Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 2. oktober 2015 Eitt uppskot um fólkaatkøvðu kann forða samkyndum í at giftast – Málið um at loyva samkyndum at gift­ast í Føroyum eigur at verða beint til fólka­at­kvøðu. Tað segði Kaj Leo Holm Johannsen, fyrr­ver­ andi løgmaður við in.fo fyrr í vikuni. Á henda hátt ætlar hann, at í øllum førum hann sjálvur skal sleppa undan at taka støðu til mál­ið í løgtinginum. Hóast málið ikki er lagt fram í løgtinginum enn, so er uppskotið farið í tingið – tí tær fýra løg­tings­kvinnurnar, Sonja Jógvansdóttir, Bjørt Sam­u­elsen, Kristianna Winther Poulsen og Hanna Jensen hava boðað frá, at tær hava sent upp­skot­ið í tingið. Ein spurnarkanning millum tingfólk, sum Sos­ial­ur­in gjørdi fyri tveimum vikum síðani, vísti, at 16 tingfólk søgdu seg vilja atkvøða fyri, at sam­kynd skulu kunna giftast borgarliga. Síðani tá er tað hent, at Annika Olsen er farin úr Fram­sókn. Tí er væl hugsandi, um hon aftur hev­ur ta hugsan, at hjúnabandslógin ikki skal broytast. Ta hugsan heðvi hon í øllum førum í val­stríð­num. Sum tingfólk fyri Framsókn mátti hon broyta meining um at lata samkynd giftast. Men tann fløkjan, hon hev­ur komið sær í, kann eins væl merkja, at hon aftur held­ ur, at samkynd ikki skulu sleppa at giftast. Soleiðis kann talið av teimum tingfólkum, sum eru fyri at broyta hjúnabandslógina, tódna niður í 15. Um fleiri eru sum Kaj Leo – ið ikki vilja taka støðu, men heldur vilja »sparkað bólt­in« út til onkran uttanfyristandandi at taka støðu, so er ikki vist, at meiriluti er í ting­i­ num fyri uppskotinum. At Sonja Jógvansdóttir hevur klovið Javn­ að­ar­flokk­in í hesum málið kann eisini føra til, at hug­urin at fremja málið er minni, enn hann var, um hon var í flokkinum. Tveir ting­menn Javn­að­arfloksins vildu ikki svara í spurn­ar­ kann­ing­ini hjá Sosialinum. Teir vóru Heðin Mort­en­sen og Kristin Michelsen. Um teir hava somu lukaðu støðu, sum fyrr­ver­andi løgmaður, so kann málið fella í løg­ ting­i­num upp á tað, at nakrir tingmenn, sum ann­ars saktans kundu atkvøtt fyri málinum, fara at fella málið við teirri undanførslu, at teir vilja hava málið til fólkaatkøvðu. Og ein slík støða er einki annað enn und­an­ førsla. Tí sjálvandi eigur løgtingið at taka støðu í ein­um so lítlum og so einfaldum máli, sum at lata samkynd fólk sleppa at giftast. Av royndum vita vit, at lítið skal til fyri at fløkja einføld mál upp í ein ellu­bita. – Tað er ikki rætt bara at nevna tey, sum ganga í samkomum fyri kristin Ein lesari okkara hevur hug at fýlast á yvirskriftina á forsíðuni í seinasta viku­ skift­is­Sos­iali: »Útspiltur fyri at vera kristin« – Hetta er ikki rætt. Eingin verður út­ spilt­ur fyri at vera kristin í Føroyum, tí vit eru ein kristin tjóð. So her brongla tit týdn­ ingin í orðinum kristin. Tað átti heldur at staðið, at viðkomandi varð útspiltur fyri sín­ar áskoðanir ella útspiltur fyri at vera ov víð­gongd­ur í sínum áskoðanum, skrivar hesin lesarin til Sosialin. Og lesarin heldur áfram: – Hatta er okkurt nýtt, ið er komið, t.e. bara at nevna tey, sum eru í samkomum »kristin«. Eg havi fatan av, at tað eru sam­ komu­lim­ir­nir sjálvir, ið hava funnið upp á hetta. Vit kirkjufólk eru eisini kristin. Eg vil loyva mær at tala at hesum, tí slíkar yv­ ir­skrift­ir fáa ung fólk at venda sær frá kirkj­uni, tí tey fata tað, sum hevur við krist­ in­dóm­in at gera, sum nakað negativt, sigur hesin lesari okkara. Vit kunnu bara geva hesum lesara full­ kom­i­liga rætt. Tað skeivt at siga, at tey sum ganga í samkomum – og tey, sum al­ment seta seg sjálvan fram sum trúgvandi – eru meira kristin enn øll onnur kristin fólk í Før­oy­um. Sølan av nýggjum bil­um gongur væl. Sambært nýggjastu tøl­u­num frá Akstovuni, so vóru seldir 1375 nýggir bilar fyrstu níggju mán­aðirnar í ár. Tað er ein framgongd upp á 12,6 bilar í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í september í fjør vóru seldir 134 bilar í mun til 137 bilar í september í ár. Samlaða sølan av akførum í ár er 1902 akfør. Tað ein framgongd í mun til í fjør upp á 15,4 prosent – ella 254 akfør. Viljin at fløkja mál upp í ellubita Selja alsamt fleiri bilar framgongd Ella kanska maktgrind? Les eisini blaðið á telefonini Tosa ordiligt for fanin! Klumman síða 23 Somu kor til øll tingfólk Jógvan við Keldu síða 28 Visti tú? At 558 fólk eru ar­ beiðs­leys í Føroyum? 342 kvinn­ur og 216 menn. Annika Olsen um teir 96 tímar, tá hon tók av freistinigni at standa fyri ein reyðari fíggjarlóg hjá Aksel V. Johannesen og Høgna Hoydal »Eg veit ikki, um tað er eitt slag av politiskum auto-piloti, sum ger, at tú tekur av slíkum møguleika« Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Ikki bara fólk í samkomum – Fólk royna at fáa meg frá sum lærara. Mín familja er munnliga álopin fleiri ferðir. Eg mundi sjálvur blivið sligin niður. Bara tí at eg eri kristin og havi stillað upp fyri Miðflokkin, sigur Rani Skaalum, sum spyr hví tað er blivið í lagi at niðurgera trúgvandi s6-8 útspiltur fyri at vera kristin árg. 89, blað nr. 110 25. september 2015 tí bil All h Tema um bilasølur 32 síður vinnu- blað Rani Skaalum Soleiðis kunnu Flóttafólk 64 síður tilsamans 0 8 1 Vinnublaðið hjá miðlahúsinum Poul Michelsen Vinnutíðargrein bilasølurnar Trúgvi ikki tølunum hjá peningastovnunum Jóhan Dahl úr vinnumálasessinum Framgongd yvir alla linjuna 6 Taki av um valið fellur á meg Árni Ellefsen er stettur at stjórna banknordik, eftir at Janus Petersen fór frá sum forstjóri. nevndar- forkvinnan Stine bosse sigur, at Árni Ellefsen er eitt gott boð upp á nýggjan stjóra, men tað verður helst ikki uttan kapping Árni EllEFSEn Árni Ellefsen Men vit eru øll kristin