týsdagur 29. september 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. september 2015 · Nr. 112
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í skrivandi stund er tað ikki greitt
– men greiðar ábendingar eru um
tað – at framskrivaða fíggjarlógar
uppskotið hjá nýggju samgonguni
fer at hava stórt hall.
Tað er so beinleiðis í andsøgn til
tað, sum breið politisk semja hevur
verið um – og tað sum undanfarna
samgonga lovaði.
Um tað er soleiðis, at fatið hevur
verið tómt og fult av rokningum, tá
nýggja samgongan tók við, so er velj
arin og politiska skipanin á onkran
hátt hildin fyri gjøldur.
Í skrivandi stund er eisini neyvt
ein mánaður til løgtingsvalið átti at
verið hildið, um samgongan helt út
til seinasti møguleiki var at halda
val.
Ikki tíð, tað var einki forgjørt hjá
løgmanni at skriva út val á ólavsøku
sum so. Tað er hansara uppgáva at
finna røttu løtuna, tá síðsti møgu
leiki at halda val nærkast.
Men er tað soleiðis, at løgmaður
og Jørgen Niclasen hava valt at
halda valið so passaliga undan vali
num, at teir sluppu undan at leggja
eitt ljótt fíggjarlógaruppskot fram,
so hava teir roynt at fyrigyklað fólki
ein annan veruleika – og tað er ikki
pent politiskt spæl.
Eyðvitað fara teir at siga, at teir
skuldu komið við nøkrum átøkum,
áðrenn javnvág var á fíggjarlógini.
Tað vil so siga, at onkrar tænsastu
–
allarhelst
vælferðartænastur,
skuldu strikast ella verið gjørdar
verri, um livast skuldi upp til álitið
um javnvág á fíggjarlógini í 2015.
Tal upp á 150 milliónir hevur veirð
nevnt. Men hallið á framskrivaða
fíggjarlógaruppskotinum
kann
eins væl liggja nærri 200 milliónum
ella omanfyri. Og tá talan er um
framskrivingar, so vita vit, at tikið er
rívan til. Men skuldi alt gingið upp á
stás, so átti eitt fíggjarlógaruppskot
fyri næsta ár at ligið á nøkulunda
sama støði, sum í ár.
Vit hava jú havt framúr góðar
tíðir. Nógvar eyka inntøkur eru
komnar til landið, hóast tær ikki eru
komnar til fólkið. Okkurt bendir so
eisini á, at hesar eyka inntøkur ikki
síggjast aftur í landskassanum, og
tí mugu øll fyrireika seg uppá, at
virðini í Føroyum skulu býtast øðr
vísi. Tað ber ikki til, at tað framhald
andi skulu vera nøkur fá, sum skulu
skúma róman – og at lítið og einki
av stóra vøkstrinum fellir í lands
kassan. Tá hevur samfelagið fingið
ov lítið burturúr – tá hava vit húsast
ov illa.
Nú skulu vit sjálvandi ikki mála
hin versta upp á veggin ov tíðliga.
Men tað er einki at ivast í, at tøk
skulu takast, um broytingar skulu
fremjast í samfelagsbúskapinum. Og
broytingar skulu fremjast – tí tað er
tað, sum fólkið hevur valt.
Uppgávan hjá landsstýriskvinn
uni í fíggjarmálum og landsstýrinum
sum so verður at sannføra fólk og
vinnu um, hvussu tað kann gerast,
og at tað ber til.
Stórt framskivað hall
á fíggjarlógini fyri 2015
var tosið um javnvág bluff?
Kann
Heðin –
so kunnu
hinir
greining
síða 6
Fleiri
enn 300
tiltøk
Tíðindi
Síða 12
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Fyrsti føroyski
lestur var í Sandvík
Tórshavnar kommuna hevur
sett Andreu Heindriksdóttir
í starv sum leiðara fyri Tórs
havnar Musikkskúla.
Hon er 48 ára gomul og
útbúgvin frá lærda tónlista
háskúlanum í Keypmanna
havn í 1992 við floytu sum
høvuðsljóðføri, umframt at
hon hevur diplomútbúgving
í leiðslu frá 2014.
Hon hevur síðani 1992
starvast á Tórshavnar Mu
sikkskúla og síðani 2009
virkað sum toymisfakbólka
leiðari fyri blásarabólkin á
skúlanum. Hon hevur luttik
ið í eini longri røð av verkætl
anum og útgávum, umframt
havt eina røð av nevndar
sessum. Hon tekur við starv
inum um ein mánað.
11 umsóknir vóru til starv
ið.
Tórshavnar Musikkskúli
er týdningarmikil liður í
mentanarlívinum í høvuðs
staðnum og bjóðar tónleika
undirvísing til børn og ung á
høgum fakligum stigi í eini
røð av ljóðførum og sangi.
Harumframt
er
Tórs
havnar Musikkskúli virkin
kveikjari og samstarvspartur
í eini røð av verkætlanum og
tiltøkum á føroyska mentan
arpallinum.
Á myndini síggjast frá
vinstru
Sigurð
Ó.
Vang,
virkandi
skúlaleiðari
og
mentamálaleiðari,
Andrea
Heindriksdóttir,
nýsettur
skúlaleiðari, Heðin Mort
ensen, borgarstjóri, og Jóan
Petur
Hentze,
trivnaðar
stjóri.
Andrea Heindriksdóttir
leiðari á Musikkskúlanum
Heystframsýningin,
sum
verður frá 3. til 25. oktober,
letur upp í framsýningar
hølinum á Skipasmiðjuni
MEST leygardagin komandi
klokkan 15.
Tað verður Rigmor Dam,
landsstýriskvinna í menta
málum, sum setur framsýn
ingina.
Framsýningin verður opin
hósdag til fríggjadag og leyg
ardag og sunnudag frá klokk
an 15-18.
Framsýnarar hesaferð eru:
Andrias Andreasen, Hanni
Bjartalíð,
Hjørdis
Haack,
Zacharias Heinesen, Bárður
Jákupsson, Anker Morten
sen, Hans Pauli Olsen, Mar
ius Olsen, Torbjørn Olsen,
Brandur Patursson, Tróndur
Patursson, Ilona Raipala, Silja
Strøm, Bjarne Werner Søren
sen.
Sýna fram á skipasmiðjuni
Árni Dahl greiðir
frá fyrsta lestri
num á føroyskum
Nú byrjar Miðvikan aftur
í Hoyvíkar kirkju, og mik
ukvøldið 30. september kl.
19.30 fer Árni Dahl, kendur
rithøvundur og lærari, at
greiða frá fyrsta lestrinum
á føroyskum. Tað var abbi
hansara,
Theodor
Dahl
lærari, sum las í Sandvíkar
kirkju jólakvøld 1911. Hann
var lærari í Sandvík um hetta
mundið.
Lítið er at ivast í, at før
oyski lesturin í Sandvíkar
kirkju fyri góðum hundrað
árum síðani fekk týdning
fyri eftirtíðina. Men tá stóðst
rumbul av hendingini, tí fólk
vóru ymisk á máli um, at The
odor lærari hevði vágað sær til
at lesa Guðs orð á føroyskum.
Tað fekk eisini eitt eftirspæl,
sum Árni Dahl fer at greiða
frá í Hoyvíkar kirkju nú miku
kvøldið.
Jákup Dahl, seinni próstur,
skrivaði lesturin í 1909 og
hann stóð í Tingakrossi sama
ár.
Aftur í vetur verður Mið
vika á skránni í Hoyvíkar
kirkju eitt mikukvøld um mán
aðin, og ymisk viðkomandi
evni verða tikin fram. Aftaná
framløguna er drekkamunnur
í kirkjukjallaranum. Øll eru
sjálvsagt hjartaliga vælkomin
til hesi tiltøk.
Árni Dahl fer í kvøld (miku
kvøld) at greiða frá fyrsta
lestrinum á føroyskum,
sum abbi hansara, Theodor
Dahl, helt í Sandvík í 1911
Mynd: Dávur Winther