Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. september 2015 sosialurin 110 27 Sosialráðgevar til Viðskiftadepilin – til deildina Menning Á deildini Menning í Almannaverkinum eru 2 størv leys at søkja. Talan er um eitt barnsburðar-avloysarastarv fulla tíð frá 1. nov. 2015, umframt eitt tíðaravmarkað starv á 10 tímar um vikuna, at byrja 1. okt. 2015 ella so skjótt sum tilber. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum. Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Menning. Størvini eru flokkað í 6. lønarflokki í sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 05.10.2015 kl 12. Almannaverkið søkir starvsfólk av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: TroTabúgv Í trotabúnum Sp/f Startrade, Mannaskarð 4, 100 Tórshavn, skrá. nr. 4657, sks.nr. 3-105/2013, er nýggjur bústjóri settur. Fráboðan av krøvum skulu framyvir sendast til nýggja bústjóran, advokat Inga Højgaard, Advokatfelagið, Yviri við Strond 4, FO- 100 Tórshavn, j. nr. 8800413. Tað verður innkallað til skiftifund hósdagin tann 5. novembur 2015, kl. 09.45, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirættinum 2 vikur innan skiftifundin. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TAnn 17. SEPTEMbER 2015 TroTabúgv Í trotabúnum P/F 20. januar 2009, Grønalíð 25, 100 Tórshavn, skrá. nr. 1135, sks.nr. 3-52/2013, er nýggjur bústjóri settur. Fráboðan av krøvum skulu framyvir sendast til nýggja bústjóran, advokat Inga Højgaard, Advokatfelagið, Yviri við Strond 4, FO- 100 Tórshavn, j. nr. 8800513. Tað verður innkallað til skiftifund hósdagin tann 5. novembur 2015, kl. 09.45, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirættinum 2 vikur innan skiftifundin. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TAnn 17. SEPTEmbER 2015. Ruskinnsavnari til IRF IRF søkir við hesum eftir einum ruskinnsavnara til bilin Royðuber at byrja skjótast til ber. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a. fevnir um: Innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í meginøkinum. Hevur tú stóra koyrikortið, ert vanur at koyra lastbil, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góðan ordan, ert tú møguliga tann, vit søkja. Tann, ið settur verður í starv, kann eisini rokna við øðrum uppgávum innan IRF. Starvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 414243, Jógvan Júst Olsen. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan mánadagin 5. oktober 2015. IRF Víkarvegur 107 520 Leirvík irf@irf.fo IRF hevur 3 serútgjørdar bilar til ruskinnsavning í meginøkinum: Rósa, Royðuber og Reinfann. Almennur føroyskur dansur! Leygarkvøldið, verður almennur føroyskur dansur í Frøishøllini. Byrja verður kl. 21.00.. Um miðnátt verður ein biti at fáa, og gjøgnum alt kvøldið er okkurt at sløkkja tostan við. Kostnaður 100 kr. Verði vælkomin! Norðstreymoyar Dansifelag Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Sunneva Jacobsen Skála andaðist og varð jarða Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Eldrasambýlið á Skála. Tøkk til Jóannes S. Hansen og Asbjørn Mikkelsen fyri fløvandi orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til Emil Olsen prest, kirkjutænarar, sangarar og øllum tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk til tykkum, sum vóru um hana í Eldrasambýlinum. Tøkk til tykkum sum komu at fylgja henni til hennara seinasta hvíldarstað, her á fold. Familjunar vegna Børnini, v/familju Tøkk fyrst og fremst www.in.fo Lysing@sosialurin.fo