Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-17, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. september 2015 sosialurin 107 32 Heini Reinert Stúrin heimspekingur Góði løg– maður og samgongu– m a n n i n g , Tit skriva í tykkara sam– gonguskjalið: Í sonevndum etiskum málum stendur hvørjum einstøkum tingfólki frítt at atkvøða eftir egnari sann– føring.” Vónandi taka tit mær tað ikki illa upp, um eg fortelji tykkum, at hetta er ikki serliga greitt orðað. Hvat er eitt “sonevnt etiskt mál” í grundini? Er tað munandi øðrvísi enn eitt nevnt etiskt mál ella eitt ónevnt etiskt mál? Og hví hava hesi mál uppiborið serligar sømdir í mun til onnur politisk mál? Mál, ið eg bert kann ganga út frá at samgongan ikki roknar sum verandi etisk? Síggja tit, eg havi sum partur av míni útbúgving í heimspeki granskað í etikki og metaetikki. Mær vitandi er etikkur heimspekiliga virkisøkið, ið viðgerð spurn- ingar um rættan og rangan atburð; spurningar um hvussu heimurin eigur at vera heldur enn hvussu heimurin er, og hvussu vit menniskju skulu gera fyri at skapa hendan heimin. Vónandi eru tit samd við mær í, at politikkur handlar um at skapa ein betri heim! Vónandi eru tit samd við mær í at tær lógirnar, tit smíða, handla um hvat er rættur og rangur atburður í samfelagnum! Vónandi eru tit samd við mær í at politikkur uttan etikk er ógjørligur! Eg vóni. Men soleiðis sum tit velja tykkum orðini, veit eg ikki. Og eg kenni ekkan inn á bein, av at eg í grundini ikki veit, um eg kann líta á tykkum míni fólkavaldu at leggja nakað í at vera etisk í tykkara politiska virksemi. Tískil vil eg hervið gjarna geva tykkum eina umbøn. Kunnu tit vælsignaði ikki gera so væl at fortelja mær og øllum Føroya fólki, hvat eitt “sonevnt etiskt mál” er fyri nakað? Kunnu tit ikki antin geva mær eina hugtaksgreining av sund–urbýtingini millum etisk og óetisk mál í politikki, so eg sjálvur kann rokna út hvat er hvat, ella ein fullfíggjaðan lista yvir øll mál, tit rokna sum “sonevnd etisk mál?” Og kunnu tit vinaliga fortelja mær, um hetta skal skiljast sum, at í málum, ið fella uttanfyri skilmarkanina ella listan, taka tit ikki atlit til hvat er rætt og skeivt í tykkara avgerðum, ella hvørt avgerðirnar eru við til at fremja samfelagið, sum tað eigur at vera? Ella skal tað hinvegin skiljast sum, at tað stendur samgongulimum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring í øllum málum, síðani øll politisk mál eru etisk mál? Tað hevði havt nógv at týða fyri meg, um tit vilja svara mær hesum spurn–ingunum. Tí í skrivandi stund haldi eg, at tykkara orðaval er ógvuliga óhugnaligt. Alt tað besta Góði løgmaður, hvat er eitt etiskt mál? kjak Heini Reinert skrivari Vegna Gudloysi Vegna innan– hýsis ósemju, hevur tað nú leingi verið siður í ymsum flokkum, at tað stendur einstøku valevnunum frítt at atkvøða eftir egnari sann–føring í ávísum málum. Tískil valdi Gudloysi fyri valið, at senda einstøku val– evnunum spurningar um hvar hesi standa í málum viðvíkjandi javnrættindum og trúarfrælsi. Einans ~10% valdu at svara okkum. Tað er ongin loyna, at eitt av málunum, nevni–liga javnrættindi til sam–kynd, spældi ein stóran leiklut í valstríðinum. Meðan ónøgdsemi við fyrrverandi høgravendu samgonguna allarhelst spældi størra leiklutin í valúrslitunum, kunnu vit ikki síggja burtur frá, at Framsókn fekk fram– gongd (+0,6), Miðflokkurin afturgongd (-0,6), og at Sonja Jógvansdóttir, sum kunnugt er samkynd og fyri hjúnabandsbroyting – og annars eitt av teimum fáu valevnunum, ið tordi at svara okkara spurningum – fekk triðmest persónligar atkvøður av øllum valevnum. Fólkið hevur talað! Ein sannur sigur fyri fólkaræðið! Ella er tað nú kortini tað? Grundarlagið undir fólka– ræðinum er, sum navnið bendir á, at fólkið ræður. Fyrimyndaðarliga fólkaræðið hevði tískil verið fullur avgerðarrættur fólk–sins í øllum málum – t.v.s. beinleiðis fólkaræði. Hetta hevði tó verið ein álvarsom fyrisitingarlig avbjóðing. Hóast nýmótans tøkni hevur gjørt avbjóð– ingina munandi minni ógjør– liga, so hevur tankin verið, at vit ikki øll somul kunnu renna til valkassan í tíð og ótíð fyri at atkvøða um hvørt tað einasta evarska lítla politiska málið. Neyðsemjuloysnin hevur tískil verið umboðs–fólkaræði, ið er at lata okkara avgerðarræt upp í fáar hendur, valdar inn á ting at umboða okkara sjónarmið. Um hetta skal rigga, er greitt samskifti millum valevni og veljara alneyðugt. Veljarin má vita mest gjørligt um hvar einstaka valevni og einstaki flokkurin stendur á flest øllum málum. Samgongan hevur í sínum samgonguskjalið meldað út at: "Í sonevndum etiskum málum stendur hvørjum einstøkum tingfólki frítt at atkvøða eftir egnari sann– føring." Hvussu skal hetta tulkast í mun til at bert tvey av ting– fólkunum hjá samgonguni svaraðu spurningunum um hvussu tey fóru at atkvøða í hesum málunum? Hvussu skal tað tulkast, at Sonja Jógvansdóttir, ikki fær ein landsstýrissess? Hetta er at halda fólka– ræðið fyri turran spott. Hetta kann einans tulkast sum ein útmelding frá sam– gonguni um at Føroyar er ikki eitt fólkaræði. Føroyar er eitt happa– dráttsveldi. E.S. Gevst at nýta heitið 'etisk mál.' Øll politisk mál eru etisk mál. Finn eitt betri heiti. Samgongan spottar fólkaræðið Tráin Petursson Nónklett Formaður fyri Unga Tjóðveldið Samhalds– fastar Føroyar Seinastu árini er ójavnin vaksin millum føroyingar. Hesin ójavnin má steðgast, og tað verður m.a. gjørt við at geva teimum við lág- og miðalinntøku ein skattalætta. Eisini skulu barnafamiljur, sum liva undir fátækramarkinum, fáa bráðfeingis lætta. Hetta kann m.a. gerast við einum serligum barnaískoyti. Eisini skal barnastuðul latast børnum undir skúlaaldri, menningarætlan setast í verk fyri heilsuverkið og nýggj pensjónsskipan gerast, sum skal rætta teir ójavnar og haldføristrupulleikar, sum forskattingin av pensjónum hevði við sær. Hesar broytingar fara at gera tað liviligari hjá mongum í Føroyum. Sjálvbjargnar Føroyar Samgongan hevur sett sær fyri at gera týðandi framstig í ríkisrættarligu støðu Føroya. Tað fyrsta, ið skal gerast, er at fastfrysta blokkstuðulin aftur. Loftrúmið, útlendingamál og persóns-, familju og arvarættindi skulu yvirtakast. Eisini skal Føroya fólk fáa høvi at samtykkja føroyska stjórnarskipan á fólkaatkvøðu. Lógin skal m.a. áseta og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýrislagið umframt rættindi og skyldur hjá Føroya fólki. Stjórnarskipanin skal leggjast til fólkaatkvøðu áðrenn 2017. Eisini verður Landsbankin endurstovnaður og Búskapargrunnur Føroya aftur tikin í nýtslu. Hetta eru týðandi stig fram móti fullveldi. Frælsar Føroyar Í 2018 fer núverandi fiski– vinnuskipan úr gildið. Í einari nýggjari fiskivinnuskipan mugu vit tryggja okkum, at privata sølan av fiskiloyvum heldur uppat. Heldur enn at privatir aktørar selja og keypa sínámillum mugu vit fara til eina marknaðargrundaða skipan, har keypt verður frá landinum. Eisini skal fiski– vinnunýskipanin tryggja okkum, at fiskivinnan er á føroyskum hondum. Neyð– ugt er eisini at vit fáa nýggjar handilssáttmálar. M.a. er týdningarmikið við nýggjum fríhandilssáttmála við ES. Ein vælvirkandi vinna er grundarlagi undir okkara vælferðarsamfelag og teimum frælsu Føroyum. Fjøltáttaðar Føroyar Vit vita, at fólkasamansetingin í Føroyum er skeiklað. Vit gerast alsamt fleiri eldri og okkum tørvar fleiri ung fólk at bera samfelagið. Tað er neyðugt at gera átøk fyri at fáa fólk at vera verandi í Føroyum og at flyta heimaftur eftir loknan lestur. Vit mugu gera tað lokkandi at búgva og virka í Føroyum. Tað hevur stóran týdning, at vit skapa einar fjøltáttaðar Føroyar. Hetta gera vit m.a. við at raðfesta Fróðskaparsetrið og skapa eitt veruligt lestrarumhvørvið. Ætlanin hjá samgonguni er at byggja lestraríbúðir og gera ein veruligan lestrarbý umframt at lestrarstuðulin skal hækkast. Eisini er neyð– ugt at vit raðfesta gransking og skapa góðar karmar um kreativar vinnur og íverksetan. M.a. kunnu vit gera tað møguligt at stovna sokallað íverksetanarfeløg fyri 1 kr. Hesi tiltøk kunnu vera við til at betra um møguleikarnar hjá ungum at støðast í Føroyum. Tað er tó stórt spell, at broyting av hjúna– bandslógini ikki er við í sam– gonguskjalinum. Tó stendur, at hvør samgongutinglimur stendur frítt at atkvøða eftir egnari sannføring í sokallaðum etiskum málum. Sonja Jógvansdóttir hevur longu lagt uppskot fram um at broyta hjúnabandslógina. Eg meti, at tað er góður møguleiki fyri, at málið fær undirtøku í løgtinginum. Nýggja samgongan hevur sett sær fyri, at skapa einar samhaldsfastar, sjálvbjargnar og frælsar Føroyar. Ein røð av ítøkiligum málum eru í samgonguskjalið, sum skulu gera Føroyar til eitt enn betri stað at búgva og virka í. Ein nýggj leið fyri Føroyar 1. september valdi Føroya fólk eina nýggja politiska leið fyri Føroyar. Andstøðuflokkarnir seinastu fýra árini vunnu valið. 14. september varð samgonguskjal undirskrivað og samgonga skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Nýggja samgongan hevur sett sær greið mál fyri framtíðina. Arbeitt verður fyri einar samhaldsfastar, sjálvbjargnar og frælsar Føroyar.