Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. juli 2004síða 24

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 143 - 31. juli 2004 Nr. 143 - 31. juli 2004 47 TILTØK Gudstænastur 8. sunnudag e. trinitatis Havnar kirkja: kl. 11, Sonja Klein Argja kirkja: kl. 11 Bergur D. Joensen Kaldbak: kl. 12, altarg., Bjarni Bæk Tjørnuvík: kl. 12, Mogens Tilsted Christensen Skálafirði: kl. 11, Oyndarfjørður: kl. 12.10, Jógvan Fríðriksson Eiði: kl. 10.40 skriftamál, kl. 11 messa Emil Olsen Svínoy: kl. 12, altarg., Elsa funding Fríðrikskirkjan: kl. 11, Martin R. Jacobsen Mykines: kl. 11, altarg., David Johannesen Kvívík: kl. 12, Inga Poulsen Dam Leiti: kl. 12 Patrick de Neergaard Tvøroyri: kl. 11 Ólavur Rasmussen Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17 Landsbøn. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti v/Paula Høj, ABC v/ Ása Lutzen, evnið er: Reinsan við blóði Jesusar 2. partur kl. 18 Møti. Mánadagin kl. 20 Bønar- skúlin. Um tær tørvar persónliga samrøðu og/ella forbøn ring 211067. Telefonin svarar man-frí frá 8-16. www.filadelfia.fo Meinigheitin í Hoyvík Í kvøld kl. 22 Bøn fyri býnum. Sunnudagin kl. 11 Guds- tænasta v/ Hendrik T. Olsen, ongin sunnudagsskúli vegna summarfrí. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- møti. Mikudagin kl. 7 Bøn. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Morgunmøti og samstundis verður barnaansing. www.hebron.fo Meinigheitshúsið Sunnudagin kl. 18 Møti v/ Vagn Foldbo har Marjun, Katrin & Co. syngja. Ebenezer Leygardagin kl. 20 Ungdóms- møti. Sunnudag kl. 10 Breyðbrót- ing. Sunnudagsskúlin í summ- arfrí. kl. 18 Evangel. møti. Øll eru vælkomin. www.ebenezer.fo Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Orðsins tænasta v/ kommuni- ón í Kerit. Leygardag kl. 11.30 Orðsins tænasta v/ kommunión í Kerit. Sunnudag kl. 11 Orðsins tænasta v/ kommunión í Mariukirkjuni. Aftaná verður kirkjukaffi. Missiónshúsið við Landavegin Sunnukvøldið 1. aug. kl. 18 Møti. Frelsunarherurin, Tórsgøta 19 Sofía Jacobsen, Grønlands- vegur 19, Tórshavn fylti 80 ár 6. juli. Dagurin verður hildin í sali Frelsunarhersins leygar- dagin 31. juli kl. 18. Øll eru vælkomin. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Einki møti vegna summarfrí. Byrja aftur 15. august 2004. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnudagin 1. aug. kl. 19 Møti v/ Øssur Kjølbro, Klaksvík. Meinigheitshúsið á Skála Sunnukvøldið kl. 19 Møti við Sverra Kass. Aftaná møti verður drekka. Øll eru vælkomin. Innsamling til húsið. Samkoman Lívsins Orð, Runavík Sunnudagin kl. 17 Møti. Mikudagin kl. 19.30 Bønarmøti og – um viðrar – útimøti aftaná. Øll eru hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21 Opið hús við Rúna Rasmussen. Sunnudag kl. 18 Møti við Odu, Biritu og Lív. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Getsemane, Klaksvík Sunnumorgun kl. 11 Møti við Eivinn Bringsberg. Týskvøldið kl. 20.30 Hugna- løta fyri ung. Mikukvøldið kl. 20 Bønar- møti. KFUM & K, Klaksvík Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bønar- møti, kl. 18 Møti v/ Andras Miðskarð og kl. 21 Ungdóms- møti: Sang- og tónleikakvøld við Birgir Sigurðsson. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi tiltøk. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 17.30 Bøn- og lovsongsløta, kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betania, Skopun Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti. Tú ert vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnukvøldið kl. 18 Møti við Karl Kenning. Bønarmøti verður hálvan tíma áðrenn møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 Breyðbrót- ing, kl. 18 Evangel. fundur, kl. 21 Útifundur – um viðrar. Ónsdagin kl. 20 Bønar- og uppbyggingarfundur. Frelsunarherurin, Vágur Leygarkvøldið kl. 20 Útimøti í Sumba. Sunnukvøldið kl. 18 Evangel. møti við Sigrid Ludvig og Dennu Debess. Eingrím og Eddie syngja. Sion, Vágur Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti. Mánakvøldið kl. 21 Bønar- møti og bønartænasta á tlf. 373777. Tú ert vælkomin at ringja um tær tørvar forbøn. Missiónshúsið í Sumba Sunnukvøldið kl. 18 Møti, Móritz og Janna Viderø tala og syngja. Innsavnan verður til húsið. Evangel. fundur í DK – Samkoman Malta Hóskvøldið 5. august kl. 19.30 verður evangeliskur fundur í Cosmos Trawl, Østhavnen Hirtshals. Eftir fundin bjóða vit kaffi, øll eru hjartaliga vælkomin Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Tilhaldið verður stongt vegna umvæling frá: 28. juni til 28. juli og frá 30. juli - 13. august. Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Vágs Pensionistafelag Vágs Pensionistafelag – fel- agið fyri pensionistar í Suður- oyar sunnaru helvt – hevur limafund kl. 19.00 hvønn seinasta mánadag í hvørjum mánaða. Ymiskt áhugavert er á hvørjum fundi, har tú eisini fært drekkamunn við bollum og køkum. Fundirnir verða hildnir í hugnaligu hølunum hjá Vágs Matmøðrafelag. Allir pensionistar og øll omanfyri 60 ár eru vælkomin. Gerst limur í Vágs pensionistafelag. Spælistovan í meinigheitshúsinum er opin mána-, týs- og hósdag kl. 9-12 fyri foreldur við børn- um, sum ikki hava ansing. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keyp- mannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. Føroya Heimavirkisfelag Postadressa: J. Paturssonar- gøta 24, 100 Tórshavn. Formaður: Óluva Vilhelmsen. T-postur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Tlf. 322686 / 319629 NA (Anomymir narkomanar) Tinghúsvegur 37 NA-Fundur hvørt sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús- vegnum 37. Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alkoholikarum er hvørt hós- kvøld kl. 20 og sunnudag kl. 17. Síðsta sunnudag í mán- aðinum er opin speakarafun- dur í Al-Anon, Tinghúsvegur 37. Fríggjadagin 6. august kl. 15.00 giftast í Gøtu kirkju Katrin Sigurðsdóttir, Norðragøta og Karstin Kristiansen, Leirvík. Opið hús við nátturða og drekkamunni verður í Róðrarneystinum á Glyvrum kl. 20.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma verða biðin um at ringja á tlf. 443241 ella 441363 innan 30. juli. Sunnudagin 15. aug. kl.10.00 giftast í Sørvágs kirkju, John Arnfinn Reynstind, Miðvági, og Andrea Jacobsen, Sørvági. Vælkomst verður í bygdarhús- inum í Miðvági kl.12.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 1. aug. á tlf. 332847 ella 509151. Leygardagin 11. september kl. 16.00 giftast í Porkeris Kirkju Joan Bech & Páll Vejhe, bæði úr Porkeri. Vælkomst verður í VB-húsinum kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 26. aug. á tlf. 373250, 373226 ella 373570. Sunnudagin 15. august kl. 11.00 giftast í býráðs- salinum í Havn, Randi Fjallsá, Tórshavn, og Andras Nolsøe, Trongisvágur. Vælkomst verður í Pálsstovu kl. 14.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Leygardagin 21. august kl. 14.30 giftast í Betesda í Klaksvík Elsebeth Heinesen og Jón Kári Frederik- sen, Klaksvík. Veitslan verður á Hotel Norð kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma í veitslu, kunnu boða frá á tlf. 455866, 215899 ella 229176 áðrenn 1. august. BRÚDLEYP EITT LJÓS Á GØTU MÍNI »Men Káin øvundaði Ábel, bróð?ur sín; og einaferð, tá ið teir vóru úti á bønum, ráddist Káin á Ábel og drap hann«. 1 Mós. 4.8. Í bóklingurin Hjertespejlet, sum lá í stovuni hjá ommu míni, blaðaðu vit óvitar tíðum í tá ið vit vitjaðu inn til hennara. Í bóklinginum vóru tær sjey deyðssyndirnar lýstar við 7 djórum. Páfuglurin, við vakra veli sínum, ímyndar stoltleika og hugmóð. Paddan, gírni og tráan eftir jarðiskum góðsi. Tikarin vreiði og hevndarhug. Skjalbøkan leti og lunkni. Svínið skitligheit og ovát. Bukkurin ólevna og óreinsku. Og so ormurin (slangan) sum ímyndar missunnilsi og øvund. Av øvund drap Káin Ábel. Soleiðis byrjaði syndin í verki eftir at menniskjan var rikin út úr Páradís. Øvund og missunn- ilsi førdi til hatur og síðani til fyrsta dráp í heiminum. Ja, vit menniskju flokka syndirnar. Kom einaferð í ferðalag við mann, einum trúgvum møtigangara. Hann segði seg hava ferðast saman við einum presti í einum flogfari. Har hevði hann sæð prest keypa sær eina fløsku av øli á túrinum. Hesin maðurin kundi ikki koma yvir tað. Hugsa sær, prestur drakk eina øl í flog- farinum. Hann helt fram í tímavís at siga mær frá hesi fløskuni av øli, sum prestur hevði drukkið. At enda var fløskan vaksin mær so stór, at hon kundi fyri tað verið ein heil øltunna. Nú skal hendan andakt ikki vera nøkur verjurøða fyri ein prest og hansara fløskuna av ølið. Men eg hugsaði í mínum stilla sinni: Góði maður, hevur tú hugsa um ta synd, tú í dag hevur framt við øllum tínum ljótu orðum um prestin. Og tá ið eg kendi mannin, og visti um hansara egnu veikleikar, hvussu øvundsjúkur og missunniligur hann hevði verið alt lív sítt, og aldri unt øðrum nakað, uttan sjálvur at skulla hava tað sama ella meira, byrjaði eg at føra samtaluna inn á aðrar syndir og lastir; hvussu stór synd tað er at øvunda øðrum; og hvussu gott tað er tá ið eygu okkara verða latin upp og vit síggjai okkara egnu brek, tí tá stendur ringast til við mær sjálvum: Og tá verða vit upptikin av okkara egnu syndum og gloyma smábrekini hjá hinum, eitt nú ølfløskuna hjá prestinum. Segði honum hvussu vandamikið tað er, at gera ávísa gerð til ta einastu syndina, meðan vit meta hinar bara at verður brek og veikleikar, vit bera. Vit kunnu tosa um syndirnar hvør sær, men tær eru allar líka stórar og álvarsamar, soleiðis sum hjartaspegilin lýsti tær. Í millum allar syndir, hann nevnir í brævi sínum til Galatamanna, javnsetir hann øvund við drykkiskap, og at dómurin er hin sami: Útistongd frá Guðs riki. Øvundarmenn kunnu fremja líka stóra vannlukku sum drykki-menn. Øvundin er í veruleikanum líka álvar- som, og hon hevur líka so ræðuligar fylgjur við sær, sum fylgirnar í standast av drykkiskapi. Vit hava nøkur hugtøk: At gerast bláur av kulda, at gerast reyður av øði, at gerast bleikur av sjúku – og at gerast grønur av øvund. Øvund og missunnilsi; kunnu tey finnast inni í einum kristnum kirkjuliðið Sambart Paulus er tað ikki gjørligt. Eitt kirkjulið fremur ikki holdsins verk, men ber andans fruktir. Í einari kristnum kirkjuliði er tað kærleikin, ið valdar, og um hann sigur Paulus ma: Kærleikin øvundar ikki; hann er ikki illmintur; hann søkir ikki sítt egna. Amen! John S. Myllhamar Mikudagin 8. sept. hava Hallur og Ester Mohr verið gift í 25 ár. Vælkomst verður í bygdahúsinum Samljóð í Skopun leygardagin 28. august kl.19.00. Tey ið ynskja at gleða silvurbrúðarparið við at koma í veitslu verða biðin um at siga frá á tlf. 361156, 361395 ella 444412 áðrenn 15. august. Í sambandi við veitsluna siglir Teistin av Skopun á Gomlurætt kl. 0200. SILVURBRÚDLEYP 80 ÁR Sunnudagin 8. august verður Ruth Rasmussen, Søldar- fjørður, 80 ár. Dagurin verður hildin í Elim kl. 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 á Tinghúsvegi 37, Tórshavn. www.aca- danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Havn um ólavsøkuna Ólavsøkuaftan kl. 17.30- 18.30, kl. 20.00-21.00, kl. 22.30-23.30. Ólavsøkudag kl. 17.30-18.30, kl. 20.00-21.00, kl. 22.30- 23.30. AA-fundir í Havn Tinghúsvegur 37 Mánadag: kl. 20.00–21.00 Týsdag: kl. 20.00–21.15 Stóri bókafundur Mikudag: kl. 20.00–21.00 Stiga- og siðafundur Hósdag: kl. 20.00–21.00 Fríggjadag: kl. 20.00–21.00 og kl. 22.30–23.30 Leygardag: Opin fundur kl. 09-10, kl. 17.00–18.00 og kl. 22.30-23.30 Sunnudag: kl. 11.00–12.00. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 16.00 (á loftin- um, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu- dag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mán- aðinum – opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í Undirhús- inum onsdag og leygardag kl. 19.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týs- kvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Fyribyrgingarráðið Argjaboðagøta 7 · 160 Argir postrúm 135 · 110 Tórshavn tlf. 315155 · fax 320272 Teldupostadr.: fyribyrg@fyribyrg.fo heimasíða: fyribyrg.fo Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív lim- ur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552. Lymfødemfelagið Box 2113, FO 165 Argir Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð. Samband fæst við felagið á tlf. 448454, Fía í Túni, ella tlf. 313424, Arnhild Johannesen. Heilafelagið Íslandsvegur 10 · tlf. 317373 T-post: heilaf@post.olivant.fo Nærri upplýsingar, eisini við ráðgeving, finst á heimasíðuni: www.mbf.fo undir »Um MBF«. Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøríki, Dan- mark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Parkinsonfelagið MBF-húsið, Íslandsvegur 10C Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið hjá Kristinu, tlf. 317317. Javni Hoydalsvegur 40 · 3 hædd Skrivstovan er stongd, vegna summarfrí, frá 12. juli – 16. august. Vit hava eisini eina heimasíðu: www.javni.fo og t-post adressu: javni@post.olivant.fo har tit altíð eru vælkomin at senda spurningar ella viðmerkingar. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hós- kvøld eftir avtalu. Felagið fyri lesi- og skriviveik Postadr.: MBF-Húsið Íslandsvegur 10c Endamál felagsins er at hjálpa teimum ið hava lesi- og skrivitrupulleikar. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð men samband fæst við felagið á tlf. 441541, Anne Karin Kjeld og 318867, Laila Egholm. Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10 C FO-100 Tórshavn Opið er týs- og hósdag frá kl. 13.00-16.00. Tlf. 310237. www.gikt.fo T-postur: gikt@gikt.fo Stongt er vegna summarfrí frá 8. juli til og við 17. august. Deyvafelag Føroya Íslandsvegur 10B Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 10.00 til kl. 15.00. Tlf. 317597, fartlf. 222381, skrivitlf. 316929 · fax 313609 og teldupostadr. deaf@deaf.fo heimasíðan: www.deaf.fo Føroya Astma/Allergifelag MBF-húsið, Íslandsvegur 10c, Tlf./fax 311419. Upplatingartíðirnar eru: hvønn hósdag kl. 16.30-18. Føroya Felag Móti Krabbameini Grønlandsvegur 58, Tórshavn Telefontíð mánadag til fríggjadag frá kl. 13-15. Tlf. 317959. Teldupost: ffk@post.olivant.fo www.ffk.fo MBF – Meginfelag teirra brekaðu Íslandsvegur 10c FO-100 Tórshavn · tlf. 317373 MBF skrivstovan er soleiðis opin: Í viku 28, mánadag, mikudag og hósdag og í viku 29, týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 9-15. Í viku 30, 31 og 32 verður skrivstovan stongd. Alzheimerfelagið Tórsbyrgi 16 · 100 Tórshavn Heimasíða: www.alzheimer.fo t-postur: sigmo@post.olivant.fo Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið á tlf. 313102. Demenslinjan er telefonráð- geving í øllum viðvíkjandi demens. Tlf. 313102 svarar týsdag kl. 18–20. Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 313978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 319793, Mari Johannesen. Cøliakifelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst við at ringja til onkran av nevndarlimun- um: Annegreta tlf. 448664 Beinta tlf. 310574 Henning tlf. 314783. Sinnisbati Íslandsvegur 10 C, 100 Tórsh. tlf. 322544 · Fax 310813 T-postur: sinnbati@post.olivant.fo Skrivstovan er opin mikudag frá kl. 16-18. Fyrsta mikudag í mánaðinum er opið til kl. 19.30. Tú ert vælkomin at ringja og spyrja um alt, sum hevur við sinnistrupulleikar at gera á tlf. 322544. Nýrafelagið Postsmoga 1063 110 Tórshavn. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband fæst við felagið á e-mail: thomsen1@post.olivant.fo Tlf. 315928, Odny Tlf. 315786, Karin Elisa Tlf. 314796, Hallbjørg LISA - Skrivstovan hjá Listafólkasam- bandið Føroya í Pætursarstovu Vegna summarferiu verður skrivstovan stongd í juli. Opið verður aftur sum vanligt mánadagin 2. august. Amnesty International, Føroya deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Tlf. 315816 Skrivstovan er opin mánadag frá kl. 13.00-17.00 og mikudag frá kl. 9.30-17.30. Heimasíðan: www.amnesty.fo Teldupost: Amnesty-Amnesty.fo LFÚ-skrivstovan hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 15 til 18. LFÚ ráðgev- ingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16 til 18. Tinghúsvegur 18, 3. hædd, Tórshavn. Tel. 310220 (skrivstovan) tel. 315015 (ráðgevingin). Teldupostur: lfu@post.olivant.fo Heimasíða: www.lfu.fo Føroya Heimavirkisfelag Postboks 1209 - 110 Tórs- havn. Teldupostur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Samband við felagið fæst við at ringja tlf. 322686. Umsóknarbløð til Heima- virkisleguna í Danmark í summar kunnu fáast við at venda sær til felagið. BRÚKARASAMTAKIÐ Brúkarasamtakið er felag fyri brúkarar í Føroyum. Lima- gjaldið er 100 kr. árliga. Øll, einstaklingar frá 16 ár og feløg, kunnu gerast limir við at skriva til postadressuna niðanfyri, ella venda sær til ein í nevndini: Ingun Simon- sen, forkvinna, 317782/ 211696, ingun@post.olivant.fo Hans Pauli Strøm, skrivari, 424044/221919, hps@kallnet.fo Gunnleivur Dalsgarð, kassam., 314868/311210, gunnleiv@starvsmf.fo Høgni Debes Joensen, 311832, trongrim@post.olivant.fo Kristina Samuelsen, 311883/211883, kris@logting.fo Brúkarasamtakið, Postboks 165, 110 Tórshavn. MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) heldur til í húsum Hans Andrias Djurhuusar undir Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624 og 315688, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo og maf@post.olivant.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins er at stuðla áhugaleiklist og menna hesa mentunargrein í Føroyum. Formaður: Hilmar Joensen, Nólsoy. Listarligur ráðgevi: Birita Mohr. Dagl. leiðari: Malan Matras Joensen. Føroyingafelagið í Esbjerg Danmarksgade 25, 6700 Esbjerg, tlf. 75132747 Opið hvørt mánakvøld kl. 19–22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn. Føroyskt felag í Ballerup Ryttergården, Pederstrup 2750 Ballerup. Føroyingafelagið í Odense hevur opið hvørt fríggjakvøld frá kl. 20. Tú finnur okkum á Rugårdsvej 21 (kjallarin), 5000 Odense C. Tlf.: 25395563 Teldupostur: ffo@post.gs www.ffo.subnet.dk Føroyingafelagið við fjørðin Jægerspris. Vit hava ymisk tiltøk nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugsað tær at vita meira um felagið, ella lokalt, so ring til Fríði tlf. 47317438 Gudni tlf. 47387748. Føroyingafelagið í Aalborg Lille kongens gade 10B, tlf. 98 13 63 30 email: alaborg@alaborg.dk Álaborg er opið soleiðis: Fríggjadag 17-19 og Leygar- kvøld 23-03. Álakórið venur mikukvøld kl. 19.30 Annars verða tiltøk hjá felagnum lýst í Túnatos og á heimasíðuni www.alaborg.dk Føroyingafelagið Vesturskin, Bergen Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýs- ingar við at venda sær til Elsebeth Reines, tlf. 55229049. Føroyingafelagið í Reykjavík Elin S. Wang, Melabraut 8, 170 Seltjarnarnes, Ísland Tlf. +354 5522368 E-mail: forrek@visir.is Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark veitir ráðgeving og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Upplatingartíðir: mánadag, týsdag, hósdag 11.30-15.30 mikudag 14.00- 18.00 og fríggjadag er stongt. Vesterbrogade 17 A 1620 København V. Tlf. 33 23 99 80 Fax. 33 23 92 34 Teldupostur: radgevingin@radgevingin.dk Heimasíða: www.radgevingin.dk Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17A 1620 København V Telefonupplýsing: 33231586 Dagliga telefonin: 33231587 Fax 33231588 E-mail addressa: postur@faroehouse.dk Heimasíðan: www.faroehouse.dk Á heimasíðuni er skráin, smátíðindi, feløgini og links víða um. Kaffistovan er opin má.- frí. kl. 14 - 19 Bókasavnið um somu tíð. Føroyskur døgverðamatur, fløgur, bøkur og pløgg fáast til keyps. Vilt tú leiga ella skipa fyri tiltaki í húsinum, vendir tú tær til leiðaran. Føroyingafelagið í Svøríki Vit hava tiltøk nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Annu Westfahl á tlf. +46176269536 ella Innu Törnroos á tlf. +468853570. Evangeliska Røddin, Odense Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbrót- ing. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. TILTØK C M Y K 47 46 HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo KOMANDI FILMUR Stórt úrval av DVD-filmum til sølu MED DANSK TALE TOMMY KENTER SOM GARFIELD THE MOVIE CLHCPPW@PSAIFCGKCPNPMBSIRGML CLHCPPW@PSAIFCGKCPNPMBSIRGML Leygardagin 31.07. kl. 2000 Leygardagin 31.07. kl. 2230 Sunnudagin 01.08. kl. 1930 Sunnudagin 01.08. kl. 2200 Leygardagin 31.07. kl. 1830 Sunnudagin 01.08. kl. 1800 Leygardagin 31.07. kl. 2100 Sunnudagin 01.08. kl. 2030 Leygardagin 31.07. kl. 2300 Sunnudagin 01.08. kl. 2230 FRUMSÝNING Fríggjadagin 6. august