hósdagur 24. september 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
September 2015
10
6
Eirikur Lindenskov
– Eg taki tað sjálvandi sum eitt
herðaklapp, at Stine Bosse hevur
tosað so positivt um meg. Og ja.
Eg taki sjálvandi av, um valið fellur
á meg, og nevndin heldur, at eg eri
tann rætti.
Tað sigur Árni Ellefsen, fyrbils
settur forstjóri í BankNordik, tá vit
hitta hann í nýggja høvuðssæti
bankans á Oknarvegi við
Hálsatjørn í Havn – og vit
spyrja hann, um hann væntar
sær at verða settur í starvið, tá
forstjórin endaliga skal setast.
Sum fíggjarstjóri seinastu
fýra árini hevur Árni Ellefsen
verið partur av leiðslubólkinum
í BankNordik. Í leiðslubólk
inum vóru báðir stjórarnir,
Janus Petersen, forstjóri, John
Rajani,
stjóri,
kredittstjórin,
íløgustjórin og fíggjarstjórin,
sum var Árni Ellefsen.
Nýggi setti forstjórin er útbúgvin
grannskoðari. Ikki bara sum vanligur
grannskoðari, men hann er ríkisgóð
kendur grannskoðari – ella stats
autoriseraður revisor.
Hann fór í læru hjá KPMG í Keyp
mannahavn í 1986. Samstundis tók
hann HD og cand.merc.aud, sum er
tað ástøðiliga í sambandi við próv
tøkuna sum ríkisgóðkendur grann
skoðari.
Tann sætti ríkisgóðkendi
Hann flutti heimaftur til Føroya í 1996
og fór í starv hjá KPMG, sum var
grannskoðaravirkið hjá pápanum,
Paula Ellefsen. Kona hansara, Ann
Danielsen, er útbúgving lækni og tók
turnus í Føroyum. Tey fóru niður aftur
til Danmarkar 2000.
Í 2001 tók hann próvtøkuna sum
statsautoriseraður revisor. Tað er
ein sera krevjandi próvtøka, sum
bara nakrir fáir føroyingar hava tikið
undan honum – Carl Vilhelm Weihe,
Pauli Ellefesen, Jógvan Sundstein,
Klaus
Rasmussen
og
Jógvan
Amonson.
Onkur annar føroyingur, sum býr
og starvast uttanlands, hevur eisini
tikið útbúgvingina.
At gerast bankastjóri er ikki sum
at taka við einum og hvørjum øðr
um starvi. Tú skalt kannast út í odd
og egg og liva upp til alskyns treytir,
hava reina revsiváttan og siga frá tær
ymisk álitisstørv. Árni Ellefsen hevur
eisini deponerað sína grannskoðara
góðkenning.
Ítøkiliggera langtíðarætlanina
Árni Ellefesen leggur dent á, at
hann bara er fyribils settur stjóri, og
tí heldur hann seg ikki til at siga ov
nógv um framtíðar leiðslu bankans.
– Nevndin hevur valt at broyta
langtíðarætlan, sum í høvuðsheitum
gongur út upp á at halda fram sum
vit hava gjørt í Føroyum og Grøn
landi, meðan vit í Danmark siga frá
okkum vinnupartin og bara savna
okkum um privatkundar – og at vit
selja tryggingarfelagið í Íslandi frá,
sigur Árni Ellefsen.
– Uppgávan hjá leiðsluni verður
so at ítøkiliggera hesa langtíðarætlan
í tøttum samstarvi við nevndina, sig
ur hann.
Tað er ikki uttan orsøk, at bankin
broytir langtíðarætlan og sigur frá
sær vinnuparin í Danmark. Tí í 2017
verða krøvini til peningastovnar
herd munandi. Tað hevur nakað við
at gera, at 20 tey størstu útlánini
hjá bankanum ikki mugu vera størri
enn eitt vist, og tað hevði ávirkað
víðarimenningina hjá bankanum í
Føroyum og Grønlandi eisini.
Árni er eitt gott boð
Hóast Árni Ellefsen leggur dent á, at
hann er bara fyribils settur banka
stjóri, so hevur Stine Bosse, nevndar
forkvinna í BankNordik, tó sagt, at
Árni Ellefsen er meira enn fyribils
stjóri.
– Hann skal sjálvandi metast
í mun til tað, sum er at finna á
marknaðinum. Eg haldi, at hann er
eitt rættiliga gott boð, og eg eri ógvu
liga nøgd og glað fyri, at hann hevur
tikið við fyribils stjórastarvinum. Men
tað er greitt, at vit skulu vera 100
prosent vís í, at hann er tann besti
maðurin, segði Stine Bosse
við Ritzau Finans eftir nevnd
arfundin næstsíðsta mikudag,
tá stjóraskiftið varð kunngjørt.
Stine Bosse hevur eisini
sagt, at forstjórin sjálvandi skal
kenna fíggjargeiran í Føroyum
og eisini at hann so ella so
skal hava tilknýti til Føroyar.
Nevndarforkvinnan væntar,
at stjórastarvið endaliga verð
ur mannað innan tveir til
tríggjar mánaðir.
eirikur@sosialurin.fo
Árni Ellefsen
Taki av um valið
fellur á meg
Árni Ellefsen er stettur at stjórna BankNordik, eftir at Janus Petersen
fór frá sum forstjóri í síðstu viku. Nevndarforkvinnan Stine Bosse
sigur, at Árni Ellefsen er eitt gott boð upp á nýggjan stjóra,
men tað verður helst ikki uttan kapping
Um 150 fólk starvast í
nýggja høvuðssætinum
hjá bankanum á Oknavegi
við Hálsatjørn í Havn
Hækkaði góðar 130 milliónir í virði
Mikudagin í síðstu viku gjørdi kursurin hjá BankNordik eitt ordans lop.
Tá partabrævamarknaðurin í Keypmannahavn læt aftur týskvøldið, var
kursurin á BankNordik partabrævinum 135,5. Mikudagin kom fráboðanin
um strategi- og stjóraskiftið, og tá partabrævamarknaðurin lat aftur
mikukvøldið var kursurin lopin upp á 150. Virðið á bankanum vaks
sostætt hendan mikudagin við yvir 130 milliónum krónum upp í góðar 1,45
milliardir krónur. Seiansta hálva árið ella so hevur kursurin ligið um 125.
Hyggja vit at øðrum bankum í Norðurlondum, so var eingin, sum gjørdi
nærnámind so stórt lop hendan dagin, sum BankNordik. Tað kann so
tulkast sum um, at marknaðurin trýr upp á nýggju ætlanina hjá nýggju
nevndini í BankNordik.
Ríkisgóðkendir feðgar
Eins og pápin, Pauli Ellefsen sáli, fyrrverandi løgmaður, er Árni
Ellefsen ríkisgóðkendur grannskoðari. Hann hevur starvast í
nógv ár í grannskoðaravirkinum hjá pápanum, ið byrjaði sum
»Grannskoðarastovan Pauli Ellefsen«. Hetta grannskoðaravirkið fekk
í 1998 navnið KPMG og í 2006 Spekt. Pauli Ellefsen flutti heim til
Føroya við familju í 1971, og tá arbeiddu hann og Jógvan Sundstein
saman í felagnum Sundstein & Ellefsen. Báðir vóru teir ríkisgóðkendir
grannskoðarar. Men teir fóru hvør til sítt í 1975.
Jógvan Sundstein varð valdur á ting fyri Fólkaflokkin í 1970, og Pauli
Ellefesen fyri Sambandsflokkin í 1974. Nakað eftir, at Pauli Ellefsen eisini
fór upp í politikk, býttu teir viðskiftafólkini millum sín og stovnaðu hvør
sítt virki.
Virkið hjá Jógvan Sundstein bleiv til Inpact og varð fyri nøkrum árum
síðani lagt saman við Nota (gamla grannskoðaravirkið hjá Carl Vilhelm
Weihe) til grannskoðaravirkið Januar.