Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Tað er heitið, sum verður brúkt um tíðina, tá flestar gitingar eru um spælaraskifti í ítrótti. Helst fer hetta eisini at fáa pláss á politiska pallinum, nú tey eisini skifta so nógv. »Silly Season« byrjaði av álvara í farnu viku. Tað merkist eisini á Sosialinum, sum nú javnan fer at koma við tí nýggjasta nýggja í føroyska fót­bólts­ heim­inum. Nógv av hesum er sjálvandi gitingar, men tað tykist longu nú greitt, at hesin vetrarsteðgurin kann blíva ein drúgvur umgangur fyri feløgini, tí fleiri tylkast gera broytingar. Serliga er tað venjara­ kabalin, sum verður nakað broytt. Sámal Erik Hentze tekur við í Víkingi, meðan venjarar sum Sigfríður Clementsen og Heðin Askham ikki hava nakað starv í løtuni. ÍF, AB, NSÍ og HB eru millum feløgini, sum ikki hava avgreitt venjara­spurningin fyri komandi kappingarár. Tí eru nógvir spurningar, sum skulu svarast í næstum. Ongir áskoðarar Tá Ungarn og Føroyar spæla landsdyst 8. oktobur, verður tað uttan áskoðarar kring vøllin. Orsøkin er, at UEFA í gjár valdi at revsa ungarska fót­bóltslandsliðið vegna áskoðaraófrið í heima­ dystinum móti Rumenia 4. septembur. Ungarsku áskoðararnir vóru ákærdir fyri at hava órógvað tjóð­ sangin og fyri rasismu. Harumframt var ein trappa sperrað undir dystinum. UEFA hevur tí avgjørt, at komandi heimadysturin hjá Ungarn, sum er ímóti Føroyum, skal spælast uttan áskoðarar. Harumframt hevur ungarska fót­ bólts­sambandið fingið góða hálva millión í bót. Avgerðin ávirkar eisini føroysku fótbólts­fjeppar­ arnar, tí heldur ikki teir sleppa at hyggja eftir dystinum. Enn er ógreitt akkurát hvussu FSF loysir trupul­leikan, tá teir hava bjóða ferðir í samband við dystin Hetta er eisini ein greið áminning um, at vit skulu hava skil á, tá landsdystir eru á Tórsvølli. Silly season www.b36.fo: Champagnupropparnir hava kanska hoppað dekan ov lystiliga, síðani vit fyri eini viku síðani vunnu FM í metgóðari tíð. www.hb.fo: Samanumtikið ein ruddiliga uppiborin sigur. Menn vístu góðan hugburð, stríddust væl og vóru ikki minst málsøknir. www.ab.fo: Men sæð yvir allan dystin, so var javnleikur helst rættvísa úrslitið. www.if.fo: Eitt skilafólk helt fyri, at ÍF átti at skipa so fyri, at bussur koyrdi ÍF – viðhaldsfólkið til dystirnar, ið lógu aðrastaðni enn í Fuglafirði, ið tey so sjálv rindaðu fyri. www.nordlysid.fo: Í Klaksvík hevur til tíðir verið kritikkur móti fleiri av útlendingunum í ár. Men í hesum dystinum spældu teir ein framúr dyst. Sani Tahir á høgra vongi og Kenan Hajdarevic í álopinum www.nsi.fo: Símun Rógvi Hansen og NSÍ hava skrivað undir 1-ára sáttmála, og sostatt spælir B71-málverjin við NSÍ næsta ár. Ítróttar klumman Tróndur Arge Fleiri leikir í fótbólts­ talvinum fluttir Í farnu viku eru fleir leikir gjørdir í føroyska fótbóltstalvinum til komandi kappingarár Tróndur Arge Óvanliga nógvar gitingar eru longu nú. Millum annað verður ein stór rokering í venjarakabalini, meðan eitt nú Víkingur vil hava profilar til. Hinvegin, so hevur HB nærm­ast ikki rørt hond frá síðu, tí felagið kennir ikki fíggjar­ligu karmarnar fyri kom­andi kappingarár. NSÍ hevur kunngjørt søg­una, sum In.fo skrivaði í farnu viku, at Símiun Rógvi Hansen verður málverji í felag­num komandi ár. Eis­ ini ljóðar, at felagið hevur eitt ynski um, at fáa Heðin Askham sum venjara til kom­andi kappingarár. Sátt­ mál­in er ikki longdur við Trygva Mortensen. Í Klaksvík var tutl um ósemju, men bæði Mikkjal Thomassen og Páll A. Klettskarð halda fram í KÍ. Felagið satsar heilt víst upp á topp fýra. Um tað so ikki eydnast í ár, so skal tað gjarna eydnast komandi ár. Har ljóðar eisini, at felagið hevur eyguni eftir spælarum sum Tórði Thomsen, Bárði J. Hansen, Súna Olsen og øðrum. Hinvegin, so ynskir Víkingur at spæla við um FM til komandi kappingarár. Tað inniber, at felagið í minsta lagi fær ein áleypara sum avloysara fyri Finn Justinussen. Fyrst ljóðaði, at tað kundi verið Páll A. Klettskarð, men hann hevur longt við KÍ. Hitt navnið, sum hevur verið frammi, er Arnbjørn T. Hansen. Felagið roynir heilt víst eftir Hans Paula Samuelsen úr B36. Hann hevur eins og Arnbjørn ikki longt í høvðusstað- num. AB skal hava nýggjan venjara, men enn tykist felagið ikki hava eina greiða raðfesting um hvør tað skal verða. Her verður eisini bíða eitt sindur eftir, at felagið endaliga bjargar sær í bestu deildini. Tað bleiv næstan staðfest í gjár. Helt verða nógvar søgur komandi vikurnar, um hvør skiftir og hvør ikki skiftur. Til ber at fylgja øllum søgunum á In.fo, her í Sosialinum. trondur@sosialurin.fo Heimasíðurnar skriva: