hósdagur 24. september 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. september 2015
sosialurin 110
6
persónssøga
– Fólk royna at fáa meg frá sum lærara. Mín familja er
munnliga álopin fleiri ferðir. Eg mundi sjálvur blivið
sligin niður. Alt orsaka av, at eg eri kristin og havi stillað
upp fyri Miðflokkin, sigur Rani Skaalum, sum spyr hvar
toleransan móti teimum trúgvandi er blivin av
Blivið
í lagi
at niðra
kristin
Rani Skaalum
Barbara Holm
S
einastu vikurnar hava vit
hoyrt nógv um happing
í
fólkaskúlanum.
Um
munnlig álop á politikarar og
um tað almenna trýstið, sum verður
lagt á tey, sum halda ella gera okkurt
óvæntað ella óvanligt.
Ein, sum kennir til persónliga
kostnaðin av at stilla seg fram og
hava eina hvassa meining, er 31 ára
gamli Rani Skaalum úr Havn. Í 2011
stillaði hann fyrstu ferð upp fyri
Miðflokkin, og síðani gjørdi hann tað
sama til løgtingsvalið 1. september í ár.
Ikki óvæntað, er Rani av tí áskoðan,
at hjúnaband er millum mann og
kvinnu, og hann er ein teirra, sum al
ment hevur ført fram, at hann ikki
ynskir at broyta hjúnabandslógina.
Men tann áskoðanin hevur ikki verið
kostnaðarleys.
– Persónligi kostnaðurin fyri at
stilla seg fram og siga sína meining er
høgur í Føroyum. Eg spyrji onkuntíð
meg sjálvan – hvar er tolsemi mót
vegis teimum við øðrum meiningum,
sigur Rani Skaalum.
Tað botnar fyri tað mesta í kjak
inum um tey samkyndu. Skal ein
broyting gerast í hjúnabandslógini,
sum loyvir tveimum av sama kyni
at giftast borgarliga, ella ikki. Og
sprottið úr tí kjakinum er komið eitt
nýtt orð, sum Rani heldur hann er
faðir at. Tolsemisman.
– Tað er nærmast vorðin ein víð
gongdur átrúnaður. Tað, at vera tol
samur og liberalur, sigur Rani.
Fyri summi ljóðar tann isman
sum nakað jaligt, men Rani er ikki so
sannførdur. Sjálvur metir hann seg
vera júst tolsaman, men merkir ikki
sama tolsemi móti sínum hugsanum,
tá ið umræður eitt nú rættindi hjá
samkyndum.
Fyri summi tykist
tað sum tolsemi
er ein einvegis
motorvegur. Vit
skulu vera tol
som kosta hvat
tað kosta vil,
meðan onnur ikki
nýtast at vísa
sama tolsemi fyri
okkum »trúgv
andi«
»Persónligi kostnaðurin fyri
at stilla seg fram og siga sína
meining er høgur í Føroyum.
Eg spyrji onkuntíð meg sjálvan
– hvar er tolsemi mótvegis
teimum við øðrum meiningum«
Framhald á næstu síðu