Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. september 2015 · Nr. 109 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Í gjár vóru tríggjar vikur síðani løg­ tings­valið, tá andstøðan vann stór­ sig­ur á samgonguni. Í gjár var ein vika síðani, at løg­ ting­ið valdi Aksel V. Johannesen til løg­mann – og síðan nýggi løgmaður til­nevndi sjey fólk í nýggja lands­ stýr­ið. Men nógvar broytingar hava ver­ið hesa stuttu tíð. Tríggjar ferð­ ir hava fólk meldað seg úr einum flokki, og einaferð hevur ein meld­ að seg inn í ein flokk. Samgongan, sum taldi 17 ting­ lim­ir, tá samgonguskjalið varð und­ir­skriv­að mánadagin í síðstu viku, datt niður á 16 sama dag, sum nýggj­ur løg­mað­ur varð valdur. Men longu tveir dag­ar seinni kundi løg­ mað­ur aft­ur telja upp í 17. Meðan hann fyrru ferð bert kundi telja upp í 17 ein seinnapart, kundi hann seinnu ferð telja upp í 17 í 96 tímar – tí so var tann fuglurin flogin aftur. Tað eru fleiri røddir, sum eru frammi og verja avgerðirnar hjá teim­um báðum Sonju Jógvans­dótt­ ir og Anniku Olsen. Ført verður fram, at tær hava ver­ið kroystar, hava ligið undir ó­van­lig­um trýsti og tí ikki hava fing­ið gjørt annað enn tað, tær hava gjørt. Sagt verður eisini, at Annika Ol­sen er ein dugnaligur politikari, sum er stygdur burtur, og at Sonja Jógv­ans­dóttir er so skilagóð og væl­ grund­að. Kann vera at vit hava við tvær ó­førar kvinnur at gera. Men fyri tað eiga tær ikki at sleppa undan kri­tikki. Og tað er ikki rætt, at fólk, sum fyri trimum vikum síð­ani vórðu vald á ting við 1.000 at­kvøð­ um nokta at úttala seg til fjøl­miðl­ ar­nar, tá tær svíkja sínar flokkar og sín­ar velj­ar­ar so ógvusliga, sum tær báð­ar hava gjørt. Tá kunnu vit seta spurnartekin við, hvussu dugnaligir politikarar, tær eru. Annika Olsen hevur sitið í eini ultra høgrvendari stjórn í fýra á. Hon hevur umboðað stokk­kon­ser­v­ ativa Fólkaflokkin á tingi og í lands­ stýri síðani 2008 og vald í Tórs­havn­ ar bý­ráð í 2004. Hon hevur soleiðis umboðað Fólk­a­flokk­in og fólka­ floks­velj­ar­ar í 11 ár, so tað kann ikki koma sum eitt sjokk fyri hana, at Fólkaflokkurin og fólka­floks­ velj­arar verða ørkymlaðir, tá hon svík­ur tey so dyggiliga og so skjótt aftan á valið. Tað er lítið virð­i­ligt at halda alla ta pol­it­isku skip­an­ina sum gísla í einum slíkum máli, held­ ur enn at leggja kortini á borðið. Vit høvdu væntað okkum meira av nývalda løgtinginum. Vit høvdu stutt sagt væntað okkum meira virðing fyri veljarunum. Handlingarnar hjá hesum báð­um tinglimum eru ringar at skilja. Enn truplari – og enn fleiri misskiljingar verða – tá tær ikki vilja tosa við fjølmiðlarnar! Annika og Sonja skylda Føroya fólki eina frágreiðing tøgnin sáðar misálit Stygd burtur úr politikki Ólavur hátún Kjak síða 16 1945: Bumba brast í tinginum Virgar Dalsgaard Kjak Síða 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Sea Shepherd tríkiljan Bri­git­ te Bardot, sum hevur verið í før­oyskum sjóøki í summar, er nú farin til Bremen. Part­ urin hjá tríkiljini í grinda­á­ takinum í summar er liðugt. Brigitte Bardot var umleið tríggj­ar mánaðir í Føroyum, og skipari umborð frá Wy­ anda Lublink úr Hollandi. Leiðarin fyri Sea Shep­ herd Global, Alex Cor­n­el­is­ sen, er sera væl nøgdur við av­rik­ið hjá Brigitte Bardot í Før­oyum. Hann sigur, at tey hava í tríggjar mánaðir ver­ið á varðhaldi í føroysum sjógvi og hava gjørt eitt stórt ar­beiði. Brigitte Bardot var ong­a­n­tíð blandað beinleiðis upp í grindadráp í summar. Sea Shepherd hevur tvey onn­ur skip í Føroyum, Sam Sim­on og Bob Barker, og tey bæði skipini verða verðandi her á leiðini eina tíð afturat. Upprunaliga var ætlanin hjá Sea Shepherd, at teirra á­tak í Føroyum skuldi enda í sep­tem­ber. Brigitte Bardot farin til Bremen Borgarstjórin á Tvøroyri, sum eisini er valdur í løg­ting­ ið, ætlar sær fram­hald­andi at røkja bæði størvini. – Eg havi eina samtykt frein­um býráðsfundi í nov­ ember 2011, har sama býráð hev­ur givið mær loyvi at røkja bæði størvini. Tá sat eg í løgtinginum og var borg­ar­ stjóri, so støðan hjá mær er ikki broytt, sigur Krsitin Mich­ el­sen. Hann metir ikki sjálvur, at tað er nakar trupulleiki at røkja báðar sessirnar, men hann fer óansæð enn einaferð at biðja býráðið um loyvi at røkja báðar sessir. – Eg fari at biðja býráðið um loyvi aftur, so at vit kunnu fáa eitt orðaskifti aft­ur. Tað er neyðugt aftaná, at Kári P. Højgaard hevur sett Sir­ið Stenberg ein skrivligan fyri­ spurn­ing á løgtingi um tað, um­framt tað nógva kjakið, ið hevur verið um mál­ið. Eg dugi tó ikki sjálvur at síggja trupulleikan við, at borg­ar­ stjór­ar hava sæti á løgtingi. Á løgtingsvalinum 1. sep­ tem­ber varð Kristin Michelsen aft­ur­valdur á løgting fyri Javn­að­arflokkin við 302 at­ kvøð­um. Harvið var hann ein av fýra borgarstjórum, ið vórðu valdir á ting. Umframt Kristin Michel­ sen, so vórðu Magnus Ras­ mus­sen, Jógvan Skorheim og Heðin Mortensen valdir. Aft­ aná at samgongan varð skip­ að, so tók eisini Pauli T. Pet­ ersen sæti á tingi sum fastur vara­maður. Tað økti tó ikki um talið av borg­ar­stjórum á løgtingi, tí Jógv­an Skorheim mátti søkja um farloyvi aftaná at Klaks­ víkar býráð noktaði honum at taka sæti á tingi. Kristin ætlar at røkja tvey størv Leiðarin hjá Sea Shepherd sgiur, at Brigitte Bardot hevur gjørt eitt stórt ar­beiði í Føroyum í summar Kristin Michelsen hevur ongar trupulleikar av at røkja bæði størvnini – borgarstjóri á Tvøroyri og løgtingsstarvið – í senn