Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú tað er greitt, at sam­gong­ an skal velja ein nýggjan lim í fíggjarnevndina fyri Anniku Ol­sen, sum hevur sagt sessin frá sær, gita vit, at nýggj for­kvinna í fíggjarnevndini verð­ur Helena Dam á Neyst­ a­bø. Av tí at Framsókn tódn­ ar við einum triðingi er valla hugs­andi, at flokk­urin varð­ veit­ir hend­an týdn­ing­ar­ mikla nevnd­ar­sess­in. Og av tí at Tjóðveldi eig­ur lands­stýr­is­kvinn­una í Fíggj­ ar­mál­um, so fær flokkurin valla for­mans­post­in í fíggj­ ar­nevnd­ini. Tí má metast, at Tjóð­veldi fær sess­in hjá Framsókn í fíggj­ar­nevndini, og at nevnd­ in, tá hon skipar seg, velur Hel­enu Dam á Neystabø til for­kvinnu. Tað er ikki ein spurningur um peng­ar hjá tingfólki at stjórna fíggj­ar­nevdnini, tí við­bótin er bara 2500 kr um mán­að­in. Men tú fært vald og tú fært tign – og tað hevur eis­ini stóran týdning, um tú vilt nakað í politikki. Fíggjarnevndin sá annars so­leið­is út eftir nevndarvalið hós­dagin: Annika Olsen, forkvinna Helena Dam á Neystabø Kristin Michelsen Pauli Trond Petersen Jacob Vestergaard Bill Justinussen Bárður á Steig Nielsen Varalimir í fíggjarnevndini eru: Ruth Vang Kristianna Winther Poulsen Bjarni Hammer Bjørt Samuelsen Jørgen Niclasen Jenis av Rana Magni Laksáfoss Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Magnus Rasmussen Kjak síða 14 Tunlar og breiða semjan Hilberg Elisson Kjaks síða 14 Játtanin hjá Lands­ verki Pínligt – og ein vanærlig skomm! Greiðari kann støðan valla lýs­ ast, nú tvær kinnur upp á skift hava tik­ið alla tað polistisku skipanina sum gísla. Politiska støðan er teirra vegna ein stór skomm. Tey sum hildu, at fráfarni løg­ mað­ur átti pantent upp á løgnar og ó­um­hugs­að­ar útsagnir fóru skeiv. Tí hans­ara met er longu tikið. Fyrst var tað Annika Olsen, sum níggju dagar eftir valið fór úr Fólk­ a­flokk­i­num. Síðani var tað Sonja Jógv­ans­dóttir, sum fór úr Javn­að­ ar­flokk­i­num sum hon skírdi homo­ fob­isk­an. Hon segði seg tó stuðla sam­gonguni. Hósdagin boðaði Annika Olsen for­mans­skap­i­num í løgtinginum frá, at hon fór upp í Framsókn. Og í gjárkvøldið – eftir at hava ver­ið limur í Framsókn í 96 tímar – meld­ar Annika Olsen seg gud hjálpi mær úr aftur Framsókn. Tvær kvinnur við 2.000 at­kvøð­ um, sum handla í óðum verkum, ið kann fáa fatalar avleiðingar fyri sam­gong­una. Annika Olsen hevur boð­að frá, at hon er farin í far­loyvi úr løg­ting­i­ num. Tað merk­ir, at meirilutin, sum sam­gongu­flokk­ar­nir hava havt síð­ani hósagin, er burtur, at vit í ver­u­lei­k­a­num hava eina minni­lut­ a­stjórn. Stjórnin kann sita so leingi Sonja Jógvansdóttir, sum í sinn­ is­muni týskvøldið meldaði seg úr Javn­að­ar­flokkinum. Spurningurin er so, um tað ber til at stýra einum landi, har sinn­ is­støð­an hjá Sonju Jógvansdóttir ger av, sum vit hava eina stjórn ella ikki? Ein møguleiki er sjálvandi, at hon leitar sær heim aftur í Javn­að­ ar­flokk­in. Tað er eisini ein møg­u­ leiki fyri, at hon veksur við upp­gáv­ uni. Men eingin keta er sterk­ari enn veik­asta liðið – og veika liðið hjá sam­gonguni er Sonja Jógvans­dótt­ ir, í ella uttan fyri Javnaðarflokkin. Men tað ber sjálvandi eisini til at stýra landinum við eini minni­ luta­stjórn. Aksel V. Johanne­ sen kann royna at stýra við at lata andstøðuni – kanska ser­liga Sambandsflokkinum á­virk­an. Tað ber helst til bæði við fisk­i­vinnu­ ný­skip­an, pen­sjóns­ný­skip­an og komm­unu­ný­skip­an. Á rík­is­rætt­ar­liga økinum man Fólka­flokkurin taka undir við sam­ gongu­pol­i­tikk­inum. Tí ber tað til hjá Aksel V. Johanne­sen at stýra uttan meiri­ lut­a. Men tað verður stríggið. Um ikki, so er spurningurin, um ein heil tjóð kann líta á tvær kvinnur, sum hava brotið niður sítt egna trúvirði so skjótt og effektivt sum Annika Olsen og Sonja Jógvansdóttir. tvær óstýriligar kvinnur Nú verður Helena forkvinna Í dag klokkan trý verður for­vitn­islig bókaframløga í høl­u­num hjá Føroya Lær­ar­ afelag. Tað er Olav Schneid­ er, ið hevur skrivað bókina Seyð­ur og seyðahald, sum Bóka­deildin gevur út. Olav greiður í nýggju bók síni hegnisliga frá gongd­ini í einum ’seyða­ár­ ið’, alt frá brundtíðini og lemb­ing, til ullaroyting, heyst­fjall og fletting. M.a. er eisini stutt, søguligt bak­sýni um seyðahald og seyð­a­sløg, um seyðasjúkur og við­gerð, ull og ullar­úr­ drátt­ir. Við nógvum forvitnis­lig­ um myndum, ið neyvt lýsa seyða­hald árið íkring, orða­ frá­greið­ingum, talvum og fakta­boks­um er bókin ikki bara ein sonn fragd fyri eyga, men eisini ein sannur gripur av upplýsingum og frá­greið­ingum um seyð og seyðahald. Eitt nú lýsir hon neyvt manna­gongdina, tá ið tú flettir. Lítil ivi vera um, at tey mongu, ið hava seyð og dáma at fáast við seyð, fara at fáa nógv burturúr at lesa bók­ina. Og fyri tey, ið ikki vita so nógv um evnið, er hon sannur fongur við stutt­um, greiðum teksti og flott­um myndum, ið heilt vist vekja áhuga fyri seyði og seyð­a­haldi. FAKTA Olav Schneider Seyður og seyðahald 262 bls/innbundin Bók um modernað seyðahald Skjótt og effektivt hava tær brotið niður sítt trúvirði Alt bendir á, at Framsókn missir sessin í fíggjarnevndini til Tjóðveldi. Men tá Tjóðveldi hevur landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum verður tað uttan iva Javnaðarflokkurin, sum fær forkvinnuna