
fer frá.
Nevndin í BankNordik hevur
tikið síðsta stigið í fráboðaðu
strategisku ætlanini, ið leggur
høvuðsdent á bankavirksemi
samtaksins. Á nevndarfundi 16.
september 2015 er avgerð tikin
um at seta vinnulívspartin av
bankavirkseminum í Danmark til
sølu. Fyrr í ár varð tryggingarfelag
bankans í Íslandi, Vørður, lýst til
sølu. Samráðingar eru í gongd, og
væntandi verður ein loysn funnin
innan árslok.
Nevnd bankans ynskir eitt til
lagað fokus fyri bankan. Á økinum
innan privatar bankakundar
hevur stødd alstóran týdning,
og BankNordik er við síni støðu
sum størsti útbjóðari í Føroyum,
við 20% av marknaðinum í
Grønlandi og við einum skjótt
vaksandi marknaðarparti í Dan
mark ein áhugaverdur aktørur á
hesum marknaðum. Viðvíkjandi
mannagongdum og tænastuút
boði vantar ágóðin av samstarvi
tvørtur um landamørk framvegis
at verða heystaður. Hetta fer at
henda so líðandi komandi árini.
Nýggjar leiðreglur frá Fíggjar
eftirlitinum eru ávegis og innibera,
at bankin á vinnuøkinum hevur
tørv á at minka um váðan. Har
umframt ynskir bankin at minka
um samfelagsváðan í sambandi
við vinnufígging uttanlands. Tískil
fer nevndin at leggja dent á fram
haldandi at menna serkunnleika
bankans í Norðuratlantshavi, og í
hesum sambandi er møguleiki fyri
at gagnnýta fyrimunir við sam
starvi og serkunnleika um ymiskar
vinnur og samfelagsviðurskifti.
Ein nýggjur forstjóri skal
standa á odda fyri hesi ætlan. Hes
um tekur Janus Petersen undir við,
og tískil eru nevndin og núverandi
forstjórin komin ásamt um, at
samstarvið millum partarnar
heldur uppat. Árni Ellefsen,
fíggjarstjóri, tekur við starvinum
sum fyribils settur forstjóri.
»Bankin skal nýta sína orku,
har hon skapar størst virði fyri
kundar og íleggjarar. Hetta er
høvuðsendamálið við strategiska
sporskiftinum,« sigur nevndar
forkvinna bankans, Stine Bosse.
Hon takkar samstundis Janusi
Petersen fyri gott samstarv og
stóra arbeiði hansara fyri bankan
seinastu 21 árini, harav seinastu
tíggju árini sum forstjóri.
Í Norðuratlantshavi skal Bank
Nordik á sama hátt sum higartil
geva sítt íkast til at stuðla undir
jaligu búskapargongdina. Bankin
skal veita privat- og vinnukundum
í Føroyum og Grønlandi eina
dygdargóða tænastu umframt at
stuðla undir ta altjóða menning, ið
nógvir kundar longu eru – ella eru
um at verða – partur av.
Sum áður boðað frá væntar
BankNordik at kunna gjalda íleggj
arunum eitt serligt vinningsbýti,
tá strategiska ætlanin er endaliga
framd. Umskipanin av danska
virkseminum til at fara frá vinnu
virksemi til bert at fevna um
privatkundamarknaðin verður
væntandi framd uttan uppsagnir
av starvsfólkum.
Nýggju strategisku avgerðirnar
broyta ikki væntanirnar til úrs
litini, ið seinast vórðu kunngjørd
í sambandi við hálvársúrslitið pr.
30. juni 2015.
BankNordik
Mynd: Álvur haraldsen
Janus Petersen, fyrrverandi forstjóri í BankNordik
persónssøga
Tíðindaskriv