Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 113 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 48 H ar sært tú. Seinast skrivaði eg sterkt minni pent um teldurnar. Og hon hevndi seg, teldan. Seinastu reglurnar komu ikki við í blaðið, eitt-eitt. Tað, sum eg skrivaði, var annars, at Føroya Tele altíð veit, hvar eg eri. Men einu ferðina, eg var á einari ferju millum Danmark og Týskland, beyð Føroya Tele mær vælkomnum til Íslands. Computer says never miiiiiiind. Um aldaskiftið fingu teld­ urnar teldufólkið at billa okk­um øll­um øðrum inn, at blivu ikki brúktar milliardir krónur, evrur, dollarar og aðrir pengar upp á teld­ urnar, var eingin heimur, bara mánin, klokkan 00.01 1. januar 2000. Tað var lygn, sjálvandi. Computer tels liiiiies. Men at seta seg utt­an teldu á eitt torg í stórum býum í øðrum londum og eygleiða. Tað er stórt, og tað er ektað uttan sníkar og virus. Hygg, har fer ein riðil av barnagarðsbørnum stim­ andi. Peda­gogar frammi í gron og afturi í reyv. Kósin er snórabein í ein vestan. Genturnar leiðast, tvær og tvær, dreingirnir ikki. Men ein genta hevur tó krøkt seg upp í ein littan, purlutan drong. (Og nú eitt sindur av uttanumtosi: hví siga og skriva vit ikki litt um okk­ um hvítu, kritahvítu? Eru hvítt, ljósa­ reytt, skortreytt, rúsblátt ikki litir? Siga tey svørtu um okkum, at vit eru litt?) Sama ger, aftur á beinkin. Dugi ikki at síggja, um honum dámar at vera krøktur. Men tað leggur hon einki í. Veit heldur ikki, um hon happar hann við hesi framligu atferð síni. Har er so einki akademiskt frøðingalið at hóma í kjalarvørrinum. Eg haldi ikki, hon happar mul­latt­ in. Ger hon tað, so ger hon tað ikki við vilja. Hon er bara forelskað, sæst. Slíkt endar tó við happing fyrr ella seinni, oftast fyrr. Men so langt er hon ikki komin enn, hendan smágentan í skilagóðum útiklæðum, hestahala og ongari bamsu. Tey fara afturum, børnini og teirra alment løntu daddur og til­ taks­foreldur. Maðurin á beinkinum við síðuna av mínum tømir ølblikkið og gevur einum fløskusavnara tað. Hann vend­ ir tí fyri at tøma tað heilt og so fer tað niður í stóra Ikeaposan. Øldrekkarin tekur eitt nýtt blikk úr sinum posa á súkkluni, brýtur upp og skálar fyri sólini, at hon tímir at skína eisini í dag. Ella skálar hann fyri skýggjunum, tí tey ikki eru her í dag. Unga mamman tosar í fartelefon og barnið í vogninum hevur fingið ein haltkjaftsmoothie í pappi. Hon tosar og tosar hart, ger avtalur um at hittast, tá ein skái er í álmanakkanum. Spontant ber ikki til at hitta onnur í hesum landinum. Ein russsari situr og tosar hart við seg sjálvan og ongan ella øll, sum hoyra hann. Hann kjakast óført. Kanska øsir hann seg upp um Putin, hatta reyvarholið, sigur hann kanska. Ella eru øll reyvarhol, sum siga, at Putin er eitt reyvarhol, ein tilgjørdur Stalinwannabe. Eg skilji ikki russiskt, tíverri, so eg veit ikki, hví maðurin er so ør­ kymlaður ella óður. Kanska saknar hann eina kjakmentan, tí eingin vil hoyra hansara sjónarmið, og tá als ikki tey, sum eftirlýsa kjakmentan. Ein síðjuppiari við innbygdari virusvardari farteldu og stresstasku fer við ferð eftir torginum frá einum fundi til tann næsta. Í klædningi og professionellum slipsaknúti og designarabrylkremi ein púra vanligan týsdag. Vendir sær ikki á at hyggja, tá ein kvinna við bylgjandi reyv siglir fram við honum. Hevur bara seg sjálvan at dyrka. Er sín egni spegil. Orki ikki.....at bíða longur eftir...............telduni. Á beinkinum við telduvirusi Heri Eysturlíð Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Tónleikari Bústaður: Järna, uttan fyri Södertälje Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? – Fyrst prestur, síðani journalistur. Eg bleiv hvørki. Hvat átti hitt kynið vitað um títt kyn? – Kvinnur munnu vita alt um menn, men áttu at rannsakað seg sjálvar Hvat áttu børn at vitað um tað at verða vaksin? – Hvussu gott mann í grundini hevur tað sum barn og njóta barnaárini (í tann mun tað letur seg gera. Øll børn hava tað tíverri ikki so gott). Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika? – Nú minnist eg ikki. Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg… – Ilt at siga. Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? – Minni sjálvsøkni og maktstríð, meira umsorgan og umhugsni. Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? – Í vikuni. Tað seinasta, tú hevur lært, er at… … tú skalt ikki yvirmeta intelligensin og fatanarevnini hjá fólki. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg… ... dugi ov illa at leggja tingini og lívið til rættis. Enda setningin: Føroyingar áttu at… … hugsað størri og komið úr dunnuhylinum og tí provinsiella hugburðinum (m.a. slatur og sleyg og at hava so ilt í dintlinum av hvørjum øðrum). Men tað er sjálvsagt ógjørligt í einum fjarskotnum pinkusamfelag.