Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. september 2015 · Nr. 109 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI REIÐARÍ SKULU PRÓGVA AT TEY ERU FØROYSK Tey reiðarí, sum hereftir vilja sleppa at fiska undir Føroyum, skulu prógva, at tey eru føroysk, og at tað eru føroyingar, sum hava fult ræði á teimum, heldur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Áki Bertholdsen Útlendingar kunnu sum er eiga í mesta lagi ein triðing av teimum reiðaríum, sum fiska undir Føroyum. Men tað er ofta ført fram, at í veruleikanum eru tað útlendsk feløg, sum hava ræðisrættindini á summum reiðaríum, sum fiska við føroyskum fiskiloyvum. Nýggja CEF samgongan hevur sett sær fyri at nýskipa fiskivinnuna, har eitt av endamálunum er, at øll spekulasjón við privatum keypi og sølu av fiski– rættindum, verður steðgað. Samstundis skulu øll fiskirættindi vera á føroysk– um hondum og bert feløg, sum hava føroyskar eigarar, sum eru skrásett í Føroyum, sum rinda skatt í Føroyum, og sum rinda manningini hýru eftir føroyskum sátt– mála, kunnu bjóða seg fram í føroyskari fiskiveiði. Nýggj mannagongd Í politiskum orðaskifti á fólkafundi í Havn um viku– skiftið, vísti Høgni Hoydal á, at sum støðan er nú, er tað umsitingin í Fiski– málaráðnum, sum, eftir fløktum reglum og manna– gongdum, skal prógva, at útlendingar ikki eiga meiri enn ein triðing í einum reiðarí, sum fiskar við før– oyskum fiskiloyvi. Hann er sannførdur um, at tað slepst ikki undan útlendskum pengum í før– oyskari fiskivinnu. Men hevur eitt felag fyrst fingið loyvi, er eingin møguleiki hjá føroyskum myndugleikum at koma afturum aftur at kanna eftir, sum treytirnar um føroyskan ognarskap verða hildnar. Høgni Hoydal heldur, at besti mátin at loysa tann trupulleikan, er at venda mannagongdini á høvdið. – Tann besta loysnin er, at tey, sum søkja um føroyskt fiskiloyvi, skulu sjálvi prógva eftir heilt greiðum treytum, at reiðaríið er føroyskt og annars lýkur allar treytir, myndugleikarnir seta. – Tað hevði beinanvegin bøtt munandi um støðuna, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Tey ríku skulu gjalda meira Nøkur heilt fá eru farin við øllum vøkstrinum í búskapinum, men tað skal broytast, siga leiðararnir í nýggju samgonguni Áki Bertholdsen – Hesi seinastu árini hevur tað verið stórur vøkstur í Føroyum. Men tað eru nøkur heilt fá, sum eru farin avstað við øllum vøkstrinum. Tað staðfestu bæði Aksel V. Johannesen, løg– maður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiski– vinnumálum, á fólkafundi í Havn um vikuskiftið. Men teir báðir siga, at nú skal tann gongdin vendast og nú skulu tey, sum eru farin við øllum vøkstrinum, rinda meiri. Næstformaðurin í Sam– bandsflokkinum, Bárður Nielsen, er ikki serliga bjart– skygdur um støðuna, tí hann sigur, at nýggja samgongan tosar bara um at brúka pengar, samstundis sum at inntøkurnar skulu skerjast. Tí er hann sannførdur um, at haldførið í føroyska búskapinum, fer at versna. Aksel V. Johannesen, staðfestur, at føroyski bú– skapurin skal bøtast 750 milliónir um árið fyri at fáa haldførið í hann aftur. – Helvtin av tí stavar frá, at undanfarna samgonga fór at forskatta pensjónirnar, og at brúka pengarnir nú, sum annars skuldi verið til taks seinni. – Seinastu sjey, átta árini er búskapurin vaks– in tríggjar milliardir, men allur vøksturin er savn– aður á nøkrum heilt fáum hondum, tvs, í einum 5-7 fyritøkum, har størsti part– urin av eigarunum eru út– lendingar. Peningurin fer av landinum og sostatt standa skattainntøkurnar hjá samfelagnum í stað. Tey fáu gjalda meira Aksel V. Johannesen sigur, at peningurin skal býtast javnari. Meiri peningur skal takast frá teimum fáu, sum hava fingið allan vøksturin, og ein partur av tí skal latast latast aftur sum skattalætti til tey, sum hava lægri inntøkur og til at bøta um støðuna hjá barnafamiljum. – Tað fer at seta pening í umfar og at stimbra í sam– felagnum. – Høvuðstrupulleikin í samfelagnum er at aldur– samansetingin er so skeiv. Seinastu 30 árini eru vit 4.700 føroyingar færri undir 40 og heldur hetta fram, yvirliva vit ikki sum tjóð, sigur løg– maður. – Tí má gongdin vendast og íløgur mugu gerast í ung– dómin. Tað kostar pengar, men vit hava ikki ráð at lata vera, leggur hann afturat. – Samstundis mugu vit fáa tamarhald á útreiðslun– um, men tað gert við at skerja yvir ein kamb, men við nýskipanum, serliga á pensjónsøkinum. Lyklarnir Høgni Hoydal hevur tríggir lyklar til at fáa haldførið í búskapin. Fyrsti lykilin er at gera íløgur í ungdómin, tey les– andi og barnafamiljurnar, so at munandi fleiri av teimum ungu ímillum 20 og 30, verða verandi í Føroyum. Annar lykilin er at tetta holið, sum vit fara at fáa í landskassan, eftir at undanfarna samgongan forskattaði pensjónir. Og tað holið kann tettast við at seta ein búskapargrunn á stovn, har peningur verður settur í til framtíðina Triði lykilin er at broyta skattaskipanina, so at tey, sum hava mist, fáa lættarnir, samstundis sum at tey lág- og miðalløntu onki fáa, men í veruleikanum gjalda tað mesta av okkara vælferð. Vanligi skatturin er ov høgur og tí skulu tey við lægri lønum hava skattalækking. - Gera vit tað, fáa vit ein haldføran búskapan – eisini við ongari danskari ríkisveiting, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vil koppa mannagongdini á høvdið, so at reiðarí sjálvi skulu prógva, at tey eru føroysk Meiri peningur skal takast frá teimum fáu, sum hava fingið allan vøksturin, og ein partur av tí skal latast latast aftur sum skattalætti til tey, sum hava lægri inntøkur og til at bøta um støðuna hjá barnafamiljum, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður Mentanar- vika í Runavík Árliga Ment– anarvikan í Runavík, sum ber heitið Skýming, verður hildin í døgunum 18.-25. oktobur 2015 Fyrireikararnir eru í løtuni í gongd við at fáa seinastu tiltøkini inn í skránna, og kunnu samstundis boða frá, at eins og áður fer Ment– anarvikan í Runavík at bjóða hópin av spenn– andi tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Mentanarvikan byrj– aði varliga fyri 11 árum síðani, men hevur síðani ment seg til at vera ein fastur táttur í Runavíkar kommunu. Hóast tað tíðliga byrjar at skýma í oktober mánað, er Mentanarvikan Ským- ing í Runavík tíðin, tá mentanarlívið spírar og handilslívið spílar seg út, og bjóðar øll– um føroyingum til hugnaligar dagar í Runavík, har ein kann taka sær av løttum; fara til fyrilestrar; listasýn– ingar ella keypa tær fyrstu jólagávurnar. Mentanarvikan Ským– ing í Runavík hevur heilt víst eisini okkurt at bjóða tær. M e n t a n a r v i k a n Skýming, ið er vorðin ein hugnalig tíð fyri mong, er stuðlað av BankNordik og Runa– víkar Kommunu.