týsdagur 6. oktober 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
– Eitt parerkingshús á Skálatrøð
er so nær, at tað er bara at trýsta
á knøttin!
Tað segði Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn í gjár við Rás2 í
sambandi við, at enn eitt nýtt grund
stykkið er vorðið aktuelt í sambandi
við framhaldssøguna um musikk
skúla í Havn.
Og tann framhaldssøgan tykist
ongan enda at fáa. Einaferð skuldi
hann byggjast uppi á Lützenstrøð, so
var hann fluttur niðan í Sortudýki.
Eftir tað varð hann fluttur út á
Landavegin. Og nú eru ætlanir um
at flyta hann enn einaferð – hesaferð
oman á Skálatrøð.
Fimm milliónir krónur av skatt
gjaldarans peningi eru brúktar til
projektering av bygninginum við
Landavegin, og skal hann nú flytast
oman á Skálatrøð, so eru hesir peng
ar farnir fyri skeyti – og til hvørja
nyttu?
Vit kunnu spyrja, hvussu planlagt
verður í Tórshavnar býráð, tá tað
verður soleiðis verður hoyggjað runt
við einum slíkum mentanarstovni,
sum ein musikkskúli átti at verið.
Tað minst vit eiga at krevja av
Tórshavnar kommunu er, at tey ikki
brúka pengar upp á projekteringar
og annað, fyrr enn tey eru vís í, hvar
bygningar skulu byggjast.
Tað skuldi sjálvandi bara mangl
að, at kommunan fyrst syrgir fyri at
gera nýggj parkeringspláss fyri tey,
sum kommunan ætlar at byggja hús
á. Men tað er órógvandi, at borgar
stjórin ikki heldur tað vera ein trup
ulleika, at alt ov fá langtíðar park
eringspláss eru í miðbýnum. At siga
við fólk, at tey bara kunnu parkera
uppi í Gundadali er at halda fólk fyri
gjøldur. Tí sjálvandi fara fólk, sum
starvast í miðbýnum í Havn ikki at
parkera uppi í Gundadali. Um Heð
in Mortensen meinti nakað við tað,
so kundi hann sjálvur sum ein fyri
mynd parkerað uppi í Gundadali og
gingið oman á Vaglið – heldur enn at
fingið sær serrætt fram um onnur
at parkera uttan tíðaravmarking á
Vaglinum.
Parkeringsviðurskiftini í miðbý
num í Hava verið og eru ein stórur
trupulleiki, sum Tórshavnar komm
una ikki tekur í nóg stórum álvara.
Alt gott um kollektivu ferðsluna
og ókeypis býbussarnar í Havn.
Tað er eitt gott tiltak, sum nógvir
havnarborgarar njóta gott av. Men
tað merkir ikki, at tað parkerings
viðurskiftini í miðbýnum ikki skulu
bøtast. Tí sjálvandi skulu tey tað.
Tað er altavgerandi fyri handils
virksemið í býnum, og tað er ein av
gerandi tørvur hjá nógvum fólkum,
sum dagliga starvast í miðbýnum,
bæði bygdarfólk og havnarfólk.
Kravið frá havnarborgarunum
má vera, at kommunan ikki oyðslar
pengar burtur í planloysi, men ar
beiðir við skili. Um tað bara mangl
ar hjá borgarstjóranum at trýsta á
knøttin fyri at loysa parkeringsvið
urskiftini í miðbýnum, so trýst á
knøttin, harra borgarstjóri.
Fimm milliónir eru brúktar
til musikkskúla við Landavegin
Trýst á knøttin Heðin!
Sam
gongan
snarað
180 stig
Helgi abrahamsen
síða 17
Tór
bjørn
Jacobsen
seksti
Nøvn síða 25
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Nú summarið er farið og
heystið er í hæddini, skipa
Sands
Kommuna,
Virkið
og B71, saman við øðrum
áhugafeløgum á Sandi, fyri
oktoberfest á Sandi 30. og 31.
oktober.
Skráin ið verður almenn
í komandi viku, umfatar alt
frá fiski og skjótikappingum,
til frásagnartúrar, kvøldsetu,
hoppiborgir og dans.
Tó at okkurt verður til
allar aldursbólkar, verður
dentur lagdur á at hava nógv
barnavinarlig tiltøk, og at tey
flestu tiltøkini skulu verða
ókeypis.
Fríggjadagin verða tiltøk
ini fyriskipaði í felagshúsu
num í bygdini, meðan meg
inparturin av tiltøkunum
leygardagin verða fyriskip
aði í og rundanum flakavirk
ið úti í Støð.
Sandoyggin og Sandsbygd
er sera barna- og familjuvin
arligt øki at búgva í og at
vitja. Tí vilja fyriskipararnir
við hesum tiltaki varpa ljós
á teir fyrimunir ið eru við at
búgva á hesum staði, har øll
koma hvør øðrum við.
– Verið hjartaliga væl
komin á oktoberfest heima á
Sandi fríggjadagin og leygar
dagin 30. og 31. oktobur 2015,
sigur Sands kommuna.
Oktoberfest á Sandi
Í gjár var altjóða útgávudag
ur fyri myndprýddu útgáv
una av fyrstu Harry Pott
er-bókini, Harry Potter og
vitramannasteinurin. Bókin
kemur út í 80 londum í senn,
so hetta er ein ógvuliga stór
ur dagur hjá øllum Harry
Potter-fjepparum
Tú kennir helst foreldra
leysa dreingin við myrka, ívna
hárinum, rundu brillunum og
z-skapaða arrinum á pann
uni. Hann, sum fekk ta tungu
lagnuna at vera størsti fígg
indi Voldemorts.
Bøkurnar um Harry Potter
hava sligið øll sølumet og
vunnið fleirfaldaðan heiður.
Bókarøðin er elskað av fjepp
arum runt alla verðina, og
bøkurnar eru týddar til
78 mál og gjørdar til átta
stórfilmar. Og nú kem
ur fyrsta Harry Potter-
bókin í myndprýddari
útgávu.
Myndprýdda
út
gávan av gandakenda
klassikaranum hjá J. K.
Rowling er ein skreyt
bók, ið er ein sonn fragd
fyri eygað. Hon er ætl
að
bæði
trúføstum
fjepparum og nýggjum
lesarum, tí hóast søg
an er tann sama, so geva
stórfingnu litmyndirnar hjá
evnaríka listamanninum Jim
Kay tær eina heilt aðra lesi
uppliving.
J. K. Rowling sigur sjálv, at
hon kennir tað
sum ein heiður og er takksom
fyri, at Jim Kay gevur okkum
burtur av sínum gávum – so
her er nógv at gleða seg til!
Nýggj Harry Potter bók komin
Týsdagin lat Akstovan poli
tistøðunum kring landið 499
mál um vegskattaeftirstøður.
Tað merkir, at løgreglan skal
út at taka nummarspjøldrini
av akførum, sum enn ikki
hava goldið vegskatt fyri
seinna hálvár 2015.
Kann eigarin av akfari
num ikki vísa kvittan fyri
goldna vegskattaeftirstøðu
tekur
politiið
nummar
spjøldrini av akfarinum.
499 missa pláturnar