hósdagur 24. september 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. september 2015
sosialurin 110
10
Lagt til rættis: Inna Törnroos
T
að hevur leikað hart á –
skulu Føroyar taka ímóti
flóttum ella ikki. Eitt tað
vanligasta argumentið
ímóti er, at neyðuga tilbúgvingin
ikki er til staðar. Hvussu skulu vit
kunna taka ímóti flóttafólki, tá vit
ikki kunnu taka okkum av okkara
eldru, støkum uppihaldarum og so
framvegis.
Fyri stuttari tíd sídani var Heini
í Skorini í miðlunum og greiddi frá
skipanini við sokallaðum kvota
flóttum, ið koma umvegis ST. Tað er
hetta slagið av flóttum, sum Áland
hevur tikið ímóti.
Fyrstu flóttarnir komu í 1980-inum
og seinastu komu í 2008. Tilsamans
hevur Áland tikið ímóti umleið 100
flóttum í trimum umførum.
Í núverandi kreppu eru tað tvær
kommunur í Álandi, sum hava boðað
frá, at tær kunnu hugsað sær at taka
ímóti flóttum.
Johanna Fogelstrøm arbeiður sum
samskipari av flóttafólkaspurningum
og málviðurskiftum í Landskaps
regeringen á Álandi.
– Fyrireikingar og tilrættislegging
eru lyklaorðini fyri at kunna taka
ímóti flóttafólki. Hvør hevur ábyrgd
ina av teimum, hvør skal rinda og
hvør samskipar móttøkuna eru týð
andi spurningar, sigur hon.
Fyri at gera tað so lætt sum gjørligt
hava tey í Álandi framleitt ein bókling
til flóttafólkini, sum inniheldur alt frá
tannlæknavitjanum til wc-pappír.
Fyrireika móttøkuna
Áðrenn flóttafólkini koma til landið
skullu rættiliga nógv viðurskifti verða
komin uppá pláss.
Ein samskipari skal setast í starv,
sum samlar eitt netverk av umboðum
frá skúlaverkinum, heilsuverkinum,
barnaansingarøkinum, arbeiðs
loysisskipanini, ítróttarfeløgum, og
samskiparin skal kunna íbúgvar á
staðnum um, at nú kemur ein bólkur
av flóttum.
Í Álandi hevur Reyði Krossur verið
til stóra hjálp fyri at fáa tey tilfluttu
inn í samfelagið.
Bústaðir eru mangan torførir at
finna, men bústaðir skulu sjálvandi
eisini verða tøkir og helst ikki allir á
sama staði, men í ymiskum pørtum
av býnum.
Tolkar – nevndi Heini í Skoruni
sum ein trupulleiki í Føroyum - men
tað hava álendingar loyst við at nýta
telefon og Skype, tí í einum so lítlum
landi er torført at finna tolkar til øll
mál. So tolkarnir hjá teimum hava
sitið annaðhvørt í Finlandi ella í
Svøríki og ikki verið á staðnum.
Tá flóttarnir koma
Sum øll vanlig fólk, so vilja flóttar
eisini kenna seg vælkomnar til eitt
nýtt stað. Tí er tað týdningarmikið,
at øll eru væl kunnað um, at tey
koma, og at stuðulsfólk eru til staðar
at hjálpa teimum við tí praktiska. At
koma frá einum krígsherjaðum landi
og kanska hava búð í eini flóttalegu
í longri tíð, er tungt bæði kropsliga
og sálarliga - tí eru heilsukanningar
neyðugar. Sálarligir trupulleikar eru
vanligir hjá flóttum og hjálp á tí øki
num sera týdningarmikil.
Kunning um hvussu samfelagið,
tey eru komin til, er uppbygt, skal
eisini til, og so skjótt sum tilber skulu
bæði børn og vaksin byrja at læra seg
málið.
Flóttafólkini, sum eru komin til
Álands eru øll komin úr Iran. Bæði
persarar og kurdar og nakað av ósem
ju hevur onkutíð stungið seg upp
millum bólkarnar.
– At kunna seg um upprunalandið
og ymisku bólkarnar í landinum er
gott at gera áðrenn flóttarnir koma,
sigur Johanna Fogelstrøm.
Í flestu førum hevur tað gingið
gott hjá flóttafólkunum, sum eru
komin til Álands, men ikki hjá øllum.
– Hvussu tað gongst hjá flóttum
at koma inn í okkara samfelag veldst
um nógv ymisk viðurskifti. Millum
annað kann nevnast hvat tey hava
upplivað áðrenn tey koma, hvat tey
hava fyri útbúgving og arbeiðslívs
royndir annars.
Samskiparin, sum tekur ímóti
flóttunum, fylgir teimum til flest allar
vitjanir og ørindi fyrstu tíðina, men
eftir eini tíð er meiningin, at skúli,
barnagarður og arbeiðslív skulu taka
mestu tíðina hjá nýggju íbúgvunum.
Í mesta lagi er sokallaða integrasjóns
tíðin trý ár. Aftaná tað fáa flóttar ikki
meira stuðul, men skulu klára seg
sjálvi.
At fáa nøkur tøl uppá hvat tað
kostar at taka ímóti flóttum er torført.
Í bóklinginum, sum Áland hevur at
ganga eftir stendur, at kommunan,
sum tekur ímóti flóttafólki, skal fáa
21.400 krónur fyri persónar, sum hava
fylt 7 ár og 63.800 fyri børn undir 7
ár, um árið. Í hesum er barnaansing,
skúli og annað íroknað.
Tað, sum er afturvendandi í hesum
bóklinginum er, at tað sjálvbodna
arbeiðið er ein sera týdningarmikil
lykil fyri, um tað skal eydnast væl
hjá flóttum at koma inn í samfelagið.
Men at tað er gjørligt at ríka sam
felagið við flóttum vitnar álendska
samfelagið so heilt víst um.
– Kebab hjá Ali er fantastiskt,
bommini hjá Mohammed verd at
ferðast nógvar kilometrar eyka fyri
og á gáttini út frá studentaskúlanum
í juni vóru fleiri børn at flóttafólkum
at síggja.
inna@sosialurin.fo
Eitt oyggjaland – 100 flóttafólk – og bara 28.000
íbúgvar. Í Álandi hava tey funnið ein loysn fyri hvussu
takast skal ímóti flóttum. Sosialurin hevur kannað
viðurskiftini í Álandi og hetta er tað tey siga skal til
Flóttafólk
Hetta er tað
Flóttafólk til Føroya
»Fyrireikingar og tilrættislegging
eru lyklaorðini fyri at kunna taka
ímóti flóttafólki. Hvør hevur
ábyrgdina av teimum, hvør skal
rinda og hvør samskipar móttøkuna
eru týðandi spurningar«