Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 113 4 Børn verða í alt ov stóran mun útsett fyri passivari royking í bili, og tað gera tey nakað við í Onglandi og Wales N ýggj umstrídd løg í Onglandi og Wales hevur nú gjørt tað ólógligt at roykja í bili, um persónar undir 18 ár eru í bilinum. BBC skrivar, at forboðið er galdandi, sjálvt um rútar ella sóltak eru opin. Orsøkin til forboðið er, at alt ov nógv børn verða útsett fyri passivari royking í gerandisdegnum. Hetta kann viðføra astma ella aðrar sjúkur. Sambært bretskum lungafelag verða 430.000 bretsk børn hvørja viku útsett fyri passivari royking í bili. Hóast lógarbroytingin, sum væntandi eisini verður sett í gildi í Skotlandi, skal fyribyrgja sjúkur millum børn, eru langt frá øll fegin um hana. Simon Clark, sum er stjóri fyri áhugfelagið hjá roykjarum, Forest, sigur við BBC, at nýggja lógin er óneyðug og fer við vissu ikki at verða hildin. - Flestu roykjarar vita, at tað er fyrilitarleyst at roykja í bilinum, um børn eru við, og tí gera teir tað ikki, sigur Simon Clark við BBS. Hann heldur, at løgreglan átti at hava annað at hugsa um enn at steðga roykjarum. Fólk kunnu rokna við at fáa stolnan pening aftur í máli um misbrúki av gjaldskortum Um vikuskiftið vóru 250 føroysk og 5000 donsk gjaldskort sperrað av Nets, ið umsitir gjaldskortskipanina. Orsøkin var, upplýsingar um hesi kort vórðu komin í skeivar hendur, og vandi var fyri, at kortini fóru at verða misbrúkt. Talan er um eitt størri altjóða mál um svik, sum eisini røkkur til føroyskar bankkundar. Onkur fólk hava merkt ítøkiligar avleiðingar av svikinum, og in.fo skrivaði um ein persón, ið hevði mist 10.000 krónur av sínari konto í hesum sambandi. Peningastovnarnir heita nú á fólk um at kanna teirra konto fyri at vita, um pengar eru stolnir frá teimum. Nets vil í løtuni ikki siga, hvar upplýs­ ingarnar um gjaldskortini eru stolin, tí málið verður framvegis kannað av myndugleikunum. – Tá ið upplýsingar um gjaldskort verða stolin á hendan hátt, og pin-kotan ikki er brúkt til at taka pengar av konto, verða eigararnir vanliga hildnir skaðafríir og fáa endurgoldið stolna peningin, sigur Søren Winge, pressutalsmaður hjá Nets, við danskar miðlar. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 5-10 m/s 5-10 m/s 10-15 m/s 8-13 m/s 2-7 m/s 10-15 m/s av vestri, minkandi til 5-10 m/s av útsynningi. Fyri tað mest turt og møguleiki fyri nakað av sól. Hitin um 10 stig. Um náttina 5-10 m/s av útsynningi. Skýggjað og møguliga regn. Hitin millum 7 og 10 stig. 8-13 m/s av suðri og útsynningi, sum fer í vestan. Skýggjað og nakað av regni. Hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina 5-10 m/s av vestri, sum minkar til 2-7 m/s. Mest skyggjað, men fyri tað mesta turt. Hitin millum 3 og 8 stig. 2-7 m/s av landsynningi, vaksandi til 5-10 m/s. Mest skýggjað og nakað av regni. Hitin um 10 stig. Um náttina 8-13 m/s av landsynningi. Skýggjað, men turt fyri tað mesta. Hitin millum 7 og 10 stig. Mánadagur 8-13 m/s av útsynningi, vaksandi upp í 10-15 m/s, um nattina upp í 18 m/s. Turt og møguleiki fyri sól. Hitin um 10 stig.. Týsdagur 13-18 m/s av útsynningi, minkandi niður í 8-13 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin um 10 stig. 2-7 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Hvat gjørdu tit í kvøld, meðan Facebook var niðri?« Sæð á Facebook: »Samrøðan við Anniku Olsen vísti, at tú sleppur lættari at vera kvinna í politikki. Ein maður hevði ikki sloppið við hasum« Mikumorgunin vaknaði samfelagið til internet­trupul­ leik­ar. Í fleiri tímar riggaði internettænastan hjá Føroya Tele ikki, og so var sjón fyri søgn, hvussu nógv internetið hevur at siga í gerandisdegnum nú á døgum – bæði hjá vanligum fólkum í vanligum viðurskiftum og hjá fyritøkum og stovnum. Internetsambandið hjá Vodafone riggaði hesar tímar, og tey, sum høvdu tað samandið, mundu kenna seg priviligerað. Føroya Tele segði, at orsøkin til trupulleikarnar komust av, at Føroya Tele hevði skift internetkjarnuna út, og í tí sambandi fingu tey ikki fatur á einum navnaservara. Út í móti middegi var kreppustøðan liðug, og eisini kundar hjá Føroya Tele sluppu aftur á netið. (teld.) alnet Tórshavnar kommuna boðar frá, at skattaprosentið, sum er 20,25, lækkar niður í 19, 75 prosent næsta ár. Fyribilssetti stjórin í BankNordik, Árni Ellefsen, er settur í fast starv sum stjóri Nets hevur sperrað 250 føroysk og 5.000 donsk gjaldskort, tí illgruni er um, at tey eru umfatað av einum altjóða máli um svik og eru í vanda fyri at verða misbrúkt. Eivør Pálsdóttir hevur gjørt tónleikin til nýggju BBC- sjónvarpsrøðina The Last Kingdom. Framskrivaða fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár vísir slakar 200 milliónir í halli. Herferðin hjá Sea Shepherd ímóti grindadrápinum er liðug fyri í ár. Í miðal verða nú átta nýggir bilar seldir um dagin í Føroyum »Internet« Truplari hjá bretum at roykja Fáa stolnan pening aftur MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt nýggir persónbilar vóru skrásettir fyrstu 9 mánaðirnar í ár. Vøksturin er 13 prosent. 1375 MANGT OG HVAT Visti tú? at Árni Ellefsen, nýggjur stjóri í BankNordik, er ríkisgóðkendur grannskoðari SVIK VIÐ GJALDSKORTUM UMSTRÍDD LÓG Nú er ikki loyvt at roykja í bili í Onglandi og Wales, um børn eru í bilinum 250 føroyingar hava fingið sítt gjaldskort sperrað av ótta fyri sviki