týsdagur 6. oktober 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Tá nýggja samgongan varð
skipað, og landsstýrisfólkini
tilnevnd
15.
september,
høvdu vit á fyrsta sinni fulla
javnstøðu í landsstýrinum,
fýra kvinnur og fýra menn.
Í hesum sambandi settu
vit okkum fyri á redaktiónini
í Miðlahúsinum at finna eitt
gott føroyskt kvennkynsorð
sum samsvarar kallkynsorð
ið »ráðharri«.
Gamaní hava vit orðini
»landsstýrismaður«
og
»landsstýriskvinna«. Tey eru
væl brúkilig. Men umframt
at tosa um landsstýrismenn
og landsstýriskvinnur við
hesum ella hasum málsøki
num, so nýta vit eisini orðið
ráðharri. Eitt nú »fíggjar
málaráðharri« ella »menta
málaráðharri«.
Men tað ber ikki til at
siga
fíggjarmálaráðharri
um Kristinu Háfoss, ella
mentamálaráðharri um Rig
mor Dam. Vit vita væl, at
tað á lógarmáli eitur bæði
»landsstýrismaður«,
»løg
tingsmaður« og »løgmað
ur«. Men fyri mong er tað
kynsdiskriminerandi
at
nevna eina kvinnu fyri ein
mann. Tí kom orðið »lands
stýriskvinna« fram – eftir at
Jóngerð Purhús sum tann
fyrsta kvinnan nakrantíð
varð vald í landsstýrið, sum
varð skipað 10. januar í 1985.
Sum tíðin leið komu fleiri
kvinnur í landsstýrið, og tað
gjørdist vanligt at nevna
tær
»landsstýriskvinnur«.
Tað heitið hóskar væl, og vit
kunnu eins nátúrliga siga
»landsstýriskvinna«
sum
»landsstýrismaður«.
Men
tað var ikki nátúrligt í 1985
og árini eftir. Mong tóku tað
illa upp – eisini at gamla og
tignarliga starvsheitið »løg
tingsmaður« bleiv bronglað
til »løgtingskvinnu«. Men
hetta tekur eingin illa upp í
dag.
Hjá okkum í fjølmiðlun
um er hetta eisini ein av
bjóðing. Vit nýta ofta orð
ið »landsstýriskvinna« og
»landsstýrismaður« og í fleir
tali eisini »landsstýrisfólk«. Í
hesum er eingin trupulleiki
longur, tí vit hava vant okk
um við kynsbýti í hesum
starvsheitum.
Men vit nýta eisini heit
ið »ráðharri«, tá vit umrøða
landsstýrisfólk. Og tað er tí,
at vit nú hava reist spurning
in, um vit ikki eiga at fáa ein
kvennkynsform fyri starvs
heitið »ráðharri«.
Vit siga fíggjarmálaráð
harri,
mentamálaráðharri,
uttanríkisráðharri
og
so
framvegis. Men tað orðið
er ikki kynsneutralt, og tað
er tað heldur eingin sum
sigur, at tað skal vera. Men
vit halda tað vera at kúga
javnstøðuna, at nevna eina
kvinnu fyri ein mann.
Tí hava vit vent okkum til
nógv málkøn fólk til tess at
finna eitt hóskandi orð, sum
mótsvarar »harri«.
Tað orðið er »frú« ella
»frúgv«.
Marjun Arge Simonsen,
málfrøðingur og cand.phil. í
føroyskum, vísir á, at tað eru
ikki so nógv orð í at velja í
føroyskum. Tað, ið mótsvarar
»harri«, er orðini »frú« ella
»frúgv«. Tey kunnu tykjast
heldur gamalslig – men tað
er orðið »harri« eyðsæð eis
ini. Hon hevur roynt at funn
ið okkurt annað, men tað
hevur ikki hepnast.
Marjun Arge Simonsen
hevur eisini tosað við Jóhan
Hendrik Winther Poulsen,
professara, og hann skeyt
upp at nýta »ráðfrú«. Hann
helt tað vera tignarligari enn
»ráðfrúgv«.
Marius Staksberg í Mál
ráðnum sigur, at ein grund
til, at løgtingskvinna, for
kvinna o.tíl. tykist at rigga,
er kanska, at kvinna hevur
somu merking og sama stíl
virði sum maður – munurin
er bara kynið. »Harri« og
»kvinna« hoyra ikki saman
á sama hátt. Natúrligur
mótsetningur til »harri«
er »frú« (ella frúgv). So tað
verður kanska ikki sama
javnvág millum orðini »ráð
harri« : »ráðkvinna« sum
millum »løgtingsmaður« :
»løgtingskvinna« og »lands
stýrismaður« : »landsstýris
kvinna«.
– Men um »ráðfrú« er ein
møguleiki, veit eg ikki. Ein
tilvenjing skal til, uttan mun
til, hvat orð verður valt, sigur
hann.
Tí skjóta vit hervið upp,
at
landsstýriskvinnur
–
umframt at hava heitið
»landsstýriskvinnur«, eisini
kunnu nevnast »ráðfrýr«.
Og tí kunnu vit eisini siga,
at Kristina Háfoss er fíggjar
málaráðfrú, at Rigmor Dam
er mentamálráðfrú, at Sirið
Stenberg er heilsumálaráð
frú og at Eyðgunn Samuel
sen er almannamálaráðfrú.
FØROYSKT NÝYRÐI
Kristina er fíggjarmálaráðfrú
og Rigmor er mentamálaráðfrú
Eyðgunn er almannamálaráðfrú og Sirið er heilsumálaráðfrú. Hesar fýra
kvinnurnar eru allar »ráðfrýr«. Henrik, Poul og Høgni eru »ráðharrar«
Orðið
»ráðfrú«
bendist
soleiðis:
óbundið
bundið
eintal
hvørfall
ráðfrú
ráðfrúin
hvønnfall
ráðfrú
ráðfrúna/ráðfrúina
hvørjumfall
ráðfrú
ráðfrúni/ráðfrúnni
hvørsfall
ráðfrúar
ráðfrúarinnar
fleirtal
hvørfall
ráðfrýr/ráðfrúir
ráðfrýrnar/ráðfrúirnar
hvønnfall
ráðfrýr/ráðfrúir
ráðfrýrnar/ráðfrúirnar
hvørjumfall
ráðfrúm/ráðfrúum
ráðfrúnum/ráðfrúunum
hvørsfall
ráðfrúa
ráðfrúanna
Orðabókin
loyvir
tó
eisini,
at
orðið
bendist
sum
orðið
bygd.
Frýr kunnu ikki vera harrar:
Eyðgunn Samuelsen, almannamálaráðfrú
Sirið Stenberg, heilsumálaráðfrú
Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðfrú
Rigmor Dam, mentamálaráðfrú