týsdagur 22. september 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. september 2015 · Nr. 109
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vegna Gudloysi
Heini Reinert
skrivari
Sjeynda september
skrivaði
Regin
Eikhólm eitt les–
arabræv
kallað
»Hjúnaband
ella
løggilt parlag – vit
fáa brúk fyri báðum!« Lesara–
brævið hevur ikki nógv upp á
seg. Regin er eyðsæð við upp á
javnrættindi eftir apartheid-prin–
sippinum; samkynd mugu gjarna
fáa sína egnu gongubreyt, so leingi,
sum tað er teimum bannað at
ganga á gongubreytini hjá okkum
hinskyndu.
Eg vil tó gjarna byrja við at
viðgera endan á lesarabrævinum
hjá Regini:
»P.S. Skal Løgtingið treytaleyst
taka til eftirtektar, um nú »Gud–
loysi« ynskir broyting í tjóðsang–
inum, so tey eisini kunnu syngja
við – uttan Gud?«
Álvaratos! Tað undrar meg ferð
eftir ferð, at sjálvútnevndir verjar
fyri søguligari siðvenju eru so
skjótir at avdúka, hvussu lítið teir
vita um sama.
Regin kann veruliga ikki vera so
fákunnugur, at hann ikki veit, at
vit í Føroyum – í mun til í summum
øðrum londum – onga siðvenju
hava fyri at lógarfesta tjóðsangin.
Hvat hevur Løgtingið við sakina
at gera? Løgtingið hevur aldrin
tikið avgerð um, at »Tú alfagra land
mítt« skuldi vera okkara tjóðsangur
fram um t.d. »Eg oyggjar veit.« Ta
avgerðina hava vit Føroya fólk øll
tikið í felag, og stendur tað okkum
eisini frítt at broyta hana aftur í
felag, uttan at Løgtingið nýtist at
vera blandað uppí.
Sum gudloysingur stendur tað
mær frítt at syngja við, lata vera
við at syngja, broyta orðini ella, ja,
syngja ein heilt annan sang, um eg
endiliga vil – heilt uttan at vera í
vanda fyri at verða handtikin! Ein
gudloysingur, eg kenni, fortaldi
mær, at hann plagar at syngja »ja
dude signið Føroyar, mítt land.«
Eg hevði verið ógvuliga bilsin,
um nakar nakrantíð hevur upp–
dagað hesa broytingina. Tað er
hóast alt eisini gamal siður í Før–
oyum at hava akvavitt í æðrunum
og ropa heldur enn syngja orðini,
tá tjóðsangurin skal endurgevast.
»Dude signið Føroyar, mítt land«
er neyvan tað størsta brotsverkið,
ið er framt ímóti Símuni av Skarði.
Sjálvur havi eg nú í mong ár gingið
runt og sagt »Nudla signið teg«
heldur enn »Guð vælsignið teg,« tá
fólk njósa, og higartil hevur ongin
látist um vón.
Fólkaræði – ella um ikki annað
ein vánalig roynd upp á fólkaræði
– er eisini gamal siður í Føroyum.
Løgtingið er hóast alt eitt av heim–
sins elstu tingstøðum. Tað undrar
meg tískil, at Regin spyr, um Løg–
tingið treytaleyst skal taka til
eftirtektar, um nú Gudloysi ynskir
onkra broyting. Hvør skal siga, at
hetta er ein góð samanbering til
at lýsa, hví Løgtingið ikki skal taka
tað til eftirtektar, tá LGBT Føroyar
ynskir broyting í hjúnabandslógini.
Sjálvandi skal Løgtingið taka tað til
eftirtektar, um fólkið ynskir eina
broyting! Tað er tað, sum tingið í
einum fólkaræði er til!
Tað er misvísandi, tá Regin í
sínum
lesarabrævi
óbeinleiðis
setur líkheitstekin millum tað, at
vera hinskyndur føroyingur, og
tað, at vera kristið mótstøðufólk
av samkyndum hjúnabandi. Ynskið
um broyting í hjúnabandslógini
kemur ikki einans frá samkyndum.
Nógvir eru hinskyndu stuðlar
LGBT Føroya, og øll okkara eru
ikki kristin. Kristindómurin eigur
ikki einkarætt upp á hjúnabandið.
Mangar vóru vígslurnar, áðrenn
Føroyar vórðu kristnaðar. Ella
heldur Regin í síni søguligu fávitsku
kanska,
at
ongin
føroyingur
varð giftur, fyrr enn Sigmundur
Brestisson beyð okkum at velja
ímillum kærleika Jesu og hatur
svørðsins?
Tað sigur ikki lítið um, hvussu
langt vit í Føroyum eru komin við
at góðtaka samkynd, og hvussu
stutt vit eru komin við at góðtaka
gudloysingar, tá Regin kennir
seg noyddan at venda sær til
ræðsluna fyri gudloysingum fyri
at rættvísgera mismun ímóti sam–
kyndum. Sømuligt er tað tó ikki.
Og nei, Gudloysi leggur ikki
stórvegis í tjóðsangin, tá samkynd
ikki hava javnrættindi, kritikkur
av átrúnaði er ólógligur, fólka–
skúlalógin býður okkum at trútta
kristnu trúarlæruna niður í børnini
o.s.fr.
Vit hava nógv týdningarmiklari
mál enn tjóðsangin at taka okkum
av.
Gudloysi.fo
Tjóðsangurin ikki í vanda av Gudloysi
KJAK
Salong
Strendur, tel. 229903
Hár fyri lívið
“Tað besta eg havi gjørt er, at
eg fór til STuTT&GreiTT og fekk
Sólvá at geva mær hár fyri lívið”
Poul Gothard er sera glaður fyri hári:
Ring til Sólvá á tel. 229903 og hoyr nærri...
Hevur tú trupulleikar við ov tunnum hárið vegna sjúku ella av nátúrligum
ávum, so er hjálpin her. Vit hjálpa bæði kvinnum og monnum til hár fyri lívið.
Toftild er á Strondum
í dag 23. og í morgin 24. september
Poul Gothard Danielsen
Lat okkum hjálpa tær