mánadagur 5. oktober 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Gunvá við keldu
Kjak síða 11
Fólka
flokkurin
eigur ikki
avgerðina
Trygvi F. Guttesen
Kjak síða 11
Hví
broyta
lógina?
Í hesum døgum verður dúgliga telv
að í sambandskrókum um, hvør
skal stjórna flokkinum næstu árini
– og harvið gerast løgmansevni hjá
flokkinum.
Tað hevur ligið í kortunum, at
flokkurin skuldi semjast um eitt
uppskot, sum síðani skuldi veljast
á floksfundi 24. oktober. Og mest
upplagda formansevnið var Bárður
Nielsen, sum er næstformaður í
flokkinum, og sum hevur drúgvar
royndir úr løgtinginum og lands
stýrinum. Harumframt er hann
tann einasti úr tingbólkinum, sum
sat undir seinastu samgongu.
Men soleiðis verður helst ikki.
Tí nú bendir nógv á, at kapping
verður millum Bárð Nielsen og
nýggja tingmannin, Magnus Ras
mussen, sum eisini er borgarstjóri
í Runavíkar kommunu.
So er spurningurin, um tað verð
ur floksfundurin 24. oktober, sum
skal taka dagar teirra millum og í
kapping kjósa nýggja formannin,
ella um Bárður Nielsen ella Magnus
Rasmussen
trekkja
seg
sum
formansevni.
Ikki tí, stríðsval hava fyrr verið
í Sambandsflokkinum. Best kenda
stríðsvalið var helst í 2001, tá lands
fundurin vrakaði Edmund Joensen
sum formann og í staðin valdi Lis
beth L. Petersen. Fólk í flokkinum
vóru misnøgd við leiðsluna hjá Ed
mundi Joensen og stillaðu tí Lis
beth L. Petersen upp sum mótval
evni fyri at fella Edmund Joesen.
Tað eydnaðist, Lisbeth L. Petersen
varð vald, og Edmund Joensen fall.
Dagin eftir valósigurin í 2004
legði Lisbeth L. Petersen frá sær
sum forkvinna, og Alfred Olsen,
sum var næstformaður, tók við
sum fyribilsformaður – og tað var
hann, sum vegna Sambandsflokk
in skrivaði undir samgonguskjalið
millum Javnaðarflokkin, Fólka
flokkin og Sambandsflokkin.
Ta ferðina varð Kaj Leo Holm Jo
hannesen valdur til formann. Men
í mars 2006 bjóðaði Johan Dahl
formanninum av, og tá var aftur
stríðsval um formanssessin, sum
Kaj Leo Holm Johannesen vann.
Johan Dahl tók tapið so tungt,
at hann meldaði seg úr Sambands
flokkinum og tingbólkinum. Hann
kom tó seinni innaftur í flokkin og
gjørdist næstformaður.
Mangt bendir tí á, at tað á triða
sinni verður stríðsval um formans
sessin í Føroya elsta flokki.
Enn kenna vit ikki Magnus Ras
mussen politiskt – og hvørja leið
hann vil flyta flokkin. Bárður Niel
sen hóskar væl inn í traditionella
leiklutin hjá Sambandsflokkinum
sum ein eitt sindur sosialdemo
kratiskur, borgarligur – men sera
sambandskur flokkur.
Magnus ella bárður
Gunvá við Keldu, býráðs
limur í Klaksvík, vil ikki hava
sitandi á sær, at Fólkaflokk
urin í Klaksvíkar býráð hev
ur eitt horn í síðuni á Jógv
ani Skorheim – tí hann gav
Fólkaflokkinum krakk eftir
síðsta býráðasval.
Vit halda kortini, at júst
tann avgerðin hjá Jógvani
Skorheim hevur havt týdn
ing, tá Fólkaflokkurin fekk
møguleikan at taka frá hon
um kjansin at røkja tingsess
in samstundis sum borg
arstjórasessin.
Tjóðveldið
í Klaksvík og í Havn halda
ikki, at borgarstjórar skulu
sita á tingi. Men tað hava
tjóðveldisfólk á tingi einki
ímóti.
Avgerðin hjá eittflokka
strýrinum í Tórshavnar bý
ráð vísir helst, at tað er ikki
so gott, at ein flokkur fær
so stórt vald – serliga ikki,
tá tað bara er ein persónur
í flokkinum, sum umsitir
valdið. Tí skeivklast alt sum
eitur politisk dømikraft, og
onkur heldur at alt ber til –
líka til alt skramblar saman,
tí fólkið ikki finnur seg í
slíkum. Tað man Javnaðar
flokkurin í høvuðsstaðnum
fara at sanna fyrr ella seinni.
Men »hvorom alting er«,
so er tað ikki í lagi, at allir
borgarstjórar, sum eru valdir
á ting, ikki verða viðfarnir
eins. Hetta eigur landsstýrið
at taka stig til at broyta. Ein
máti er at at siga, at tað ber
ikki til at fáa fulla løn sum
tingmaður og fulla løn sum
borgarstjóri.
Í Klaksvíkar býráð at
kvøddu umboðini hjá Sjálv
stýrisflokkinum og Javn
aðarflokkinum fyri, meðan
umboðini hjá Tjóðveldinum
og Fólkaflokkinum atkvøddu
ímóti.
Í Havn vara tað bara Javn
aðarflokkurin, sum atkvøddi
fyri at lata Heðin Mortensen
røkja bæði størvini. Tjóð
veldi atkvøddi ímóti, Fólka
flokkurin atkvøddi blankt
og Sambandið møtti ikki á
fundi.
Allir borgarstjórar eiga
at fáa somu viðferð
»Sjálvstong« man vera før
oyska heitið fyri »selfie
stick«.
Undir konfirmatiónini
í Fríðrikskirkjuni á Toft
um í gjár gekk Ove Brim,
prestur, á odda við mynda
tólinum á sjálvstongini og
tók myndir av sær sjálvum
og konfrmantunum.
Ein øðrvísi sjón má sig
ast. Men kanska smart
funnið upp á av presti,
sum soleið
is »tekur
s a k
ina í
egnar hendur« – kanska
fyri at sleppa und
a n
ó r ó g v a n d i
foreldrum og
avvarðandi,
sum viðhvørt
hugsa meira um
at fáa røttu
myndina,
h e l d u r
enn at
njóta
ta
stóru løtuna
tað er, tá tey
ungu verða konfir
merað.
Prestur í kirkju
við sjálvsstong
Nógv bendir á stríðsval um
nýggja sambandshøvdingan