týsdagur 29. september 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. september 2015 · Nr. 112
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Tað er ikki altavgerandi, at
avlop verður á fíggjarlógini
næsta ár.
Tað staðfesti Aksel V.
Johannesen,
løgmaður,
á
fólkafundi í Havn seinasta
vikuskifti.
Fyrrapartin í dag fer
Kristina Háfoss, landsstýris
kvinna í fíggjarmálum, at
leggja
fíggjarlógina
fyri
næsta ár, fyri Løgtingið.
Men tað er greitt, at hetta
er bara ein framskrivað fíggj
arlóg, har lagt er upp fyri
príshækkingum, lønarhækk
ingum, og øðrum natúrligum
hækkingum.
– Hetta verður ein fíggjar
ætlan, sum vísir støðuna
beint nú, og, hvussu støðan
verður
næsta
ár,
verða
ongi tiltøk seg í verk, sigur
Kristina Háfoss.
– Fíggjarlógin, sum verður
løgd fram í dag, gevur eina
veruleikakenda mynd av
teimum fíggjarligu avbjóð
ingunum, sum vit hava í Før
oyum, leggur hon afturat.
Annars hevur hon ongar
viðmerkingar til ítøkiligu
tølini á fíggjarlógini, fyrr
enn hon verður lagt fyri Løg
tingið í dag.
Men sostatt er tað eisini
greitt, at nakrar politiskar
ætlanir hjá nýggju CEF sam
gonguni, fara ikki at síggjast
aftur í uppskotinum, sum
verður lagt fyri løgtingið í
morgin.
Tað verður ikki fyrrenn
í viðgerðini í løgtinginum,
og fíggjarnevndini, at sam
gongan fer at seta nøkur
fingramerki á fíggjarlógina.
Stór átøk
Men Kristina Háfoss ger
greitt, at skal gongdin vend
ast, skulu átøk gerast, bæði
hvat inntøkum og hvat út
reiðslum viðvíkur, sigur hon.
Undanfarna
samgonga
hevði sett sær sum treyta
leyst mál, at avlop skuldi
vera á fíggjarætlanini næsta
ár.
Nýgga samgongan hevur
eisini sett sær sum mát, at
avlop skal vera á fíggjarlóg
ini næsta ár.
Men samgongufólk hava
eisini gjørt tað greitt, tað skal
ikki vera fyri einhvønn prís.
Og tað er nógv, sum bend
ir á, at tað fer ikki at vera
avlop á fíggjarlógini næsta
ár.
Aksel
V.
Johannesen
førdi fram á fólkafundinum,
at skal avlop fáast á fíggj
arlógini, verður neyðugt at
gera umfatandi sparingar,
bæði í heilsuverkinum, og
aðrastaðni. Har eru tær
flestu útreiðslurnar, lønir til
starvsfólk og verða tær spar
ingarnar settar í verk, fer tað
at knúsa heilsuverkið.
Og tað fer samgongan
ikki at gera, so verður heldur
neyðugt at tola hall á fíggjar
lógini eina tíð afturat.
Kristina
Háfoss
sigur,
at ein partur av tí, sum
krevst fyri at fáa avlop á
fíggjarlógini, er at seta ný
skipanir í verk á ymsum
økjum, og tær fáa so ikki
ávirkan á búskapin enn.
Annars hevur verið upp
lýst, at næsta ár skulu spar
ingar og onnur átøk, gerast
fyri einar 150 milliónir krón
ur fyri at fáa javnvág á fíggj
arlógini, ella kanska enn
meiri enn tað.
TÍÐINDI
IKKI AVGERANDI AT
FÁA AVLOP NÆSTA ÁR
HØRÐ INNTRIV Skal avlop fáast á fíggjarlógini næsta ár, skulu umfatandi sparingar gerast
Fíggjarlógin, sum
verður løgd fyri tingið
í dag, gevur eina mynd
av, hvussu føroyski
búskapurin er, og,hvørjar
avbjóðingar standa fyri
framman, sigur Kristina
Háfoss, landsstýriskvinna
í fíggjarmálum
Áki Bertholdsen
Tað er nú greitt, at Sea
Shepherd fer at útvega
sær nýggjar bátar fyri teir
skjóttgangandi
bátarnar,
løgreglan í Føroyum hevur
lagt hald á.
Við eini nýggjari grinda
lóg í rygginum, hevur løg-
reglan í Føroyum verið nógv
miðvísari í síni framferð
ímóti Sea Shepherd í ár, enn
tey vóru í fjør.
Í tí samband er er hald á
fýra skjóttgangandi bátar,
sum Sea Shepherd hevur
brúkt í riyndunum at forða
fyri grindadrápið grinda
dráp – harav tann eini kort
ini varð tikin í fjør.
Í tí eina førinum fekk
løgreglan
starvsfelagar
sínar í Hetlandi at hjálpa
sær, tí ímeðan eitt skip hjá
Sea Shepherd var í Ler
wick og bunkraði, var het
lendska løgreglan eftir tí
skjótgangandi
bátinum,
sum tey høvdu umborð.
Í tí eina førinum kom
Føroya Rættur til ta niður
støðu, at løgreglan hevði
ikki heimild at leggja hald á
bátin. Men tann avgerðin er
skotin inn fyri Landsrættin.
Hann hevur ikki tikið støðu
enn, og tí er báturin enn í
varðveitslu hjá løgregluni,
og tað er tann fjórði báturin,
Sea Shepherd hevur mist.
Alt hetta hevur verið
ein so mikið stórt bakkast
fyri Sea Shepherd, at fyrr í
mánaðinum gjørdu tey av
at fara undir eina alheims
biddaraferð, fyri at útvega
pening til nýggjar bátar.
Endamálið var at fáa fólk
at lata tilsamans 200.000
evrur, ella slakar 1,5 millión
krónur til at keypa nýggjar
bátar fyri.
Í hesi herferðini hava tey
smurt varð tjúkt uppá fyri
at tala til kenslurnar hjá
fólki fyri at fáa tey at lata
pengar. Og tað tók teimum
tríggjar vikur at útvega ætl
aðu upphæddina, og gott og
væl tað, tí felagsskapurin
sigur nú, at tey hava fingið
góðar 16.500 krónur fleiri
enn tey tey høvdu sett sær
fyri at útvega.
Tey siga, at peningurin
skal brúkast til at keypa
nýggjar bátar fyri, men tað,
sum leypir av, skal brúkast
til
sakføraraútreiðslur
í
royndunum at fáa bátarnar
aftur.
Sea Shepherd fingið pengar til nýggjar bátar
STUÐUL Tey hava fingið stuðul frá privatfólki til at keypa nýggjar bátar fyri