Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. september 2015 · Nr. 112 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Laborantur til tíðaravmarkað starv á Patologisku kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni Ein av okkara laborantum hevur søkt um farloyvi at royna nýggjar leiðir, og søkja vit tí eftir einum nýggjum laboranti. Arbeiðsuppgávurnar hjá okkum fevna m.a. um: • at ávísa smittu av virus, bakterium, soppum, sníkum o.ø. í alifiski • at kanna framleiðsluumhvørvið á virkjum fyri sjúkuelvandi bakterium • at kanna mótstøðuføri hjá seyði móti ridluskriða • at menna og góðskutryggja nýggjar kanningar • at kalibrera tól og at luttaka í interkalibreringum • at viðlíkahalda og menna okkara góðskuskipan. Vit nýta framkomnar mýlislívfrøðiligar og immunologiskar kanningarhættir sum PCR, real-time PCR, sekventering, bioinformatik og dyrking av ymiskum virus á kyknum. Harumframt kemur tú at hava ein týðandi leiklut í okkara góðskustýring eftir DS/EN ISO/IEC 17025. Tú skalt: • hava lokið prógv sum laborantur, laboratoriuteknikkari ella tilsvarandi • skilja føroyskt og/ella eitt norðurlendskt mál í skrift og talu. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir við: • omanfyrinevndu kanningarhættum • góðskustýring eftir DS/EN ISO/IEC 17025 • vanligum telduskipanum, sum eitt nú word og excel • telduskipanum til kanningarstovur, sum eitt nú LIMS • elektroniskum journalskipanum, sum eitt nú 360. Tú ert ein fyrikomandi, nærlagdur og dugnaligur persónur, sum arbeiðir miðvíst við settum uppgávum, bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við okkum á deildini. Vit bjóða eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, har tú verður ein týðandi partur av tí dagliga arbeiðinum og menningini á eini deild, hvørs aðalmál er at veita okkara viðskiftafólkum álítandi og skjót kanningarúrslit. Setanarviðurskifti Talan er um tíðaravmarkað, fulltíðar starv fyribils frá 1. desember 2015 til 31. januar 2017, við møguleika at leingja til 31. januar 2018. Lønin verður ásett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsókn Umsókn við avritum av viðkomandi prógvum, starvsroyndum og viðmælum skal sendast til hfs@hfs.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. oktober 2015, kl. 24.00. Tú fært nærri at vita um starvið við at venda tær til Debes H. Christiansen, deildarleiðara, tlf. 556486 ella teldupost debesc@hfs.fo. Patologiska kanningarstovan er tilvísingarkanningarstova fyri fiska- og djórasjúkur og tekur sær av sjúkugreining og yvirvøku sambært djórasjúkulóggávuni. Kann- ingarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK, www.danak.dk. Vit hava nútímans kanningarstovur við mest framkomnu útgerð til mýlislívfrøðiligar, immunologiskar og aðrar kanningar. Á kanningarstovuni starvast deildarleiðari og 4 laborantar. STaRVSLýSINg Vísindaligt starvsfólk til Patologisku kanningarstovuna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni Hevur tú stóran áhuga í at menna og góðskutryggja nýggjar kanningar og at luttaka í gransking, so er tað tær vit sóknast eftir. Tí, vit eru í einari støðugari menning, har vit bjóða okkara viðskiftafólkum nýggjar og betri kanningarhættir. Eisini luttaka vit í fleiri granskingarverkætlanum við samstarvsfelagum bæði her heima og úti í heimi. Arbeiðsuppgávurnar hjá tær koma fyrst og fremst at fevna um: • at menna og góðskutryggja núverandi og nýggjar kanningar innan okkara ábyrgdarøki • at luttaka í granskingarverkætlanum á deildini og stovninum. Vit hava fingið fígging frá granskingarráðnum til tvær verkætlanir, eina um infektiøs laksa anaemi (ILA) og eina pilotverkætlan um skerpikjøt (www.gransking.fo). Vit nýta framkomnar mýlislívfrøðiligar og immunologiskar kanningarhættir so sum PCR, real-time PCR, sekventering, bioinformatik og dyrking av ymiskum virus á kyknum. Eisini eru vit í eini tilgongd at menna okkara førleikar innan next generation sekventering. Harumframt kemur tú at hava ein týðandi leiklut í okkara góðskustýring eftir DS/EN ISO/IEC 17025. Tú skalt: • hava lokið prógv sum cand. scient., cand. polyt., cand. med. vet. ella líknandi, gjarna við einum PhD. • Duga væl føroyskt/norðurlendskt og enskt í skrift og talu. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir og áhuga í: • at menna og góðskutryggja omanfyrinevndu og nýggjar kanningarhættir • góðskustýring eftir DS/EN ISO/IEC 17025 • at skipa og stýra granskingarverkætlanir • at skriva vísindaligar greinir. Tú ert ein fyrikomandi, nærlagdur og dugnaligur persónur, sum arbeiðir miðvíst við at røkka settum málum, bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við okkum á deildini og okkara samstarvsfelagar. Vit bjóða eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, har tú verður ein týðandi partur í tí dagliga arbeiðinum og menningini á eini deild, hvørs aðalmál er við gransking at økja um vitanina um okkara ábyrgdarøki og at veita okkara viðskiftafólkum álítandi og skjót kanningarúrslit. Setanarviðurskifti Talan er um eitt 2 ára starv í fulla tíð frá 1. desember 2015 ella eftir avtalu. Lønin verður ásett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við avritum av viðkomandi prógvum, starvsroyndum og viðmælum skal sendast til hfs@hfs.fo, merkt »vísindaligt starv«, og verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. oktober 2015, kl. 13.00. Tú fært nærri at vita um starvið við at venda tær til Debes H. Christiansen, deildarleiðara, tlf. 556486 ella teldupost debesc@hfs.fo. Patologiska kanningarstovan er tilvísingarkanningarstova fyri fiska- og djórasjúkur og tekur sær av sjúkugreining og yvirvøku sambært djórasjúkulóggávuni. Kann- ingarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK, www.danak.dk. Vit hava nútímans kanningarstovur við mest framkomnu útgerð til mýlislívfrøðiligar, immunologiskar og aðrar kanningar. Á kanningarstovuni starvast deildarleiðari og 4 laborantar. STArVSLýSINg