Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 113 8 EIRIKUR LINDENSKOV E g taki sjálvandi av, um valið fellur á meg, og nevndin heldur, at eg eri tann rætti. Soleiðis segði Árni Ellef­ sen við Sosialin síðsta vikuskiftið, eftir at hann fyri góðum tveimum vikum síðani varð settur sum fyri­ bilsstjóri í BankNordik. Boðini um, at Janus Petersen var farin frá sum bankastjóri bórust 16. september. Stine Bosse, nevndarforkvinna í BankNordik segði tá, at Árni Ellefsen var eitt gott boð upp á ein nýggjan stjóra, men tað fór ikki at vera uttan kapping, at hann varð settur í stravið. Tí varð hildið, at endaliga avgerðin ikki fór at verða tikin fyrr enn um nakrar mánaðir. Men boðini um, at Árni Ellefsen varð settur í starvið sum forstjóri bórust hósmorgunin. – Árni Ellefsen er ein persónur, ið dugir væl at skapa samstørv og at fáa tað besta fram í sínum starvsfelagum. Við Árna Ellefsen á odda fær BankNordik eina nútímans leiðslu, ið kann fremja tær ætlanir, ið nevndin hevur lagt. Komandi árini fer dentur at verða lagdur á at styrkja støðuna hjá BankNordik á marknaðinum fyri privat­kundar í Danmark, Grønlandi og Føroyum. Harafturat skal leiðslan framhaldandi menna sterku støðuna hjá bankanum sum fremsti fíggjarligi samstarvsfelagin hjá føroyskum vinnulívi og harumframt økja samstarvið við grønlendskt vinnulív, sum í framtíðini væntandi fer at vaksa, sigur Stine Bosse, nevndar­ forkvinna. Árni Ellefsen hevur verið partur av leiðslubólkinum í BankNordik seinastu fýra árini. Har sat hann saman við Janusi Petersen, sum var forstjóri, John Rajani, stjóri, kreditt­ s­tjóranum, og íløgustjóranum. Starvs­heitið hjá Árna Ellefsen var tá fíggjarstjóri. Nýggi forstjórin er útbúgvin ríkisgóðkendur grannskoðari. Hann lægrdi hjá KPMG í Keyp­ mannahavn, har hann byrjaði í 1986. Samstundis tók hann HD og cand. merc.aud, sum er tað ástøðiliga í sambandi við próvtøkuna sum ríkis­ góðkendur grannskoðari. Við Sosialin í síðstu viku segði Árni Ellefsen, at uppgávan hjá var fyrst og fremst at ítøkiliggera ta lang­ tíðarætlan, sum nevndin hevur lagt. Nevndin valdi at broyta lang­ tíðar­ætlanina, sum í høvuðsheitum gongur út upp á at halda fram við virkseminum í Føroyum og Grøn­ landi, meðan bankin skal siga frá sær vinnupartin í Danmark og har bara savna seg um privatkundar. Eisini hevur nevndin gjørt av at selja tryggingarfelagið í Íslandi. Árni Ellefsen greiddi frá, at tað var ikki uttan orsøk, at bankin broyt­ir lang­ tíðar­ætlan og sigur frá sær vinnu­partin í Danmark. Tí í 2017 verða krøvini til peningastovnar herd munandi. Tað hevur nakað við at gera, at 20 tey størstu útlánini hjá bankanum ikki mugu vera størri enn eitt vist, og tað hevði ávirkað víðarimenningina hjá bankanum í Føroyum og Grønlandi eisini. Hóast Stine Bosse, nevndarfor­ kvinna hevur sagt við danskar miðlar, at stjórastarvið endaliga skuldi setast innan tveir til tríggjar mánaðir, so tók tað kortini bara tvær vikur hjá nevndini at koma til ta niðurstøðu, at Árni Ellefsen er rætti maðurin at stjórna BankNordik. EIRIKUR@SOSIALURIN.FO Nýggi stjórin í BankNordik, Árni Ellefsen Tað tók nevndini tvær vikur at finna fram til, at Árni Ellefsen er maðurin, sum ið kann fremja tær ætlanir, ið nevndin í BankNordik hevur sett sær fyri NÚ STJÓRNAR ÁRNI ELLEFSEN BANKNORDIK Banka­ leiðslan um­skipað EIRIKUR LINDENSKOV BankNordik umskipar nú virki­ søkini í tráð við ta fyrr fráboðaðu langtíðarætlan, har BankNordik í framtíðini fer at leggja øktan dent á privatkundavirksemið á øllum trimum marknaðum um­framt á vinnukundaøkið í Før­oyum og Grønlandi, verða virkisøkini í BankNordik nú um­skipað. Í hesum sambandið boðar bankin frá, at samtaksleiðslan verður víðkað soleiðis, at privat­ kundastjórin í framtíðini eisini verður partur av leiðsluni. Bankin sigur í fráboðan, at umskipanin skal styðja upp­ undir útinningina av nýggju langtíðarætlanini umframt tryggja eitt tættari samstarv millum ymisku virkisøkini. – Við at skipa privatkundaøkið sum eitt ábyrgdarøki tvørt­ur­ um landamørk, og við privat­ kundastjóranum sum parti av samtaksleiðsluni, verður áhald­andi menningin av privat­ kundavirkseminum í øllum trim­ um londum tryggjað. Harafturat verður enn betri grundarlag fyri samstarvi og fyri at einshátta mannagongdir og skipanir, sigur bankin í fráboðanini. Nýggi bygnaðurin verður í framtíðini skipaður í hesi øki: • Fíggjarøkið, váðastýring og stápsdeildir undir leiðslu av Árna Ellefsen, forstjóra • Vinnuøkið umframt pensjóns- og tryggingar­ virksemið undir leiðslu av John Rajani, stjóra • Privatøkið umframt sølu- og marknaðardeild undir leiðslu av Turið F. Arge, privatkundastjóra • Íløguøkið og Private Banking undir leiðslu av Henrik Jensen, íløgustjóra • Kredittøkið og Deildar­ tænasta undir leiðslu av Rune Nørregaard, kreditt­ stjóra BANKNORDIK Almenn móttøka í dag Í dag, fríggjadag, frá klokkan 15- 17 hevur BankNordik móttøku í bankabygninginum á Oknarvegi við Hálsatjørn í Havn, har nýggi bygningurin verður vístur alment fram.