hósdagur 17. september 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
34
Trivnaðardepilin søkir námsfrøðingar
til Eind 1 - Klaksvík
Eind 1 veitir tænastu til børn og vaksin innan
autismuspektrið í Norðoyggjum og Eysturoy.
Søkt verður eftir 4 námsfrøðingum og
avloysarum.
• Til sambýlið á Kelduskákinum í Klaksvík
verður søkt eftir 3 námsfrøðingum, 30 og 35
tímar um vikuna.
• Til sambýlið á Mýruvegi í Klaksvík verður
søkt eftir 1 námsfrøðingi, 30 tímar um
vikuna. Talan er um 1 ára farloyvisstarv.
• Til Eind 1 verður søkt eftir avloysarum til
eindina.
Fyri øll størvini er galdandi, at arbeiðstíðirnar
fevna um alt samdøgrið – dag-, kvøld- og
náttarvaktir
Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í
løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 1.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Føroya Pedagogfelag.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi 29.09.2015, kl 12.00.
Almannaverkið
søkir starvsfólk
av.fo>Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Okkara góða og elskaða kona og mamma
Karla Gaard
andaðist týsdagin 15. september á
Landssjúkrahúsinum 78 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum á
Landssjúkrahúsinum fríggjadagin kl. 17.
Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju
leygardagin kl. 14.
Fyri tey avvarðandi
Per
Katrin og Randi
Tøkk Heri Joensen prestur fyri vøkur og troystan-
di orð í heimi, kapelli og í kirkjuni. Tøkk til
tykkum sum stukku inn á gólvið. Tøkk til
kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Tøkk til
tykkum bæði, Gudmund og Monika, fyri beinase-
mi og vakurt inniligt spæl. Tøkk til tykkum
berarar. Tøkk til Herman Eysturoy og tykkum øll,
sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini.
Tøkk fyri bakstur til ervið. Tøkk til tykkum sum
mintust mammu við blómum og kransum. Tøkk
til tykkum í Heimatænastuni og hjá Auto.
Tøkk til tykkum øll sum fylgdu mammu úr
kapellinum og úr Vesturkirkjuni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Óla Jákup, Anja, Jóannes og Ingibjørg
andaðist og varð jarðað.
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu, tá elskaða mamma,
vermamma, omma og systir
Tøkk
6. mei 2015
18. september 1931
1
9
8
0
S
S
F
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya
verður í ÍSF-húsinum
fríggjakvøldið 23. oktober 2015 kl. 18.30.
Skrá sambært lóg SSF.
Svimjisamband Føroya
Tøkk
Eg vil fegin av hjarta takka øllum, sum vóru við til at
gera mín 100 ára føðingardag á Sýnini tann 5. august
so hugnaligan og minnisríkan.
Ein serlig tøkk til leiðslu og starvsfólk á Sýnini,
sum vaktu meg við sangi og spæli og skipaði fyri tí
almenna tiltakinum, har alt var so fyrimyndarliga
lagt til rættis. Tøkk til tykkum øll, sum bóru fram
vøkur og góð orð – ongin nevndur, ongin gloymdur.
Ein hjartans tøkk til míni kæru systrabørn við
familju fyri alla hjálp til dagin. Tøkk til vinir og
kenningar, sum komu at heilsa upp á meg og vóru
við til at gera dagin ógloymandi. Takk fyri blómur
og gávur.
Heilsan
Hanna
Ískoyti til
umhvørvisgóðkenning
Umhvørvisstovan hevur hin 15. sept. 2015
sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd,
veitt ískoyti til góðkenning hjá P/F Bakkafrost
Farming fyri alivirksemi á C-10, Gøtuvík og
fevnir tað um nýtslu av rognkelsum sum
reinsifisk. Ískoytið er galdandi til 1. mars 2017.
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á
Umhvørvistovuni og á www.us.fo. Avgerðin
kann kærast til Føroya Landsstýri. Møgulig
kæra skal innan 4 vikur sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir
ella til us@us.fo
fyrst og fremst
www.in.fo