týsdagur 22. september 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. september 2015 · Nr. 109
16
Sosialurin
Virgar T. Dalsgaard
Henda
ólukkuliga
dag
var
okkara
aldargamla Løgting
bumbað við dyna–
mitti
av
feikum
t e r r o r i s t u m ,
sum
ætlaðu
at
beina fyri Petur Mohr Dam í
eini atentatroynd, sum tíbetur
mislukkaðist, tí hann av tilvild var
farin úr Løgtinginum heilt stutt
frammanundan.
Júst henda dag – skammar- og
terrordagin 18. september – áttu
allir almennir bygningar at havt
flaggið á hálvari stong, men vit eru
tað einasta norðureuropéiska fólk,
sum fortreingir og kávar útyvir
eina bumbu-sabotagu móti sjálvum
Lóggávutinginum og tí dýrabæru
parlamentarismuni.
Heystið 1945 var eitt ekstremt
vánaligt politiskt klima millum
Fólkaflokkin
øðrumegin
og
Sambands- Javnaðar- og Sjálv–
stýrisflokkin hinumegin.
Fólk vaknaðu stutt eftir midnátt
við kaldan dreym, tí bumbubrest–
urin var so herviligur, at ein stórur
partur av Havnini trúði, at Kríggið
var brostið á aftur.
Løgtingsbygningurin bleiv illa
skaddur, lyftist leysur av grundini
og datt niður aftur, skeiklaður fleiri
gradir.
Á tí Gamla Apotekinum, H. N.
Jacobsens bókahandli og Komm–
unuskúlanum (núverandi Ráðhús)
vóru nógvir rútar sorlaðir av tí
velduga lufttrýstinum. Skúlin fór
so illa, at vit skúlabørn fingu frí
dagin eftir. Norðanfyri Løgtingið
fóru grannahús eisini, m.a. sorl–
aðust postalínsvørur í Svaluni, sum
lá heilt uppi í Sverrisgøtu.
Sum nevnt hevði Petur Mohr
Dam stutt áðrenn sitið og arbeitt
í Løgtingsbygninginum, men var
farin eitt lítið ørindi niðan í eini
privathús at fáa sær eina pausu
og ein drekkamunn. Hann hevði
akkurát sett seg til borðs, tá ið alt,
sum var á borðinum, hvøldist, og
fólk fingu ógvisligan hvøkk, meðan
tey loftaðu sær eftir lufttrýstið.
Sjálvur búði eg úti í Jónas Bronx–
gøtu, nærhendis Skansanum, –
tað er umleið ein kilometur frá
Vaglinum. Eg var sovnaður, men
bleiv knappliga klárvakin, tá ið eg
hoyrdi tey vaksnu tosa um, at tað
allarhelst mundi vera ein mina,
sum var brostin, tí tað var jú heilt
stutt eftir Annað Verðinskríggj.
Hendingin var sera álvarsom og
skelkaði politivaldið, so stutt eftir
varð ein dusørur útlovaður uppá
heilar 5000 kr. fyri upplýsingar,
sum kundu føra til, at bumbumálið
varð uppklárað.
Her er vert at skoyta uppí, at tað
var ein óvanliga høgur dusørur, tí
tá var ein ársløn hjá vanligum
fólki væl undir 5000 krónur.
Hóast fleiri politimenn søgdu,
at teir væl vistu, hvørjir teir seku
vóru, kundu teir einki gera, tí tey
flestu kvalificeraðu vitni vóru
intimideraði til at tiga. Tey fáu
náttarfólk, sum vildu vitna, høvdu
ikki beinleiðis sæð nakran av
terroristunum.
Uttan vitni, eingin dómur, so
einfalt var tað!
Tó var í øllum mínum óvita–
døgum lítil ivi um, hvørjir brots–
menninir vóru, men hóast hetta
mál varð tugt og tannlað av allar–
flestu fólkum tey næstu tíggju
árini, er málið totalt tagt burtur
í øllum sonevndum føroyskum
søgubókum.
Tað hevði klætt hesi politisku
gongu,
at
hon
skipaði
fyri
tagnarhaldi í tveir minuttir og
hálvastongs-flagging á 71 ára deg–
num næsta ár. Tað kann náast enn,
um teir virða fólkastýrið, sum tað
hevur uppiborið!
Fólkaatkvøðan árið eftir, 14.
september 1946, sum hevði ekstremt
lítla valluttøku, er harafturímóti
dyrkað av loysingarmeinigheitini,
men allan mín barndóm bleiv hon
munandi minni umrødd enn løg–
tingsbumbingin.
Sum eitt kuriosum kann eg
nevna, at tá ið Tjóðveldisflokkurin
stutt eftir bleiv stovnaður, var eg
ein av teimum óvitum, sum varð
beittur húsagongd at selja teirra
organ, »14. september«. Tað var ikki
nógvur avsetningur, men í nógv–
um húsum, varð spotskliga spurt,
HVÍ teir ikki heldur vildu selja
»ÁTJANDA September«! Tað var
meira interessant og relevant!
Nær fáa okkara yngru ættarlið
at vita, hví vit skullu loypa hetta
dramatiska kapittul í okkara søgu
heilt um – skal tað skrivast út úr
søguni???
70 ára dagur fyri brotsgerðina
tann 18. september 1945
KJAK
Ólavur Hátún
So
upplivdu
vit
aftur
ein
mána–
morgunhvøkk
í
útvarpinum – tann
fyrri,
at
Sonja
Jógvansdóttir
var
hoppað úr Janaðarflokkinum, og
nú, at Annika Olsen ikki longur er
við í samgonguni. Í báðum førum
sera harmiligt, vil eg halda, nú alt
sá so bjart út við tryggari kós móti
samfelagsbata.
Hví Annika tók hesa avgerð,
kunnu ymsar gitingar vera um;
men mær í huga er lætt at halda,
at sjónvarpssendingin í farnu
viku, har Bjarni Djurholm, Jóannes
Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen
viðgjørdu hesi viðurskiftir, kann
hava gjørt sítt til tað.
Áhugavert var tað at lýða á,
hvussu hesir garvaðu politikarar
lýstu sína áskoðan um málið, og
væl megnar Liljan Weihe at halda
skil á slíkum orðaskifti. Men aftur–
vendandi mátti eg spyrja fyri meg
sjálvan: »Hví sita hasir harrarnir
soleiðis áhaldandi og stroya salt á
eyma støðu hjá einum av okkara
dugnaligu politikarum?«
At Bjarni Djurholm harmast, at
so týðandi politiskur felagi sum
Annika er farin úr Fólkaflokkinum,
er lætt at skilja, og hjá teimum báð–
um á hinum politiska vonginum
var sjálvandi umráðandi at vera
objektivur. Men máti skal vera við
at fara so út í æsir og tó kortini ikki
fáa fullan sannleika fram; tí ivaleyst
kunnu bæði Jóannes og Tórbjørn
saman við so mongum øðrum duga
væl at skilja, at Annika, við hennara
eyðsýnda
samfelagshugburði,
illa hóvaði háttalagið í politiska
umhvørvinum, hon hevði vaksið
seg inní, og tí nú ynskti at leggja á
annan bógv.
Vónandi
fer
Annika
Olsen
brátt aftur at fáa høvi til politiska
ávirkan.
Dugnaligur politikari stygdur burtur
av politiska leikpallinum
Bumbuspreingingin í Tinghúsinum gjørdi stjóran skaða. Hol varð sprongt í grundina, og nakað av
klædninginum skrædnaði frá. Allir rútarnir í Tinghúsinum brotnaðu, og gipsmyndirnar av Fríðriki VII
og VIII eins og gipsmyndin av Kristiani IX brotnaðu. Bert gipsmyndin av Kristian X slapp óskalað