týsdagur 22. september 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. september 2015 · Nr. 109
22
Sosialurin
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði
sonur og beiggi
Gunnar Zachariasen
f. 22.01.1992 d. 25.09.2014
andaðist og varð jarðaður.
Serstøk tøkk til Berg Debes Joensen, prest,
fyri alla hjálp, og góð og troystarrík orð.
Somuleiðis tøkk fyri sangirnar í kappellinum,
Vesturkirkjuni og á grøvini. Tøkk til
kirkjutænarar, berarar, gravarar og organist.
Tøkk fyri blómur, kransar, og peningagávur
til Kris. Tøkk øll tit, sum bakaðu, og hjálptu
til við jarðarferðini og ervinum. Ikki minst,
takka vit øllum tykkum mongu, sum fylgdu
okkara elskaða Gunnari, til hansara seinasta
hvíldarstað.
Familjuna vegna,
Una, John og Bjarki
TøKK
Tøkk
Takk fyri sýnda samkenslu tá ið kona mín,
mamma, vermamma, omma og langomma
okkara
Hanna Sørensen
f. Heinesen
f.29.7.1926 – d. 9.8.2015
doyði og varð jarðað.
Takk til starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum,
sum vóru um hana, tá ið hon gjørdist
álvarsliga sjúk. Takk til øll starvsfólkini
á Boðanesheiminum, sum vóru um hana
tað síðsta árið. Takk til starvsfólkini, sum
vístu henni umsorgan og hita teir síðstu
dagarnar. Vit takka Hera Joensen, presti, fyri
góðu orð hansara um lív og deyða, takk til
kirkjutænarar, urguleikara, forsangarar og
gravarar. Vit takka teimum, sum skipaðu
fyri jarðarferðini og ervinum. Takk fyri
blómur og kransar og takk fyri minnisgávur
til Boðanesheimið. Takk fyri, tit, sum fylgdu
Hannu til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Julius Sørensen
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi tá okkara kæri
maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Hildibjartur Joensen
doyði og var jarðaður.
Hjartans tøkk fyri blómur, kransar,
peningagávur, telefonsamrøður og vitjanir.
Tøkk til prestin Hera Joensen, kirkjutænarar,
sangarar og øllum tykkum sum á ymsan hátt
hjálptu okkum til jarðarferðina. Hjartans tøkk
til tykkum øll sum vóru um Hildibjartur og
á ymsan hátt hjálptu honum, meðan hann
var sjúkur. Tøkk til øll tykkum sum komu at
fylgja.
Familjunar vegna
Jóhanna Joensen
Hjartaliga takka vit øllum, sun sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara høgt
elskaða mamma,omma og langomma
Hjørdis Sofía Húsdal
F. 23.08.1927 D. 20.03.2015
andaðist og varð jarðað
Takk til Ingu Dam, prest fyri troystarrík orð,
takk til klokkara, degn, organist, sangarar
og gravarar. Takk fyri peningagávur til
Missiónshúsið Libanon. Eina hjartans tøkk til
øll tykkum, sum komu við kakum til ervið og
ein serlig tøkk til tykkum, sum hjálptu okkum
so væl í Missónshúsinum. At enda ein stór
tøkk til tykkum mongu, sum komu at fylgja
henni til hennara síðsta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Dagmar og Susan
Tøkk
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum sum á ymsan hátt
vístu samkenslu og hjálptu til, tá ið vit mistu
okkara kæru móður
Laura Súsanna Hovgaard
f. 21.06.1920 d. 26.06.2015
Takk til Hera Joensen prest fyri troystarrík
orð, til sangarar og øll sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað. Eisini ein tøkk
til starvsfólkið á landssjúkrahúsinum fyri alla
hjálp sum veitt var henni. Tøkk fyri blómur
og kransar og gávur til kirkjuna í Hovi.
Børnini
Tøkk
Vit takka tykkum øllum so hjartaliga sum gjørdu
gullbrúdleypsdagin hjá okkum 26. desember so
hugnaligan og ógloymandi.
Takk fyri gávur, heilsanir, góðar talur og sangir, Ein
serlig tøkk til børn, svigarbørn og barnabørn,
Vinarliga heilsan
JónVá og Carl
Lýs í Sosialinum
341800 / lysing@sosialurin.fo