hósdagur 24. september 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. september 2015
sosialurin 110
8
– Fyri summi tykist tað sum
tolsemi er ein einvegis motorvegur.
Vit skulu vera tolsom kosta hvat tað
kosta vil, meðan onnur ikki nýtast
at vísa sama tolsemi fyri okkum
»trúgvandi«, sigur hann.
Hóttanir eftir livibreyðnum
Rani starvast sum lærari í einum
fólkaskúla í Tórshavnar Kommunu.
Hann undirvísir eitt nú í samfelags
frøði og kristni, og hann hevur merkt
ágang frá foreldrum, sum halda tað
vera best, um skúlaleiðslan setur
Rana »uppá pláss«, sum tikið verður
til.
Klagur eru innkomnar um Rana
sum lærara, og orsøkin er, at hann
hevur úttalað seg um hjúnabands
lógina.
– Eg havi alment ført fram, at
eg ikki haldi hjúnabandslógin skal
broytast. Og summi foreldur hava
kravt meg frá og ymiskt annað, tí tey
halda tað er ósømiligt, at eg havi júst
hasa almennu hugsanina, sigur Rani.
Fyri Rana er tað ótespiligt og til
tíðir krevjandi sálarliga, at ágangurin
er stórur móti honum, hansara starvi
og hansara familju.
– Kona mín hevur óteljandi ferðir
lagt oyra til hvussu langt úti eg eri.
Hvussu óintellegent vit mugu vera.
Álopini blíva fleiri og fleiri og eg stúri
fyri, at børnini eisini skulu leggja oyra
til slíkt framyvir, sigur Rani.
Hann hevur eisini upplivað, at
hansara hugsan um borgarliga vígslu
millum tvey av sama kyni, hevur elvt
til harðskap.
– Ein maður østi seg so nógv, at
hann byrjaði at blíva harðligur. Eg
slapp mær tó til rýmingar áðrenn
nakað álvarsamt hendi, sigur Rani.
Maðurin gjørdist illur, tí Rani hevði tá
júst skrivað eitt lesarabræv, har hann
gav sína hugsan til kennar. Maðurin
skilti ikki, at nakar kundi hava »hasa
meiningina«.
Rani ger tó púra greitt, at hann
ikki vil síggjast sum eitt offur, tí tað
metir hann seg ikki vera.
– At hoyra øll tey ókvæmisorðini,
sum verða søgd um ein, tá ein velur at
stilla seg alment fram, er nakað, sum
eg haldi ein eigur at tola. Og tað geri
eg. Men eg seti bert spurnartekin við
hvar tolsemi er mótvegis teimum, við
øðrum hugsanum, sigur hann.
Spurdur um hann ikki skilur, at
tolsemi ikki er til staðar, tá ið hansara
hugsan mótvegis samkyndum
neyvan kann bólkast sum tolsom, er
Rani ivasamur.
– Eg haldi ikki eg eri ótolsamur
mótvegis samkyndum og liberalt
hugsandi fólkum. Eg sigi ongantíð
nakað ringt um tey samkyndu ella
um tey, við øðrvísi hugsanum. Men
tað sama er ikki galdandi hinvegin,
sigur hann.
Hann vísir á, at fyri hann og
onnur, sum bjóða seg fram at umboða
fólkið í Løgtinginum, er tað sjálvandi
væntandi, at viðmerkingar av øllum
handaslagi verða sendar hendan og
handan vegin. Men verri er fyri tey
moderatu í miðjuni, sum bert melda
seg úr almenna orðaskiftinum, tí tey
víðgongdu báðar vegir fylla ov nógv.
– Eg hoyri nógv ung fólk og nógv
moderat hugsandi fólk í øllum aldri
siga, at tey tora ikki at siga sína
hugsan, tí tey víðgongdu á báðum
síðum eru so áleypandi. Tað er ikki
í lagi, staðfestur Rani.
Vanvirðandi retorikkur
móti kristnum
Hóast Rani ikki stillaði upp til løg
tingsval fyrr enn í 2011, so hevur hann
upplivað fordómarnar mótvegis
kristnum í mong ár. Tá ið hann gekk
í Hoydølum var tað sera strævið.
– Eg fekk at vita frá fyrsta degi,
at eg var býttur og óintelligentur
og hvat veit eg, tí eg trúði uppá eina
bók. Og ein dagin fór eg við til eina
floksveitslu, og tá fekk eg eitt herða
klapp, tí eg var kanska ikki so funda
mentalistiskur hóast alt. Tað haldi
eg er ein løgin hugsunarháttur, sigur
Rani.
Munurin millum árini í Hoydølum
og støðuna nú er, at nú er tað ikki
neyðturviliga trúgvin, sum er trupul
leikin, men tær meiningar, sum fylgja
við hjá summum.
– Nú er tað vent til, at trupulleikin
er ikki kristindómurin, men meira,
at summi okkara hava hesa kontro
versiellu hugsan um, at hjúnaband er
millum mann og kvinnu, sigur Rani.
Fólk eru vorðin so frelst í sínum
egna hugsunarhátti, at tolsemi er við
at hvørva í almenna orðaskiftinum.
– Ert tú kristin og hevur kon
servativar hugsanir, so hyggja fólk
konsekvent niður á teg, og retorikk
urin verður vanvirðandi. Ístaðinfyri
at leypa á hugsanina, so leypa fólk á
persónin handan boðskapin, sigur
Rani.
Mugu skilja hvønn annan
Hendan dagin Rani vitjar í Miðla
húsinum er sjálvandi vónleyst ikki at
nema við eitt av heitastu evnunum
í dagsins samfelag – borgarlig vígsla
fyri tvey av sama kyni. Rani er opin
fyri at skilja hvat »hin parturin«
av samfelagnum heldur. Og hann
ynskir at finna eina loysn, sum kann
umboða bæði tey liberalu og tey
konservativu.
– Eg skilji fyri so vítt væl, at sam
kynd vilja hava løgfrøðilig rættindi.
Trupulleikin er bara, at í øllum
londunum kring okkum er tað byrjað
við tí, og enda við, at stjórnirnar
hava lóggivið inn í kirkjurnar, og
soleiðis tikið grundarlagið og frælsi
frá kirkjunum. Men um man kundi
stólað uppá, at man ikki fer at
lóggeva so, at kirkjurnar skulu víga
samkynd, so ivist eg ikki í, at man
kann finna eina semju tvørturum
samfelagsbólkar, sigur Rani.
Ein av hansara vinmonnum er
samkyndur, og hann vísir staðiliga
aftur, at hann ikki góðtekur hann sum
hann er, bert tí hann er samkyndur.
– Hetta er ein fordómur, sum mong
hava. Og eg ivist ikki í, at eg sjálvur
siti við ógrundaðum fordómum um
tey, sum hava øðrvísi hugsanir enn
eg, sigur Rani.
Og júst orsaka av tí er neyðugt, at
partarnir møtast við opnum sinni, og
kjakast um evnið við tí fyri eyga, at
finna eina loysn.
– Mítt ynski er, at vit øll læra
okkum at vera ósamd á ein virðiligan
hátt. Og at vit øll leggja okkum í
geyma, at eingin ynskir at oyðileggja
lívið hjá øðrum, sigur Rani.
Hann tók fyri mongum árum
síðani støðu til, at hann ikki vildi
lata sítt talu og skrivifrælsi kúga av,
at hansara hugsan ikki var tann best
umtókta.
– Eg ynski ikki, at børnini hjá mær
ella hjá einum samkyndum skulu
kenna seg illa í almenna rúminum.
Vit mugu leggja í okkara børn, at bert
tí tú ert ósamdur merkir tað ikki, at
tú nýtist at halda nakað neiligt um
tey, sum halda nakað annað enn tú,
sigur Rani.
barbara@sosialurin.fo
»Eg ynski ikki, at børnini hjá mær ella hjá einum
samkyndum skulu kenna seg illa í almenna rúminum.
Vit mugu leggja í okkara børn, at bert tí tú ert ósamdur
merkir tað ikki, at tú nýtist at halda nakað neiligt um
tey, sum halda nakað annað enn tú«
Rani Skaalum
persónssøga
Mynd: Álvur Haraldsen