Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Eg eri púra sannførdur um, at orsøkin til, at eg misti starv­ið, var, at eg hevði boð­ að frá óregluligum viður­ skift­um. Tað staðfestir Hans Pet­ ur Joensen, fyrr­ver­andi fíggjarleiðari á Strand­ ferðsluni. Á fólkafundi í Havn um vikuskiftið, varpaði Starvs­ mannafelagið ljós á, um vit skulu hava eina var­skógv­ araskipan, har fólk í al­menn­ um starvi, dulnevnd kun­di boðað frá óregluligum viður­ skift­um stovninum. Hans Petur Joensen hevur áður greitt frá gongd­ ini í málinum (Tað gjørdi hann ,eitt nú í Sosialurin, 29. okto­ber, 31. oktober og 12. no­ vem­ber í 2014). Men hann endurtekur heilt stutt, at málið snýr seg um, at í samband við fíggjarlogina 2013, er ein duld skerjing gjørd á Strand­ ferðsluni. - Leiðslan á Strand­ ferðslu­ni roynir at vísa á, at hetta fer at merkja minni sigl­ing og hægri prísir men Vinnumálaráðið strikar okkara viðmerkingar og legg­ ur lok á málið, sigur Hans Petur Joensen. Samstundis fáa vit munn­ kurv og harafturat nokt­ar Vinnumálaráðið okk­um at seta sparingar ella prís­hækk­ ing í verk. Hóast vit fleiri ferðir í 2013 vísa á, at játtanin ikki fer at halda, ger myndugleikin onki. - Í fyrireikingunum til játtan­ina fyri 2014, gera vit vart við, at játtanin er fram­ vegis er fýra milliónir krónir ov lítil, men hetta verður skúgvað til viks, so játtanin verð­ur óbroytt og tí versnar trupul­leikin bara. Samstundis ger Vinnu­ mála­ráðið greitt, at tað er leiðsl­an á Strandferðsluni sum hevur fulla ábyrgd av, at stovnurin fer at hava eitt hall upp á fýra milliónir krón­ur í 2014. - Hetta er totalt oyði­leggj­ andi fyri okkum í leiðsluni á Strandferðsluni. Vit hava í góðari tíð gjørt alt og, sum er í okkara makt fyri at siga myndugleikanum frá, at játtanin er skerd, men spari­am­boðini eru tikin frá okk­um, og kortini endar øll ábyrgd­in á okkum. - Tá sigið eg stopp. Hetta kann ikki ganga longur, so eftir at hava ligið enn eina nátt í svøvnloysi, geri eg av at senda eitt Løgtingsins Fíggjar­nevnd eitt skriv, har eg greiði frá støðuni, sigur Hans Petur Joensen - Tað er myndugleikin, sum hevur skapt trupul­leik­ an, men tey hava myrkalagt hann, og noktað okkum at seta sparingar í verk, og har­ afturat givið okkum munn­ kurv. - Og tá ið avleiðingin stend­ur fyri durum, verður øll ábyrgd blakað á meg. Men eg havi gjørt mína skyldu, og eg nokti at standa við ábyrgdini av hesum, leggur hann afturat. Hans Petur Joensen sigur, at Vinnumálaráðið fór alt fyri eitt í skotgrøvina. Ein fyri­bils stjóri verður settur á Strandferðsluni og ein kann­ingarnevnd avhoyrdi øll starvsfólkini, at grava skjúts upp fyri at kunna legg­ja ábyrgdina á stjóran, so at lands­stýrismaðurin kundi verða fríhildin. - Vinnumálaráðið biðj­ur eisini um eina grann­skoðara­ frágreiðin tí enda­máli, at geva leiðsluni á Strand­ ferðslu­ni alla skyldina fyri hall­ið. - Tað má ikki verða nakað gal­ið við játtananini, tí henni hevur myndugleikin ábyrgd­ ina av. Í staðin verður kikarin sett­ur á raksturin, sum leiðsl­ an hevur ábyrgdini av. - Hallið vísur seg tá at verða fýra milliónir, sum vit høvdu sagt, so har var onki at seta fingurin á. Hans Petur Joen­sen sigur, at grann­skoðara­frá­greið­ing­ in vísir ikki rættu myndina av støðuni - Besta prógvið fyri, at henda niðurstøða er gjørd á skeivum grundarlagið, er, at nýggi stjórin á Strand­ ferðsluni vísur á, at tað er neyðugt við eini eykajáttan, tí játtanin er ov lág orsakað av teimum skerjingum, sum vóru gjørdar í fíggjarlógini 2013, men sum vóru væl duld­ ar, sigur Hans Petur Joensen. Blakaðu alla ábyrgd á meg NOKTAÐI Eg vildi ikki taka skyldina av nøkrum, eg ikki hevði skyldina av, sigur Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni Áki Bertholdsen Tann, sum torir at gera vart við óreglulig viðurskifti á sín­um arbeiðsplássi, beinir sam­stundis fyri síni egnu yrkis­leið. Hans Petur Joensen, fyrr­verandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at hetta eru hansara royndir av at boða frá alment frá, at Vinnumálaráðið ikki gav Løg­tinginum rættar upp­ lýs­ingar um játtanina hjá Strand­ferðsluna. - Hóast tú ber sannleikan fram fyri hægsta myndug­ leika í landinum, sjálvum Løg­tinginum, er lítil vón um nakað rættvísi, var boð­ skapur hansara á fólka­ fundinum í Havn um viku­ skiftið. Syndabukkar Hans Petur Joensen held­ ur, at vit hava eina politiska skipan, og kanska ser­stak­ liga eitt embætis­verk, sum ikki tolir at taka ábyrgd av sín­um egnum feilum og skeiv­leikum. - Feilir henda altíð, men skipan­in tolir ikki feilir, so tá ið feilir henda, er bara ein loysn, og tað er at finna ein syndabukk, at blaka skuld­ ina á. - Og hvør er hentari synda­bukkur enn júst tann, sum varpar ljós á Mugu tryggj TØGNMENTAN Tann, sum torir at boða frá óregluligum viðurskiftum, ger yrkisligt sjálvmorð Útihýstur Eg havi søkt fleiri størv, men tað hevur víst seg at vera vónleyst at fáa eitt alment starv ella eitt starv í einum almennum partafeløgunum, sigur Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni