Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 30. september 2015 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sunnukvøldið 4. oktober verður »ÁrSinS Spælari« tiltakið hjÁ MiðlahúSinuM, rÁS2 og FótbóltSSaMbandinuM í perluni í havn Sum siður er, so fer Miðlahúsið og Rás2 aftur í ár at skipa fyri, at ársins spælari verður valdur hjá bæði kvinnum og monnum í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Hetta verður gjørt í samstarvi við FSF. Tað verða venjarar, liðskiparar og ítróttartíðindafólk, sum atkvøða. Tiltakið verður sunnukvøldið 4. oktober klokkan 19.00 í Perluni, har Rás2 fer at hava beinleiðis sending. Í Vikuskiftis Sosialinum verður kunngjørt, hvørji tey tilnevndu eru. Tað eru teir tríggir spælararnir, sum hava fingið flest atkvøður. Ársins spælari • Ársins ungi spælari • Ársins málverji • Ársins verjuspælari Ársins miðvallari • Ársins áleypari • Ársins venjari • Ársins dómari • Ársins lið Ársins spælarar heiðrast