Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. september 2015 · Nr. 112 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Løgtingið skal í dag taka støðu til, um Sirið Stenberg, lands­stýriskvinna, skal svara einum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtings­manni, um støðuna hjá borgar­stjór­ um, sum eru valdir í løg­ tingið. Kári P. Højgaard spyr, um landsstýriskvinnan held­ur tað vera talan um prin­sipp­ mál, at allir borgarstjórar eiga at vera javnsettir. – Heldur landsstýris­ kvinn­an, at talan er um javn­ bjóðis treytir, tá t. d. borgar­ stjórin í Tórshavn og fleiri øðrum kommunum kunnu sita í báðum sessum, meðan borgarstjórin í Klaksvík, skal velja annan sessin frá? Hann spyr eisini, um lands­stýris­kvinnan í komm­ unu­mál­um hevur somu áskoð­an, sum fyrr­verandi lands­stýriskvinnan, at borgar­stjór­ar settir fulla tíð, ikki sam­stundis kunnu sita í løg­ting­inum. – Hevur landsstýris­ kvinn­an ítøkiligar ætlanir um at fremja broytingar í kommunustýrislógini? spyr Kári P. Højgaard, sum er týðuliga firtin um ymsu við­ferðina, sum borgar­stjór­ arnir, sum vórðu valdir á ting 1. september, hava fingið. – Nógv standa spyrjandi. Hvussu kann tað bera til, at borgarstjórin í høvuðs­ staðarkommununi fær und­ ir­tøku frá býráðnum, at hann kann vera borgarstjóri og løgtingsmaður sam­stund­ is, meðan borgarstjórin í Klaks­vík, av meiriluta í bý­ ráð­num, verður noydd­ur at velja antin borgar­stjóra­ sessin ella løg­tings­sessin, sigur Kári P. Høj­gaard í við­ merking til fyri­spurningin. Hann vísir á, at seinastu árini hava fleiri borgarstjórar sitið í Løgtinginum og røkt báðar sessirnar. – Hetta valskeiðið hevur borgarstjórin í Runavík boð­að frá, at hann røkir báðar sessirnar til nýggjárs, borgarstjórin í Vestmanna situr í báðum sessum restina av kommunu-valskeiðinum, og borgarstjórin á Tvøroyri, ið situr í báðum sessunum, umhugsar støðuna. – Talan er um eitt pri­n­ sipp­mál. – Tað eigur ikki at kunna setast spurnartekin við av­ gerð hjá býráðum, um talan er um vælvilja ella illvilja ella politisk motiv, sigur Kári P. Højgaard. – Tí skuldi tað verið klokkuklárar mannagongdir, sum gjørdu av, um ein borg­ ar­stjóri fær møguleikan at røkja løgtingssess, sam­ stundis sum hann er borg­ ar­stjóri, heldur Kári P. Høj­ gaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri. BORGARSTJÓRAR SKULU HAVA KLOKKU­ KLÁRAR MANNAGONGDIR Málið um borgarstjórar, sum sita á tingi, er eitt eitt prinsippmál. Tað eigur ikki at kunna setast spurnartekin við avgerð hjá býráðum, um talan er um vælvilja ella illvilja ella politisk motiv, sigur Kári P. Højgaard Eirikur Lindenskov – Fólk, sum sita í borgar­ stjórastørvum eiga ikki sam­ stundis at kunna røkja løg­ tingsarbeiði. Tað var greiða niður­støð­ an hjá Anniku Olsen, sum fyri valið var landsstýriskvinna í kommunumálum. Í mai í ár gjørdi hon greitt sína áskoðan í lesarabrævi. Hon segði tá, at tað er í fínasta lagi at nógv virkisfús valevni, eisini borgarstjórar, stilla uppt til løgtingsvalið. – Men tað sum eg tó ikki haldi er rætt er, at um somu valevni verða vald á ting, at tey eisini røkja borg­ arstjórasessin, segði Annika Olsen. Hon segði, at tað ber ikki til at tæna tveimum harrum. – Eg vænti tó ikki, at um ein av hesum borgarstjórum verður valdur, at hansara hjarta brennur minni fyri sínum lokala øki, hóast hann ella hon ikki beinleiðis er borgarstjóri. Tað er ongin loyna, at orøkin til, at eg taki hetta málið upp nú er, at tað eru so óvanliga nógvir borg­ ar­stjórar, sum hava boðað frá, at teir stilla upp. Eg vil bara ávara ímóti, at vit fáa eitt løgting, sum bert er eitt víðkað kommunustýri, har allir borgarstjórarnir sita. Tað vildi verið eitt bakkast fyri okkara stýrisskipan og býtið millum tað útinnandi valdið, tað lóggevandi vald­ ið og kommunustýrini, segði Annika Olsen, táver­andi landsstýriskvinna í komm­ unu­málum, í lesarabrævi. Annika Olsen segði tá, at hetta ikki var fyri at vera populistisk, at hon legði fram hesi sjónarmið. Hon vísti á, at hon sat í Tórshavnar Býráð, tá hon í 2008 fyrstu ferð varð vald á ting, og at hon tá legði býráðsarbeiðið frá sær, júst av hesi orsøk. – Hóast eg teir fyrstu mán­aðirnar sat í andstøðu í bæði Tórshavnar Býráð og Løgtinginum, valdi eg at siga býráðssessin frá mær, tí eg metti tað ikki vera rætt at sita á báðum støðum, tí áhugamálini kunnu kolli­ dera. Hóast Annika Olsen ikki heldur, at øll, sum eru vald í kommunustýri, eiga at siga tann sessin frá sær, um tey verða vald á ting, so helt hon fast um, at tað eigar borgar­ stjórarnir at gera. – Borgarstjórin er fyri tað fyrsta fyristingarligi leiðarin av kommununi. Fyri tað fyrsta seta borgarar størri krøv í dag til eina fyristing, har faklig dygd og trygd er í hásæti. Fyri tað næsta eru fleiri stórmál løgd út til kommunurnar at umsita eitt nú eldraøkið, dagstovnaøkið og barnaverdin. Hetta eru grundleggjandi vælferðar­ tæn­a­stur, sum eiga at krevja fulla orku hjá einum borgar­stjóra. Verður mett, at hetta ikki er nóg mikið at fylla dagin hjá einum borg­ arstjóra, so er kanska rætta løtan komin til, at vit taka kjakið upp aftur um at leggja komm­urnar saman í størri eindir, segði Annika Olsen, tá­verandi landsstýriskvinna í kommunumálum. Borgarstjórar eiga ikki at sita í løgtinginum – Hava borgarstjórar í Føroyum ikki nóg mikið at gera sum borgarstjórar, so eiga vit at taka kjakið uppafgtur um at leggja kommunurnar saman í størri eindir, segði fyrrverandi landsstýriskvinnan í kommunumálum Eirikur Lindenskov Javnaðarflokkurin held­ ur tað vera í lagi, at ein borgarstjóri kann røkja tingsess umframt borg­ar­ stjórasessin. Tað hava tey sjey javn­ aðarfólkini, sum hava meiri­lutan í Tórshavnar bý­ráð samtykt, tá tað snúði seg um Heðin Mort­en­sen, borg­ar­stjóra í Havn. Tað sama gjørdi einsa­ malla umboðið hjá Javn­ aðarflokkinum í Klaks­vík­ ar býráð í málinum um at loyva Jógvani Skorheim at røkja løgtingssessin sam­stundis sum borgar­ stjórasessin. Men tjóðveldis­um­ boð­ini í Tórshavnar komm­unu og Klaks­vík­ ar komm­unu halda tað ikki vera í ordan. Í øll­ um førum atkvøddu tey trý tjóðveldis­um­boð­ini í Tórshavnar komm­unu ímóti at loyva Heðini Mortensen at taka sæti á tingi, og tað sama gjørdu tey trý tjóð­veldis­um­boð­ ini í Klaksvíkar býráð í sam­bandi við Jógvan Skor­heim. Men tað sama er ikki galdandi hjá Tjóð­veldis­ flokkinum á tingi. Tí tey tóku fegin og uttan við­ merking ímóti Paula T. Petersen, borgarstjóra í Vestmanna, tá hann tók sæti á tingi. Í Vestmanna verð­ur ikki stillað upp floks­polit­ iskt, og tí ber ikki til at gera niðurstøðu um, hvørt tað eru javnaðarfólk, tjóð­ veldisfólk ella onnur, sum hava givið honum loyvi at røkja báðar sess­ir­nar. Men vit kunnu stað­ festa, at Tjóðveldi hevur tikið ímóti honum í løg­ tinginum. Tað er tó okkurt sum bendir á, at hetta ikki er eitt prinsippmál hjá ymsu flokkunum. Í Havn hevur Tjóðveldi eitt horn í síðuni á Heðini Mortensen, og í Klaksvík hevur Fólkaflokkurin eitt horn í síðini á Jógvani Skorheim. Javnaðarflokkurin í Klaksvík – einsamalli bý­ ráðslimurin er systir løg­ mann – kann illa at­kvøða øðrvísi, enn flokk­urin ger í Havn. Sam­bands­flokk­ urin í Havn møtti ikki á fundinum, meðan Sam­ bandsflokkurin í Klaksvík var fyri at loyva Jógvani Skorheim at røkja báðar sessirnar. Tí er trupult at gita um svarið frá Sirið Stenberg. Men eyðsæð er, at løg­ tingið nú má skera ígjøg­ num, so allir borgarstjórar í landinum eru javnsettir. Tí kann Heðin Mortensen røkja tingarbeiðið og borg­ar­stjórasessin í Tórs­ havnar kommunu – so kunnu allir hinir borgar­ stjórarnir í landinum tað sama. Kann Heðin – so kunnu hinir eisini GREINING Allir borgarstjórar í landinum kunnu sita á løgtingi, um Heðin Mortensen kanna Bíðar til hon svarar Kára Vit spurdi Sirið Sten­ berg, um hon hevur somu støðu sum undan­ kvinnan í málinum um borgar­stjórar á tingi. Men tað vildi hon ikki svara uppá. – Av virðing fyri spyrj­aranum, so bíði eg við at svara, til fyri­ spurn­ingurin verður svar­aður í tinginum, segði Sirið Stenberg við in.fo Kári P. Højgaard, løgtings­ maður fyri Nýtt Sjálvstýri Annika Olsen, fyrrverandi landsstýriskvinna í kommunumálum