Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 25. september 2015 Sjúrður Skaale og Magne Arge sleppa ikki at sita á tingi, tí teir eru fólka­ tings­menn. Hví eru ikki somu treytir til borg­ar­stjórar? – Veljarin hevur valt sama persón til fleiri størv, og tað má virðast. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður við út­varp­ið fyrrakvøldið, tá tey royndu at trá­spyrja hann um ovurstóru almennu løn­ina til Heðin Mortensen, sum umframt at vera borgarstjóri í Havn, formaður í Komm­unu­ sam­skip­an Føroya, eisini er tingmaður fyri Javn­að­ar­flokkin. Júst víst hevur veljarin valt Heðin Mort­en­ sen á ting og í býráðið. Kanska meira í býráðið, eft­ir sum at hann fekk 2.245 fleiri atkvøður á bý­ráðs­vali­num í Havn í 2012, enn hann fekk á løg­tings­valinum fyri 25 døgum síðani. Tað er rætt, at Heðin Mortensen fylgir gald­ andi reglum. Men hinvegin hava fyrst Javn­ að­ar­flokk­ur­in og seinni Tjóveldi eisini gjørt sín­ar egnu heimasmíðaðu reglur um, at um flokk­ar­nir fáa fólktingsumboð valt, so ber tað ikki til hjá fólka­tingsumboðnum at taka sæti á løg­tingi eisini. Nú háttaði tað seg soleiðis, at Sjúrður Skaale – ikki varð beinleiðis valdur – men fekk sæti á tingi, tá landsstýrið varð mannað. Men hann kundi ikki taka við løgtingssessinum, tí so hevði Javn­að­ar­flokkurin brotið lyftið til velj­aran. Her skurrar eitt sindur. Tí valla hevur ein fólka­tings­maður meira at gera, enn borg­ar­stjór­in í høvuðsstaðnum. Tí kundi Javnaðarflokkurin havt somu reglu her – sum við fólka­tingssessinum. Tað er so eitt. Tað sum verri er, er at fólk ikki verða við­farin eins. Jógvan Skorheim varð offr­ að­ur sum løgtignsmaður – um vit nýta grund­ gevi­ng­ina hjá løgmanni. Hann er eisini vald­ur í bæði størvini, men tjóðveldisumboðini í Klaks­vík­ar býráð – saman við Fólkaflokkinum, forðaðu honum at liva upp til tað, sum veljarin hev­ur valt. Men Tjóðveldi á tingið tekur fegið ímóti borgarstjóra sum løgtingsmanni – tá hann er valdur fyri Tjóðveldi. Her mugu fáast greiðar reglur, og øll fólk mugu viðfarast eins, um tey eru vald fyri Javn­ að­ar­flokk­in, Tjóvðeldi ella Sjálvstýri. Og jú tað skurrar, at tveir løgtingsmenn hjá Javn­að­ar­flokkinum skulu mjólka fleiri almennar lønir fyri fleiri almenn fulltíðar størv – og verða hægst løntu politikar – nógvi hægri løntur er bæði løgtingsformaður og løgmaður. – Nú skal tingið taka støðu til, um samkynd kunnu giftast Tað var longu á fyrsta tingfundi hjá nývalda løgtinginum, at Sonja Jógvansdóttir, sum taðnn dagin umboðaði Javnaðarflokkin á tingi, boðaði frá, at hon alt fyri eitt fór at leggja uppskot fram um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu gifast borgarliga. – Eg mangli bara at trýsta á enter, sergði hon við útvaprið. Hon ætlaði tá at leggja tað fram einsamøll. Har kom tó einki uppskot, men seinni sama dag – ella rættari um náttina, boð­aði hon frá at hon hevði meldað seg úr Javn­að­ ar­flokk­inum og gjørdist uttan­flokka­ting­ kvinna. Seinni greiddi tó frá, at hon hevði gjørt av at bíða við uppskotinum, tí onnur tingfólk ynsktu at vera við sum upps­kots­stil­l­arar. Í gjár fekk løgtingsskrivstovan so eitt upp­skot frá fýra tingkvinnum, Sonju Jógv­ ans­dótt­ir, utt­an­flokka­ting­kvinna, Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Kristiannu Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin, og Hannu Jensen, Framsókn, um broyting av hjúna­ bandslógini. Sostatt eru umboð fyri allar sam­gongu­ flokk­ar­nar við í at leggja lógaruppskotið fyri ting. Høvuðsendamálið í lógarbroytingini er, at tað loyvir tveimum av sama kyni at vígast borgarliga. Herfyri kom kort í hvørt hús. Tað eru ung­ar gent­ur í Føroyum, sum tekna, og eru við til at hjálpa ungum gentum Í Mieystri, ið ISIS hevur tik­ið og selt víðari. Bólk­ urin á Facebook kall­ast »Hjálp til forfylgd krist­ in og onn­ur í Mið­eystri – CYCI«. Fyrireikararnir siga, at endamálið er at vísa, hvar peningurin fer, tá tú flytur við hes­um korti. Canon Andrew White og bólkur teirra ger fjølbroytt og víttfevnandi arbeiði í­mill­um flóttarfólk. Við at geva mat, lækna, tann­lækna, skúla og at fáa gentur úr trælahaldi. Tað sigst, at nógvar av hesum gentunum, sum ISIS hevur tikið, eru so illa fyri og mis­ nýttar, at ISIS bara vil av við tær. Eisini verð­ur nógv av hesum peningi nýttur til sjúkr­a­hús og lækna. Genturnar eru so misnýttar, at famljan avvísir tær. Somu treytir til allar borgarstjórar Vilja hjálpa gent­ um undan ISIS HJÁLPA Í MIÐEYSTRI kemur kanska afturíaftur? Les eisini blaðið á telefonini Góð ráð til vinnu­ málaráðharran Vinnutíðargrein Johan Dahl síða Ein spurningur um alt ella einki Tíðargrein Helgi Abrahamsen síða 18-19 Visti tú? At 558 fólk eru ar­ beiðs­leys í Føroyum? 342 kvinn­ur og 216 menn. Hjúnabandslógin komin í tingið Annika Olsen, fyrrverandi: Fólkafólksfólk, uttanflokkafólk framsóknarfólk, landsstýrisfólk og varaløgmaður – og núverandi løgtingsfólk í farloyvi... »Mikið kjak hevur verið um mín persón í seinastuni, og nógv rok hevur verið orsakað av mínum persóni. Tað biði eg um umbering fyri« Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Fýra kvinnur seta uppskotið fram