hósdagur 1. oktober 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 113
6
LÍV Í BÝIN
Men ætlar nakar at keypa okkurt av teimum til eitt Pizzaria,
ella eina skrivstovu, verða tey vend í hurðini
ÁKI BERTHOLDSEN
T
órshavnar Kommuna fer
nú at selja trý hús mið
skeiðis í Havnini.
Í hesum hevur Býráðið
samtykt at selja gamla barnagarðin á
Vípuvegi á Konmansmýri, umframt
tey bæði húsini í sjálvum miðbýnum,
nevniliga húsið í Niels Winthersgøtu,
har íverksetarahúsið, Hugskotið,
heldur til, og húsið í Tórsgøtu, har
húsaseljarin, Skyn, helt til.
Tað er Tróndur Sigurðsson, for
maður í byggi- og býarskipanar
nevndini hjá Tórshavnar Býráði,
sum hevur troka á a selja hús hjá
kommununi, og sum hevur lagt tað
fyri býráðið.
Hann sigur, at býráðið hevur
leingi tosað um at selja tær ognir,
kommunan eigur í miðbýnum, men
tað kom ikki longur.
– Tað er ómetaliga keðiligt fyri
býarlívið, at kommunan sjálv liggur
á so nógvum ognum í býnum, og
endamálið hjá okkum er at geva
borgarunum býin aftur, sigur hann.
Tí vildi hann nú hava málið fyri
býráðið fyri at fáa gongd á, og tað
varð eisini samtykt við stórum
meiriluta at selja tey trý húsini.
Men samstundis varð gjørt greitt,
at býráðið fer at tilskila sær fullan
rætt til at vraka øll tilboðini, lýkur
keyparin ikki ávísar treytir, býráðið
fer at seta.
Og ein treyt verður, at húsini
skulu ikki brúkast til skrivstovur, ella
til annað virksemið, har ljósið verður
sløkt klokkan 16 um dagin, so at tað
liggur steindeytt og myrkt alt kvøldið
og alla náttina.
– Kemur nakar og ætlar at keypa
sær eitt av húsunum til eitt Pizzaria,
ella eina skrivstovu, verða tey vend í
hurðini, leggur Tróndur Sigurðsson,
dent á. Hann heldur, at tað er nóg
mikið av tí virkseminum í miðbýnum.
Tvørturímóti samtykti býráðið
at leggja søluna soleiðis til rættis, at
húsini skulu brúkast til bústaðir, í
hvussu so er fyri ein stóran part.
– Endamálið er, at fáa fólk at
búseta seg í sjálvum býnum.
Men Tróndur sigurðsson sigur, at
talan kann eisini verða um at hava
okkurt útvent, vinnuligt virksemi í
veghæddini.
– Serliga húsið, har Skyn helt
til, er serstakliga væl hóskandi til
eitthvørt útvent virksemi í teirri
niðastu hæddini, og annars ivist eg í
um nakar vil búgva í veghæddini í tí
húsinum, sigur hann.
– Tað vísir seg eisini, at tað er
samanrenningin ímillum bústaðir
og vinniligt virksemi, sum riggar best.
Tróndur Sigurðsson leggur dent
á, at í næstum skulu fleiri ognir hjá
kommununi seljast og tað fer ikki
at ganga drúgv tíð, áðrenn fleiri hús
verða seld, sigur hann.
Tað skal verða lættari at útvega bústaðir í Havn
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú skal tað verða lættari at útvega
bústaðir mitt í Havn.
Tórshavnar Býráð hevur nevniliga
samtykt at broyta byggisamtyktina
fyri at gera tað lættari at byggja
bústaðir í teimum økjum, sum enn
eru óbygd, millum tey sethúsaøki,
sum longu eru.
Tróndur Sigurðsson, formaður
í byggi- og býarskipanarnevndini
hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at eitt
nú skal tað bera til at byggja hús
í trimum hæddum, har lendið er
soleiðis háttað, at tað fellur natúrliga
inn, uttan at verða til ampa fyri
grannar.
- Tað skal eisini bera til at hava
eina eyka íbúð í tvíhúsum á sama
hátt sum í stakhúsum, sigur hann.
Samstundis skal tað bera til at
frábýta hvørja íbúð, so at hon verður
ein sjálvstøðugur bústaður.
Sum støðan er nu, ber einans til
at byggja stakhús, sum eisini kunnu
hava eina minni íbúð. Men hin kann
ikki frábýtast sum eigaraíbúð. Tað
ber eisini til at fáa serligt loyvi til at
tvíhús og raðhús til eitt húski.
Men Tróndur Sigurðsson sigur,
at nú skal tað so bera til at gera
fleiri íbúðir í slíkum húsum, og at
frámatrikulera tær í sjálvstøðugar
bústaðir.
Tað skal eisini bera til at gera
stórar bygningar um til bústaðir,
men hinvegin fer ikki at bera til at
gera vanlig sethús til fleiri íbúðir.
- Endamálið við hesum er at
fáa fleiri fólk í sjálvan býin at
búgva, sigur formaðurin í byggi- og
býarskipanarnevndini.
Hann sigur, at broytingarnar
umfata ein stóran part av Havnini
og at tað nú verður lættari at útvega
bústaðir í havn, er í fullum samsvari
við ætlanina hjá býráðnum at fáa
meiri lív í býin.
Annars er Havnin bara farin
at breiða seg út um allar geilar, og
Tróndur Sigurðsson sigur, at tað
verður neyðugt at byggja tættari,
eisini fyri at fáa meiri lív í inni í
býnum.
SELJA TRÝ HÚS MITT Í HAVN
Tórshavnar Býráð broytir reglurnar fyri at byggja bústaðir fyri nakrar partar í Havn
Húsið, har Skyn helt til í Tórsgøtu, er eitt av húsunum, sum nú verða seld, men tað skal ikki brúkast til Pizzaria, sigur
Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráði