Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov – Støðan við parkering á Skálatrøð er sera vánaligt. Her er trongligt sum er, men eru serlig tiltøk í miðbýnum, so sum jarðarferð, so valda ferðslukaos. Tað sigur Høgni Lützen, stjóri í Valdemar Lützen Byggi­búð í Skálatrøð. Hann hevur tí tikið stig til eina undirskriftainnsavnan at mótmæla, at Tórshavnar kom­muna nú hevur ætlanir um at flyta musikkskúlan – sum er staðsettur við Landa­ vegin, oman á Skálatrøð. – Tað er óðamannaverk at fara undir bygging á Skála­ trøð. Serliga tá ið havt verð­ur í huga, at ein sera góð stað­ seting longu er við Landa­ vegin, har klárt er at fara í gongd, sigur Høgni Lützen. Hann vísir á, at øll brúka bil fyri at koma fram í dag, og treytin fyri, at vinnulívinum í miðbýðnum skal verða lív lagað er, at Skálatrøð fær frið fyri byggivirksemi so sum musikkskúlanum. Hann vísir eisini á tørvin, sum øll tey hava, sum hava bát liggjandi við Skálatrøð. Av býráðnum hava tey sagt, at tey umhugsa at byggja parkerings hús saman við musikkskúlanum, men tað heldur Høgni Lützen als ikki vera gott nokk. – Bara tankin um, at tey ætla at byggja bæði musikk­ hús og parkeringshús sam­ stundis fer at kvala alt tað, ið eftir er av lívi í miðbýnum. Tí tá fara vit at uppliva byggi­kaos og bilkaos í áravís meðan byggingin fer fram, og tað kann ikki vera aðalmálið hjá Tórs­havnar kommunu, heldur Høgni Lützen. – Eg vil tí heita á Tórs­ havnar Býráð um alt fyri eitt at steðga øllum plan­um at byggja musikk­skúla á Skálatrøð og held­ur venda aftur til upp­runa­ligu ætl­ anina at byggja musikk­skúl­ an á Landa­vegn­um, har alt stend­ur klárt. Høgni Lützen heldur tað eisini vera átalu vert, at Tórshavnar býráð als ikki tosar við grannarnar á Skála­trøð fyri at vita, hvat tey halda um hesa ætlanina, at parkeringsplássið nú skal brúkast til at byggja ein musikk­skúla á. – Eingir av grannunum á Skálatrøð eru hoyrdir. Og fyri okkara part, so hevur fyritøkan Valdemar Lützen ligið her við havnarkantin síðani 1904. Hava vit einki at skula sagt í hesum máli? Býráðspolitikkarar koma og fara, men okkara fyritøka hevur í øllum førum ætlanir um at taka minst 110 ár aftur­ at, sigur hann. Høgni Lützen heldur tað eisini vera løgin máti at nýta skattakrónurnar uppá. – Tórshavnar Býráð hev­ ur longu nýtt fimm milliónir upp á planlegging av musikk­ skúla við Landavegin. Hvussu nógvar av hesum milli­ónum eru farnar fyri skeyti, um skúlin verður flutt­ur oman á Skálatrøð, har hann verður til miklan ampa fyri nógv havnarfólk og onn­ ur, spyr Høgni Lützen. Hann heldur, at hetta mál er so álvarsligt fyri havn­ar­ borgarar og onnur, ið vilja varðveita møguleikan at brúka Skálatrøð at seta bilin fyri síðan at njóta mentan, handilsvirksemi, Skansan ella matstovuvinnuna í Havn­ini. – Vandi er eisini fyri, at tit við hesi avgerð at byggja á Skálatrøð fara at forkoma nógvum arbeiðsplássum, tí tit kvala ta frammanundan hóttu handilsvinnuna í mið­ býnum í Havn. Hugsið tykkum um, áðr­ enn næsta leik. Síðsta orðið er so ikki sagt higani frá, sig­ur Høgni Lützen, stjóri í Valdemar Lützen Byggibúð í Skálatrøð. MÓTMÆLI MUSIKKSKÚLI HÓTTIR VINNULÍVIÐ Í MIÐBÝNUM Í HAVN Nú verða savnaðar undirskriftir at mótmæla ætlanum um at byggja musikkskúla á Skálatrøð Savna undir­ skriftir: Tey, ið vilja skriva undir mótmæli um at byggja á Skálatrøð eru vælkomin í handilin hjá Valdemar Lützen á Skálatrøð at skriva undir. – Men undirskriftir verða eisini savnaðar í øðrum handilum, sigur Høgni Lützen. Høgni Lützen fegnast um, at so nógv fólk skriva undir mótmæli ímóti at byggja musikkskúla á Skálatrøð. – Tað gongur strúkandi, tí mong eru samd um, at tað er óamannaverk at byggja á Skálatrøð, tí hetta er parkerings-miðdepilin fyri nógv av Havnini. Skal nakað byggjast, so er tað eitt parkeringshús og einki annað, sigur Høgni Lützen Mynd: Álvur Haraldsen